týsdagur 14. juni 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 15. juni 2016 · Nr. 68
Tróndur Arge
Fyrstu dagarnar í EM 2016 hava
verið merktir av nógvum saman
brestum millum fótbóltsáskoðar
ar. Serliga galið hevur verið í
suðurfranska býnum Marseille,
har russiskir, enskir og lokalir
áskoðarar gjørdu um seg fleiri
ferðir í døgunum rundan um
dystin
millum
Russland
og
Ongland.
Nú hevur tað fingið avleiðingar
fyri serliga Russland, ið skal verða
vertur fyri HM endaspælinum um
tvey ár.
Gult kort til Russland
Áður hevur UEFA ávaraði bæði
londini um, at um tey ikki fáa
tamarhald á teirra áskoðarum, so
kann tað enda við, at londini verða
tveitt úr EM, og í dag boðar UEFA
frá, at tey hava givið gula kort
til Russland. Um nakar av teirra
áskoðarum heldur fram við at
fremja harðskap undir dystunum,
so verður russiska bjørnin tveitt
úr EM.
Avgerðin er tikin í kjalarvørrin
um av bardaganum á áskoðara
plássunum aftaná dystin móti
Onglandi, tá ljóta síðan av fót
bólti veruliga gjørdist sjónlig tá
dómarin floytaði av. Alt fyri eitt
herjaðu russiskir áskoðarar á
ensku áskoðararnir, ið royndu
at taka til rýmingar. Millum teir
ensku áskoðararnir vóru børn og
kvinnur.
Umframt at hótta við at tveit
Russland úr, hevur UEFA handað
russiska
fótbóltssambandinum
eina bót á áleið 1,1 millión krónur.
Nýtt slag av hooligans
Her í Føroyum kenna vit kanska
best til ensku hooligans, umframt
rákið í Danmark og Svøríki, har
tað javnan kemur ilt millum
áskoðararnar
hjá
ymiskum
liðnum. Úr Onglandi kenna vit
hooligans frá serliga 70 unum
og 80 unum, tá tað framvegis
var lutfaldsliga bíligt at fara til
fótbólt. Feløg sum West Ham
og Millwall eru tiltikin fyri sínar
harðrendu áskoðarar frá tá í
tíðini, men við Hillsborough van
lukkuni og eftirfylgjandi Taylor
frágreiðingini, bleiv hooligans
umhvørvið aldrin tað sama aftur.
Økt eftirlit, øktir atgongu
merkjaprísir og broyttur hug
burður hava gjørt serliga Premier
League fótbólt til nakað heilt
annað.
Hinvegin, so tykist hooligans
rákið í Russlandi blóma. Talan
er sambært altjóða miðlum, sum
grava í rákinum, um eitt heilt nýtt
slag av hooligans.
Talan er í fleiri førum um
ungar menn, sum ikki á sama hátt
sita og drekka øl og uppføra seg
býtt. Her er talan um vælvandar
ungar menn, sum fara til dyst við
tí endamáli at berjast. Teir eru
væl skipaðir, gjara kønir í boksing
ella øðrum líknandi slagi av ítótti,
og hava vanligt arbeiði heima í
Russlandi.
Tað er eisini ein av orsøkunum,
at teir so lætt eru slopnir til
Frakland, tí teir eru ikki bólkaðir
sum hooligans. Teir hava pengar
og gott arbeiði.
– Flestu av teimum venja
boksing ella mixed martial arts,
liva eitt sunt lív og drekka ikki,
sigur Andrei Malosolov, russikur
tíðindamaður við BBC.
Í
Russlandi
eru
tíðindini
móttikin við blandaðum kenslum.
Summi haldi hetta er ræðuligt
og fordøma tað, meðan aðrir
politikkarar hava enntá róst
ófriðakroppunum,
sum
rættir
menn.
EM í vanda?
Í hesum døgum, tá øll hava eitt
myndatól upp á sær, so er skjótt at
tíðindini koma kring allan heimin,
og tí er kanska eisini vert at hava
tað í huga. Til aðrar dystir hevur
atburðurin millum viðhaldsfólkini
verið avbera góður. Mánadagin
sást myndir av svenskum og
írskum viðhaldsfólkunum hond í
hond.
”Gula
kortið”
til
Russland
skal helst ikki skiljast sum, at
Russland verður útihýst uttan
víðari. Tað stendur í ávaringini,
at treytaði dómurin um útihýsing
bara verður gjøgnumførdur, um
russiskir áskoðarar gera um seg
inni á leikvøllinum aftur.
Tí røkist lítið fyri, at Russland
verður útihýst og at EM er í
vanda. Hinvegin, so er tað ótrúliga
óheppið at tað skal seta so stóran
dám á EM endaspælið.
trondur@sosialurin.fo
EM-FÓTBÓLTUR UEFA
hevur givið Russland
eina greiða ávaring í
samband við, at russiskir
hooligans hava gjørt um
seg í Fraklandi. Eina ferð
afturat, so verður Russland
tveitt úr EM eru boðini
UEFA HÓTTIR
RUSSLAND VIÐ
ÚTILOKAN
FÓTBÓLTUR