týsdagur 14. juni 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 15. juni 2016 · Nr. 68
Sosialurin
DROTNINGARVITJANINW
Drotningin fekk gávu frá Pálli
Fyrrapartin týsdagin vitjaði henn
ara hátign, Margreta, drotning, í
Løgtinginum.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsfor
maður, og frú Kristina J. á Reyna
túgvu, tóku ímóti hennara hátign á
trappuni og førdu hana síðani inn
í gongina, har restin av formans
skapinum tók ímóti.
Uppi á aðru hædd fingu løg-
tingslimir høvi at heilsa upp á
drotningina, og Páll á Reynatúgvu
helt røðu fyri henni.
Løgtingsformaðurin nevndi, at
tað ongantíð var partur av hansara
dreingjadreymi at sita í hesum em
bæti og enn minni at vera vertur
fyri hennara hátign drotningini.
Hann rósti annars føroyska em
bætisverkinum og nam eisini við,
at vit í Føroyum nærkast ein betri
kynsbýti millum menn og kvinn
ur, bæði í løgtinginum og lands
stýrinum.
Páll á Reynatúgvu handaði
síðani Margretu, drotning, eina
gávu frá Føroya Løgtingi. Gávan
er eitt bundið turriklæð, sum Anna
Mohr, ið er ein javnaldrandi hjá
hennara hátign, hevur bundið.
Mynstrið á turriklæðnum hevur
Anna Mohr fingið frá Helenu
Simonsen, konu fyrrverandi løg
tingsmannin,
Jóhan
Simonsen.
Tað var Helena Simonsen, ið lærdu
Onnu Mohr at binda.
Sambært Pálli á Reynatúgvu tók
tað Onnu Mohr tvær vikur at binda
herðaturriklæðið.
Brosjuna
hevur
Ingibjørg
Andreasen, ið er 79 ára gomul,
tilevnað úr horni.
danjal@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen