týsdagur 14. juni 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN JUNI 2016
Barbara Holm
Í reyðu húsunum í Gríms Kambansgøtu
í Havn er søguríkt at trína inn. Í
stásiligu kørmunum er eitt modernað
huglag flætta saman við tí søguliga,
sum hetta húsið hevur at bjóða. Hetta
er ikki bara eitt vanligt hús. Hetta er
barnsdómsheimið hjá ein av okkara
mætastu rithøvdunum, Jørgen Frants
Jacobsen, sum er faðir at søguni um
Barbaru.
Her vaks hann upp. Og tað er ikki av
tilvild, at Súsanna Danielsen nú býr í
hesum søguríka heimi. Jørgen Frants
var mammubeiggi hennara, og húsið var
eisini barnsdómsheimið hjá mammu
Súsonnu. Tey vóru nógv systkin, men
flestu teirra vóru ógift, so fyri nøkrum
árum síðani keypti Súsanna húsið.
Hon gjørdi umvælingar á húsini,
men hevur megnað at varðveita tað
søguliga í sjarmerandi heiminum.
Gomlu møblarnir og gomlu myndirnar
á veggjunum, sum dokumenterað, at
møblarnir eisini stóðu frammi fyri fleiri
áratíggjum síðani vísa, at her er eitt
hús við sál. »Sum eg elski slík hús, sum
tú næstan ikki kann keypa fyri pengar
í dag«, hugsaði eg, tá ið eg setti meg í
nýpolstraðu grønu antikkstólarnar,
sum standa við vindeyga í stovuni.
Vindeyga, sum kagar út yvir Skálatrøð
og bátarnar á fjørðinum. Tí sannleikin er
tann, at ein húsasál er nakað, sum einans
kann skapast gjøgnum ættarlið av
upplivingum, minnum og umvælingum.
Tann fíni dansurin millum tað gamla og
tað nýggja hevur Súsanna meistra til UG.
Súsanna sjálv er uppvaksin á Velba
stað, men síðani ár 2000 hevur hon
búleikast í gomlu húsunum á Gríms
Kambansgøtu. Og tað er eisini í hesum
– EG ERI RÆTTILIGA BEINT
FRAM. TÚ FÆRT MÍNA ERLIGU
MEINING OG EG STANDI VIÐ
HANA, UM EG ERI VÍS Í, AT
HON ER TANN RÆTTA. EG
HAVI ONGANTÍÐ EINA DULDA
DAGSSKRÁ, TÁ IÐ EG SIGI
OKKURT. EG SIGI TAÐ BARA, TÍ
EG HALDI TAÐ ER TAÐ RÆTTA,
SIGUR SÚSANNA DANIELSEN,
SUM FRAM TIL 2014 VAR STJÓRI
Í LØGTINGINUM
Súsanna Danielsen:
– Eg eri kanska ov skjót
á avtrekkjaranum
Framhald á næstu síðu