týsdagur 14. juni 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2016 · Nr. 68
18
Sosialurin
STØRV
Musikkskúlin í Suðuroy søkir eftir
leiðara.
Ynskir tú at verða við til at menna
tónleikaevni og fimi næmingsins,
loysa og aga skapandi megi
hansara og geva hvørjum
næmingi sær størri møguleika til
at uppliva og meta um tónleik og
at leggja støði undir einum ríkum
tónleikavirksemi í oynni, so er hetta
arbeiðið júst nakað fyri teg.
Tú kemur at samstarva við heimini,
skúlan, tónleikafeløg og onnur, ið
hava áhuga innan hetta økið.
Musikkskúlin væntar at
umsøkjarar skulu:
• hava útbúgving frá
musikkkonservatorii e. líknandi
• vera kveikjandi
• duga at skipa fyri
• hava góð samstarvsevni
Tað er ein fyrimunur at vera lærari
í musikkskúlanum
Setanartíðarskeið 1. august 2016 til
31. Juli 2019
Kommunurnar í Suðuroy eru
setunarmyndugleiki.
Arbeiðstíðin er 10 tímar um
vikuna svarandi til 1/2 tíð
sambært sáttmálanum hjá Føroya
Musikklærarafelag.
Umsóknarfreist: 24. Juni 2016
Um Musikkskúlan í Suðuroy:
Musikkskúlin er ein
interkommunalur stovnur, settur á
stovn av bý-og bygdaráðum
í Suðuroy. Skúlin verður stýrdur
av eini nevnd, sum verður vald av
kommununum.
Musikkskúlin í Suðuroy er partur av
føroysku musikkskúlaskipanini.
Nevndin hevur rætt at velja
umsóknir frá, um tær ikki lúka settu
krøvini.
Umsókn skal sendast til:
Musikkskúlin í Suðuroy
v/Lisbet Jacobsen
Traðavegur 6
870 Fámjin
Meira kunning um arbeiði er at fáa
frá formanninum í nevndini Lisbet
Jacobsen tlf. 221198
Leiðari til Musikkskúlan
í Suðuroy
Námsfrøðingar
Til barnagarðin í Gerðinum í Skopun verður søkt
eftir námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna frá
4. august 2016.
At byrja við, er ætlanin at viðkomandi sum verður
settur í starv, skal arbeiða við teimum børnum, sum
ganga í frítíðarskúla, og partvís við teimum børnum,
sum eru í skúlabólki. Viðkomandi skal tó eisini kunna
traðka til aðra staðni í húsinum.
Í løtuni eru vit í ferð við at gera nýggja námsætlan,
og gevur hetta viðkomandi, sum verður settur,
møguleika at vera við í tí arbeiðinum.
Um spurningar eru til starvið, eru tit vælkomin at
seta tykkum í samband við leiðaran á tel. 216202.
Skrivlig umsókn við prógvi og møguligum viðmæli
verður at senda til:
Barnagarðurin í Gerðinum
Tunguvegur 10
240 Skopun
ella til T-post:
gerdinum1@gmail.com
Starvið verður sett samb. sáttmála millum KAF og
Føroya Pedagogfelag.
Umsóknarfreistin er 29. juni 2016
Skopunar Kommuna
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.