týsdagur 14. juni 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2016 · Nr. 68
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Seinnu hálvfinalurnar í kappingini
um løgmanssteypið vera í kvøld.
Tað
verður
í
tveimum
upp
gerðum í Eysturoy, at tað verður
avgjørt, hvørji liðini verða, sum
leygarkvøldið 27. august skulu
dystast í finaluni.
Klokkan 18.30 hittast NSÍ og KÍ
við Løkin í Runavík, og klokkan 19
verður grannauppgerð í Sarpugerði
millum Víking og Skála.
Í fyrru hálvfinaluni vann KÍ 4-1 á
heimavølli ímóti NSÍ, sum legði seg
framum við máli, ið Pól Jóhannus
Justinussen setti í netið við stútara,
eftir at Árni Frederiksberg hevði
lagt horna innfyri. Ta løtuna sá
tað út til, at talan kundi verða um
avgerandi mál, tí mál á útivølli
eru avgerandi, um tað eftir báðar
hálvfinalurnar stendur á jøvnum.
So fór málmaskinan hjá klaks
víkingum av álvara at snurra:
Semir Hadzibulic javnaði, undan
steðginum skoraði Jóannes Bjarta
líð tvær ferðir, og tíðliga í seinna
hálvleiki skoraði Páll A. Klettskarð
til 4-1.
At KÍ leiðslan eftir fyrru hálv
finaluna er so trivalig ber við sær,
at KÍ er risa favorittur í kvøld at
spæla seg í finaluna. Tað eru eisini
onnur viðurskifti, sum tala fyri,
at tað í kvøld skal ganga so nógv
øðrvísi hjá bæði KÍ og NSÍ, enn
tað hevur gjørt seinastu ferðirnar,
um NSÍ skal megna at spæla seg í
finaluna:
Síðani fyrru hálvfinaluna hava
liðini spælt landskappingardyst
í Klaksvík, sum heimaliðið vann
4-0. Síðsta sunnudag vann KÍ 2-0
á heimavølli ímóti Víkingi, meðan
NSÍ tapti 3-1 á útivølli ímóti TB.
Einki mál er skorað ímóti KÍ, síðani
Pól Jóhannus Justinussen legði
NSÍ framum í áttanda minutti í
fyrru hálvfinaluni. Tað vil siga,
at KÍ hevur í steypakappingini
og landskappingini spælt í 262
minuttir, uttan at tað hevur
eydnast mótsstøðuliðunum at fáa
bóltin í málið aftanfyri framúr væl
upplagda Kristian Joensen.
Í sama tíðarskeiðið hevur NSÍ –
umframt í steypadystinum ímóti
KÍ, tá ið fýra mál fóru ígjøgnum
– latið sjey mál fara ígjøgnum í
tveimum landskappingardystum –
0-4 ímóti KÍ og 1-3 ímóti TB.
Harvið verður talan um uppgerð
millum eitt lið á aldukambinum og
eitt í dalinum:
– Vit ásanna, at tað hevur ikki
gingið so væl hjá okkum seinastu
ferðirnar. Takið er nú at venda
gongdini, sigur NSÍ venjarin Anders
Gerber, sum umframt hálvfinaluna
í kvøld eigur grannauppgerð og
stevnudyst á heimavølli leygar
kvøldið ímóti Víkingi at hugsa um.
– Landskappingardystin fara vit
ikki at savna okkum um, fyrr enn
dysturin ímóti KÍ er liðugur. Nú
hava vit fokus á at avrika so væl,
sum vit megna í hálvfinaluni, sigur
NSÍ venjarin.
Dreymurin nærri
enn veruleikin
Í Klaksvík er fótbóltslagið so gott,
sum tað ikki hevur verið í seytjan
ár. Tað sæst eitt nú aftur í so
stórum áskoðarafjøldum, sum tað
ikki hava verið at sæð í Klaksvík
í nógv ár. Einki er at ivast í, at tey
vera mong, sum í kvøld fara undir
Leirvíksfjørð og út til Runavíkar.
Í 1999 vann KÍ bæði steypa
kappingina og landskappingina.
Síðani tá hevur besta liðið einki gull
og skreyt vunnið.
Málið var undan kappingar
byrjan at vinna atgongumerki til
europeisku kappingarnar næsta
summar. Í landskappingini hevur
liðið vunnið fulla úrtøku sjey
ferðir á rað. Tað ber oddasess
og leiðslu upp á fýra stig niður
til næsta avbjóðaran við sær.
Harvið er tað ikki undarligt, um
tað er gulldeymur og ikki bara
gulldreymur í viðhaldsfjøldini.
Venjarin vil tó ikki siga, at KÍ er
favorittur:
– Vit halda okkum til málið,
sum undan kappingarbyrjan varð
sett, og tað er at vinna rættin
at
spæla
europeiskan
fótbólt
næsta kappingarár, sigur Mikkjal
Thomassen.
Europeisku
atgongumerkini
kunnu longu verða veruleiki 27.
august, um tað eydnast í kvøld at
halda NSÍ frá stórsigri, og um tað
eydnast at vinna steypafinaluna.
Stigatalvan sigur, at tað í lands
kappingini eru átta stig aftur til
fjórða plássið, sum NSÍ í løtuni er á.
Tí ber til at siga, at dreymurin í
løtuni sær út til at vera nærri veru
leikanum, enn veruleikin er, sum
teir í Klaksvík siga seg at halda seg
til!
Royndir og ágrýtni
Hin hálvfinalan verður í Sarpu
gerði, har Skála verður gestur hjá
Víkingi, sum hevur vunnið steypa
kaqppingina fýra tær seinastu
ferðirnar.
Víkingur
vann
fyrru
hálv
finaluna á Skála 1-0. Miðverjin
Erling
Jacobsen
skoraði
sera
týdningarmikla málið á útivølli, tá
ið tað bara restaðu tveir minuttir.
Síðani fyrru hálvfinaluna hevur
Víkingur í landskappingini vunnið
1-0 á heimavølli ímóti HB og tapt 2-0
í Klaksvík. Skála hevur staðið seg
væl seinastu vikurnar. Eftir tepra
heimatapið í fyrru hálvfinaluni
hevur Skála megnað 1-1 í Gundadali
ímóti FM vinnarunum í B36 og
vunnið 1-0 á heimavølli ímóti AB.
Skála hevur ongantíð verið í
steypafinaluni, meðan Víkingur
hevur vunnið fýra tær seinastu
finalurnar. Vónin livir millum
víkingarnar um, at tað skal eydnast
at vinna fimtu steypafinaluna á rað
og harvið at leggja seg upp á síðuna
á HB, sum eigur metið við fimm
finalusigrum á rað – 1978-1982.
Kann verða søguligt
Um KÍ í kvøld megnar tað, sum
gongdin seinastu tíðina leggur upp
til, so verður talan um søguliga
finalu leygarkvøldið 27. august.
KÍ hevur ongantíð hitt Víking í
steypafinaluni, og KÍ hevur ongan
tíð hitt Skála í steypafinaluni.
GÍ og KÍ hittust í steypafinaluni
í 1990. Tá vann KÍ 6-1.
NSÍ-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.30.
Víkingur-Skála: Lars Müller kl.
19.00.
joannes@sosialurin.fo
DREYMARNIR FARA
FRAM UM VERULEIKAN
Upptakt
FÓTBÓLTUR Nógv talar fyri, at talan verður um
søguliga finalu í kappingini um løgmanssteypið
FÓTBÓLTUR