týsdagur 14. juni 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2016 · Nr. 68
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum vísa samkenslu við
okkum, nú vit mistu okkara kæra son, bróður, svág
og mammubeiggja
Jørgen Eidesgaard
f. 10.10.1962 d. 16.05.2016
Jarðarferðin fór fram í Farsúnd, Noregi 26.05.2016.
Tey, sum fegin vildu latið blómur, kunnu ístaðin
lata Missónshúsinum Karmel á Eiði eina gávu.
Konta í Bank Nordik.
Lovaður Harrin veri, dag eftir dag hann okkum ber,
tann guð, ið er frelsa vár, Sela.
Guð er okkum frelsunnar guð,
hjá Harranum er útgongd frá deyða.
Við heilsan og tøkk
Jensia og Frederik
Katrin og Rólant
Fríðrikur, Óli, Birna og Elin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá okkara elskaða mamma, omma og
langomma
Marianna Elisabeth Nolsøe
f. 22.09.29. d. 30.01.16
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum á Sýnuni, sum vóru so væl um
hana til tað síðsta. Takk til øll, sum vitjaðu.
Takk fyri hjálpina í kirkjuhúsinum dagin fyri
jarðarferðina. Takk til Ingu Poulsen Dam, sangarar,
berarar, dekn, organist og klokkara.
Takk fyri blómur og kransar. Takk til tykkum,
sum bakaðu og takk fyri hjálpina við ervinum í
missiónshúsinum Libanon.
Takk til tykkum mongu, ið fylgdu Marionnu til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Heidi, Fróði, Atli, Rúni, Elinor og Djóni
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma og
omma
Bjørt Mellemgaard
f. 1. desember 1943 d. 19. februar 2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til øll fyri sýnda samkenslu, fyri hjálpina til
ervið og takk til Meinigheitshúsið.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávu til
Krabbameinsfelagið.
Takk til Hera prest fyri góð og troystarrík orð í
kapellinum, í kirkjuni og úti á kirkjugarðinum.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu Bjørt á hennara
seinastu ferð herfrá.
Takk til øll tykkum, sum komu framvið á
Perskonugøtu og sum ringdi fyri at vísa samkenslu.
Familjunnar vegna
Símun Júst, Heri, Niels, Jarvin og Ingrid Maria
við familjum
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum,
sum vóru við til at hátíðarhalda
silvurbrúdleypsdagin saman við okkum
16. mars 2016. Takk fyri gávur, blómur,
heilsanir, sangir, talur og til tykkum,
sum hjálptu so væl til og gjørdu dagin
so minnisríkan.
Vinarliga
Oda og Jørgin Mørkøre
NØVN
Minningarorð
Fríggjadagin hin 15. apríl andaðist Marita Arge Magnussen,
81 ára gomul.
Tá ið Tórshavnar kommuna á fyrsta sinni skipaði
fyri vali til eitt kommunalt eldraráð, fekk Marita Arge
Magnussen flestar atkvøður og gjørdist sostatt fyrsti
formaður í einum kommunalum eldraráði í Føroyum.
Fyrsta tíðin gekk sum vera man við at skapa karmar um
samstarvið í ráðnum, at útvega høli og arbeiðsmøguleikar
fyri arbeiðinum og at finna samstarvsmøguleikar
við kommununa og harvið skapa grundarlagið undir
arbeiðinum í ráðnum.
Marita var virkin, ágrýtin, nærløgd og góð at samstarva
við. Hon luttók trúgv í arbeiðinum, til hon fyri umleið
einum ári síðan legði frá sær av sjúku.
Í djúpastu samkenslu við teimum avvarðandi lýsa vit
frið yvir minnið um Maritu Arge Magnussen.
Tórshavnar Eldraráð