Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN JUNI 2016 4 Altíð ein rúgva ein kann ynskja sær. Men hesaferð sæst á listanum, at vit nýliga eru blivin húsaeigarar LEKKRIR SKÓGVAR Arkk copenhagen hevur hesar fantastiska lekkru skógvarnar… ynski mær teir í melange Fáast fyri umleið 800,- KØKURIN KANN VERA SAMLINGSSTAÐIÐ Ynski mær so innarliga ein nýggjan ljósan køk, við eini oyggj… Fæst í ymiskum prísklassum AVSLAPPANDI OG DROYMANDI Síggi fyri mær, hvussu avslappandi, sveimandi og droymandi tað man vera at sita í einum sovorðnum heingistóli Fáast fyri umleið 2000,- EIN SOFA TIL NÆSTAN ALT Eg ynski mær eina U sofu, har man kann sita, liggja, hoppa, sova, klemmast, lesa bøkur, spæla spøl, sleingjast, hyggja at sjónvarpi… ja, og alt tað man nú ger, tá man eigur smábørn, uttan at skula siga at tað ikki er loyvt… og samstundis fáa eina rúgvu av vælveru og komfort :) Fáast í ymiskum prísklassum MÍN HEILT EGNA »KØKSHAVA« Tað man at vera fantastiskt at hava ymiskar urtir og fruktir vaksandi í havanum. Men eg eri nú eisini so, at eg hevði ikki klárað at hildið lív í einum stórum drívhúsi, so eitt Palram-plant- Inn-drívhús hevði verið akkurát nakað fyri meg Fáast fyri umleið 1500,- NÝTT LÍV Haldi at flísarnir hjá okkum treingja til nýtt lív… Fáast í ymiskum prísklassum LIVANDI VEGGIR Fantastiskt at kunna geva veggunum »lív«, so teir ikki bara eru ein einlitt flata Fáast í ymiskum prísklassum SNØGGAN HAVA Haldi tað er týdningarmikið at røkja sín hava, men tími so illa at raka grasið saman, tá eg havi sligið. So ein maskina við, sum tekur grasið upp, hevði komið væl við Fáast fyri umleið 1.200,- GUL ER KUL Mangli altíð eina whiteboard… so hví ikki ynskja sær eina gula whiteboard talvu Fæst fyri umleið 320,- PLANTURNAR GERA TAÐ EYKA HEIMLIGT Eg elski plantur, og haldi tær gera tað eyka heimligt… nú nú er fult á hillum og karmum, so nú ynski eg mær hangifjalarar ;) Fáast í ymsum støddum úr umleið 150,- Ynskilistin HJÁ HILDUR