týsdagur 14. juni 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN JUNI 2016
6
húsi, at Súsanna í dag nýtur lívið.
Síðani 2014 hevur hon arbeitt í fýra
mánaðir sum leiðari fyri heilsu og
umsorganartænastuna hjá Tórshavnar
Kommunu, men fyri uttan tað hevur
hon ongar ætlanir um at halda fram at
arbeiða.
– Eingin setur ein fyrrverandi stjóra
í starv. Tað hevði eg heldur ikki tímað,
sigur Súsanna Danielsen, tá ið vit
nærkast prátinum um, hvørjar framtíðar
ætlanirnar eru.
Heldur enn at leita sær nýtt starv,
hevur hon valt at nýta orkuna uppá tey
tingini, sum hon ongantíð fekk stundir
til sum løgtingsstjóri. Eitt nú gongur
leiðin á transiberisku jarnbreytina
í september, saman við vinkonuni
Julionnu Klett.
Og hóast starvið sum løgtingsstjóri
er tað, sum flest okkara ivaleyst knýta
hana saman við, so er eingin saknur at
hóma, nú Súsanna hevur vent politisku
tilveruni bakið.
MILLUM FÝRA TÆR FYRSTU
Í 1980 var Súsanna Danielsen útlærd sum
juristur. Í dag er tað ein útbúgving, sum
nógvar kvinnur fáa sær, men í byrjanini
av 80’unum vóru fáar føroyskar kvinnur
við heitinum »jurist«. Súsanna var í
so máta ein slóðbrótari, tí tá hon varð
liðug taldist hon millum tær fyrstu fýra
kvinnurnar, sum valdu hesa yrkisleiðin.
– Eg visti altíð, at eg ikki skuldi fáa
mær eina cand.mag útbúgving, tí at
undirvísa liggur ikki reiðiliga til mín.
Og tað gera tey bleytu økini heldur ikki,
sigur Súsanna Danielsen og leggur aftrat,
at hon kanska er ov ótolin til slíkt.
Tí var tað kanska óvæntað, at Súsanna
skuldi taka við avbjóðingini sum leiðari
fyri heilsu og umsorganartænastuna. Tí
satt at siga, er tað ikki reiðiliga hennara
koppur av te.
– Tað var áhugavert at royna meg
innan umsorganarøkið, men tað er ikki
eitt økið, sum eg havi stóran áhuga í. Eg
kenni annars til tað, tí eg hevði mostrar
innan júst umsorganarøkið. Men nei, tað
er ikki eg, staðfestir Súsanna Danielsen.
Við teirru vitan longu eftir lokna
miðnámsskúlaútbúgving fór Súsanna
tí undir at lesa jura. Bert fýra mánaðir
eftir lokna universitetsútbúgving
fekk Súsanna dóttrina Amaliu. Og tær
báðar fluttu aftur til Føroya. Súsanna
fekk bjóðað starv í landsstýrinum og
tók av. Og Amalia fór í ansing longu
sum 3 mánaðar gomul. Tað er annars
vanligt í dag, at vit kjakast um at leingja
barnsburðarfarloyvi so, at mammurnar
kunnu vera heima við børnunum sum
longst. Súsanna Danielsen vil ikki blanda
seg í kjakið um barnsburðarfarloyvi,
tí tað ávirkar ikki hana longur. Men
hon staðfestir, at skil má vera við
broytingunum.
– Eg skal ikki blanda meg í hatta
kjakið, men um so er, at man ætlar at
leingja barnburðarfarloyvi, so skulu
páparnir eisini tvingast í barsil, sigur
Súsanna Danielsen.
Hví? Jú, tí annars verða kvinnur
afturúrsigldar á arbeiðsmarknaðinum.
– Karrierukvinnur, sum kanska føða
3 børn í bestu árum, kunnu illa hvørva
frá arbeiðsmarknaðinum í trý ár. Tær
skulu sjálvandi hava rætt til tað, um tær
ynskja, men verður tað ein skylda bara
fyri kvinnur, so vita vit, hvør fær tey
betru størvini, sigur Súsanna Danielsen.
Karriera er tó ikki nakað, sum
Súsanna hevur strembað eftir, hóast
hon hevur eitt heldur imponerandi CV
aftanfyri seg. Hon hevur ongantíð longst
eftir fakligari viðurkenning, men hevur
tó tikið móti teimum møguleikunum,
sum heimurin hevur bjóðað henni.
– Eg havi ongantíð fylt ambitiøsum
dreymum. Eg haldi eg eri nokso alminde
lig. Kanska eitt sindur beint fram og reel,
sigur Súsanna Danielsen, tá ið hon er
biðin um at seta orð á seg sjálva.
Tað er sjálvandi trupult, men tað, sum
Súsanna heftir seg við er, at hon mangan
hevur verið ov skjót á avtrekkjaranum.
TELUR SKJÓTT UPP Í 10
Súsanna minnist aftur á eina ferð,
sum hon var á í Íslandi, saman við
formansskapinum í Løgtinginum. Tá
sat Bjarni Djurholm, fólkaflokkurin,
ið formansskapinum og av onkrari
orsøk komu tey at tosa um hetta við
at telja upp í 10, áðrenn man reagerar.
Serstakliga um man hevur hug at øsa seg
um tað, sum man skal reagera uppá.
– Tá lat í Bjarna – »so telur tú for
banka skjótt«, fortelur Súsanna flenn
andi eftir tí viðmerkingini, sum hon
heldur er rættiliga beinrakin.
Tí veruleikin er helst tann, at hon
til tíðir hevur tað við at vera ov brá og
bersøgin í vendingunum. Men tað er ikki
nakað negativt í sær sjálvum.
– Eg haldi samstundir, at eg eri reel. Eg
sigi tingini, sum eg síggi tey, og eg havi
onga dulda dagsskrá. Eg sigi einki orsaka
av nøkrum øðrum enn, at eg haldi tað
er soleiðis tað fyriliggur, sigur Súsanna
Danielsen.
Sum stjóri í løgtinginum ert tú
fakliga mótspæli til politikararnar, og
tað er høvuðsuppgávan hjá løgtings
umsitingini at tryggja, at nýggjar lógir
eru samanbariligar við galdandi lóggávu.
Og tað sigur seg sjálvt, at tað til tíðir
kann krevja sína kvinnu at siga sum er.
Í hesum døgum, tá ið vit tosa nógv um
javnstøðu, nú tað eru 100 ár síðani, at
kvinnur fingu valrætt í Føroyum, koma
vit sjálvsagt inn á tað økið eisini. Men
Súsanna hevur ongantíð merkt nakran
trupulleika orsaka av sínum kyni.
– Eg haldi eg fekk staðfest mínar
kompetansur og mína persónligheit væl,
tá ið eg arbeiddi í landsstýrinum. So tá
eg kom í løgtingið var eingin, sum fór
við mær á nakran niðrandi hátt, sigur
Súsanna Danielsen.
Men hon hevur tó upplivað, at
kvinnur fáa øðrvísi viðfer enn menn.
Til dømis tá ið hon arbeiddi saman við
Maritu Petersen, fyrstu kvinnuliga
løgmanni í Føroyum.
– Tað var ikki altíð lætt hjá henni
at vera kvinna. Hon var óluksáliga illa
viðfarin til tíðir, staðfestir Súsanna
Danielsen.
TVEIR YMISKAR LEIKLUTIR
Í TINGINUM
Sum staðfest fyrr í samrøðuni við
Súsonnu Danielsen, er umsorganarøkið
og undirvísingarøkið ikki júst hennara
koppur av te. Men tá ið tú arbeiðir sum
ovasta leiðslan í einari umsiting, so
krevur tað eisini, at tú arbeiðir við fólki.
Og sum vera man kemur tað ivaleyst
undir umsorganararbeiði so ella so.
– Við politikarunum var tað altíð eitt
ávíst mál, sum man arbeiddi við. Men
sum starvsfólkaleiðari eru tað eisini
persónligar relatiónir, sum gera um seg,
sigur Súsanna Danielsen.
Meðan tað politiska arbeiði í sær
sjálvum var rættiliga beint fram í
tann mun, at tú ongantíð viðgerð eina
persónssak av nøkrum slag, so var heldur
øðrvísi á sjálvari skrivstovuni.
– Eg vil siga tað, at av tí politiska
slagnum var ongantíð nakað, sum
plágaði eftir loknan arbeiðsdag.
Men tað er tað altíð, tá ið umræður
persónlig viðurskifti hjá onkrum
av starvsfólkunum, sigur Súsanna
Danielsen.
Tað er nú gott hálvtannað ár síðani,
at Súsanna takkaði fyri seg sum
løgtingsstjóri, og hóast ein kundi trúð, at
útvarp og sjónvarp per automatik stóðu
á tingvarpinum allan dagin, so er tað
kortini ikki veruleikin í reyða húsinum á
Gríms Kambansgøtu.
– Eg sakni tað als ikki. Eg lurti eftir
tíðindunum og slíkum, men eg lurti
ongantíð eftir tingvarpinum longur,
sigur Súsanna, sum er týðiliga fegin um
alt tað, sum hon nú hevur stundir til.
LÍVIÐ SUM OMMA OG LÍVSNJÓTARI
Súsanna Danielsen fekk í 1980 eina
dóttir. Nú 35 ára gamla Amalia er
útbúgvin lækni og starvast á lands
sjúkrahúsinum. Amalia eigur tvey børn
og hevur harvið givið Súsonnu tvey
ommubørn, sum hon nýtur gott av, nú
tíðin strekkir til tann partin av lívinum
eisini.
– Eg elski børn og at ommast,
staðfestir Súsanna og sum vera man,
er tað eisini ein fastur partur av
gerandisdegnum í dag.
Men tað er ikki bara lívið sum omma,
sum fyllur, nú Súsanna hevur lagt
arbeiðshandskarnar frá sær. Eisini
ferðing er vorðin ein alsamt størri
partur av lívinum. Og umframt tað
eru tað havin, fjallatúrar og til tíðir
havsvimjingin, sum fáa rúmd í tí dagliga.
Tó havsvimjingin var ein størri partur
av lívinum fyrr – áðrenn Súsanna
fekk staðfest krabbamein í bróstinum.
Tað var í 2012, at annað brósti varð
tikið orsaka av krabbameini. Og hóast
flest øll samantvinna tungar løtur og
krabbamein saman, so var tað kortini
ikki veruleikin hjá Súsonnu.
– Eg veit ikki hví, men eg hevði ikki
eina svøvnleysa nátt ella ein tungan
tankan av krabbameininum. Eg fekk
tikið brósti, men minnist tað ikki sum
eina tyngjandi tið, sigur Súsanna
Danielsen.
Hon mátti tó til Keypmannahavnar til
stráluviðgerð, men eisini hetta gjørdist
ein hugnalig tíð, so løgið tað ljóðar.
– Eg fekk als ikki nøkur keðilig
hjáárin av stráluviðgerðini, men
ístaðin fekk eg stundir at enduruppliva
Keypmannahavn, sigur Súsanna
Danielsen.
Tað eru tó fleiri keðiligar avleiðingar
av bróstkrabbanum. Tann eina er, at
Súsanna nú ikki kann svimja í havinum
eins nógv, sum hon áður hevur gjørt. Og
hitapottar eru ein farin tíð.
– Eg gangi við handska á vinstra armi
nú, tí annars hovnar hondin, tí kertlarnir
eru tiknir burtur, greiðir Súsanna frá.
Tað hevur hon tó eisini vant seg við,
og í øllum rokanum við ommubørnum,
ferðing á transiberisku jarnbreytini, at
halda hús og hava og øðrum við, hevur
hon ikki tann stóra saknin til havið og
hitapottarnar.
Súsanna Danielsen dugir at njóta
dagin og løturnar við familju, vinum
og kenningum. Og tá politiska arbeiðið
kallar, sum tað enn onkuntíð ger, so
gevur hon tey ráð víðari, sum hon hevur
lært. Fyri stuttum var Súsanna kalla á
fund í tinganesi um stýrisskipanarlógina,
sum nú aftur skal til viðgerðar í
politiskum sambandi – eins og hon hevur
verið tað eini 12 ár áður.
– Eg fór á fundin men eg skundaði
mær avstað aftur. Eg tími hatta ikki
meira, staðfestir lívsnjótarin í teimum
reyðu húsunum við tí ríku søguni.
barbara@sosialurin.fo
Eg fekk als ikki nøkur keðilig hjáárin
av stráluviðgerðini, men ístaðin
fekk eg stundir at enduruppliva
Keypmannahavn
Súsanna Danielsen