Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 15. juni 2016 · Nr. 68 Sosialurin Leys størv í Fuglafjarðar kommunu STARVSFÓLK TIL DAGSTOVNIN KAMB Á KAMBSDALI, AT BYRJA 8. AUGUST 2016. Talan er um 3 størv • 1 starv 35 tímar fyri námsfrøðing í farloyvi, frá 8. august 2016 til 15. juli 2017. • 1 starv 30 tímar ætlað hjálparfólki. • 1 starv 40 tímar fyri hjálparfólk í barnsburðarfarloyvi, frá 8. august 2016 til 1. juli 2017. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Bjørghild Arnholdtsdóttir, leiðara á telefon 238092. STARVSFÓLK TIL DAGSTOVNIN BARNALUND Í FUGLAFIRÐI, AT BYRJA 08. AUGUST 2016. Talan er um 4 størv • 1 starv 40 tímar ætlað námsfrøðingi. • 1 starv 20 tímar (tíðaravmarkað) ætlað námsfrøðingi til sertørv, frá 08. august 2016 til 1. juli 2017. • 1 starv 25 tímar fyri námsfrøðing í farloyvi, frá 08. august 2016 til 01. januar 2017. • 1 starv 20 tímar fyri námsfrøðing í farloyvi, frá 08. august 2016 til 01. februar 2017. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Leilu H. Hansen, leiðara á telefon 238031. STARVSFÓLK TIL DAGSTOVNIN STROPAN Á KAMBSDALI, AT BYRJA 08. AUGUST 2016 Talan er um 1 starv • Fyri námsfrøðing í farloyvi frá 08. august 2016 til 30 apríl 2018. Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað eitt ár. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Siggu Óladóttir Joensen, leiðara á telefon 238041. Setanarviðurskifti: Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.15 – 17.00 Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. juni 2016 kl. 12. Eisini ber til at senda teldupost til info@fuglafjordur.fo. Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38 Fo-530 Fuglafjørður Fuglafjarðar Kommuna Heilsurøktari og heilsuhjálpari til eldrasambýlið Gøtubrá Heilsurøktari Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdar- fullum heilsurøktara til eldrasambýlið Gøtubrá. Arbeiði fevnir um røkt til húsfólkini á Gøtubrá. Talan er um eitt fast starv á brøk 0,8 í skiftandi vaktum. Førleikakrøv Umsøkjari skal vera heilsurøktari – tó um ongin heilsurøktari søkjur ynskja vit starvsfólk við røktarfakligari útbúgving. Vit ynskja at tú • sært týdningin av at vera ein partur av røkti- ni/heilsurøktini til eldri fólk • hevur hegni til at kveikja undir týdningin vælveru til eldri fólk skaptan í dagligdeg- num • hevur førleika at taka ábyrgd av røktini/heil- surøktini til eldri fólk • hevur ans fyri dagligdegnum á eldrasambýli Heilsuhjálpari Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrg- darfullum heilsuhjálpara til eldrasambýlið Gøtubrá. Arbeiði fevnir um røkt til húsfólkini á Gøtubrá. Talan er um eitt fast starv á brøk 0,7 í skiftandi vaktum. Førleikakrøv Umsøkjari skal vera heilsuhjálpari – tó um ongin heilsuhjálpari søkjur ynskja vit starvsfólk við áhuga fyri eldrarøkt. Vit ynskja at tú sært týdningin av at vera ein partur av røktini til eldri fólk hevur hegni til at kveikja undir týdningin vælveru til eldri fólk skaptan í dag- ligdegnum hevur førleika at útinna røkt av eldri fólk hevur ans fyri dagligdegnum á eldrasam- býli Setan og løn Størvini hava tilvísing til deildarleiðaran, og verða at byrja 1. aug. 2016 ella skjótast gjør- ligt. Størvini verða at seta sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Beintu Áargarð, deildarleiðara á tlf. 730252. Umsókn Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. juni 2016 kl. 14.00. Umsóknin skal sendast til: Nánd – Kulibakki 8 – 520 Leirvík, ella á tel- dupost: nand@eystur.fo Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldra- røkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýlir, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Samstarvið hevur tilsaman 51 ársverk. Á Gøtubrá, ið er eldrasambýlið í Norðragøtu, starvast heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar, reingerðarfólk og køksfólk, tilsaman 17 ársverk. Pláss er fyri 15 húsfólkum, 5 av hesum eru á demensdeildini. Sí meira um Heimatænastuna hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu á www.eystur.fo undir stabba- num “eldri”. Námsfrøðingur til Brúsa í Leirvík Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi at byrja 08. august 2016. Talan er um eitt starv á 25 tímar um vikuna. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til: Eysturkommuna Kulibakki 8 520 Leirvík ella eystur@eystur.fo Umsóknarfreistin er: fríggjadagin, 24. juni 2016 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóhonnu Vest, leiðara á telefon 73 00 41 Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett ístaðin í tíðaravmarkað starv. STØRV Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ?