týsdagur 14. juni 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN JUNI 2016
8
HAVIÐ RUNDANUM OKKUM
FØROYINGAR ER SPRELLLIVANDI
Birgith Lassen
Her liva jákupskeljar, hummarar og
annað sjógæti, sum útlandið rindar í
dýrum dómum fyri at fáa hendur á. Og
vit sjálvi?
Vit kunnu keypa ferskan og livandi
føroyskan hummara í Miklagarði til nógv
bíligari penga. Fimm hummarar fært tú fyri
100 krónur, og tað er nokk til at metta ein
persón, um tú hevur salat og breyð afturvið.
Ræðist tú at fara í gongd við at matgera
við hummara, tí tað tykist innviklað og
farligt? Tað hevur tú onga verðins orsøk
til. Hummari er bæði skjótur og lættur at
matgera, og tá tú drepur hann á rætta hátt,
er tað so humant, sum tað kann gerast.
Hummari kann borðreiða á fleiri ymsar
mátar: Hann kann grillast. Hann kann
steikjast í ovni við hvítleyki og smøri. Hann
kann etast ráur. Men best er at eta hann
kókaðan, siga tey serkønu. Ein minutt í
kókaðum vatni, so er hummarin perfektur.
Royn tað saman við okkum. Tað er ikki
so farligt, sum tað tykist
birgith@sosialurin.fo
Nátturði til 2 persónar:
Tilfar:
● 10 hummarar (fáast í Miklagarð
– 100,- krónur fyri 5 stk.)
● Sitrón.
● Ein góð salatblanding við søtari frukt
sum t.d. mango ella jarðber.
● Langbreyð.
Soleiðis gert tú:
● Blandað eitt gott salat og set langbreyðið
at hita í ovninum.
● Sett eina stóra grýtu av vatni at kóka.
● Slepp tínum livandi hummara niður
í tað kókandi vatnið.
● Kóka í 1 minutt.
● Servera saman við salati, sitrón og langbreyði.
Verðins lekrasti
nátturði uppá
ein minutt
Hummari
Henda síða er fíggjað av Miklagarði