týsdagur 14. juni 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN JUNI 2016
10
Hallur av Rana
Tá hugt verður eftir matseðlunum á
føroyskum matstovum tykist, at føroy
ingar ikki ordiliga hava funnið eitt orð
fyri máltíðina, ið onglendingar brúka um
eina máltíð, ið er bæði morgunmatur og
miðmálin á middegi.
Kortini hevur bronsj gingið sína sigurs
gongd gjøgnum Føroyar tey seinastu árini,
so at tað nú eru tær flestu matstovurnar,
ið hava okkurt slag av máltíðini á mat
seðlinum. Tað er tó ymiskt nær matstov
unum bjóða bronsj, ið vit velja at kalla tað.
Nakrar matstovur bjóða tað hvønn dag og
onnur bara um vikuskiftið. Ymisk er eisini
hvussu nógv verður gjørt burturúr, har
nakrar matstovur gera heilt nógv burturúr,
og bjóða sjálvtøkuborð, meðan onnur
einans bjóða ein tallerk av mati.
Vit hava verið og kannað seks støð kring
Føroyar fyri at kjósa Føroya besta bronsj.
Her er okkara meting.
TRÝ KRØV
Smakkur: Heilt einfalt. Hvussu hilnast
maturin, ið verður borðreiddur.
Úrval: Tað er ikki heilt bíligt at keypa
bronsj, so tað skal helst metta. Er nokk av
mati og drekka og samsvarar vøran við
prísin.
Matgerð: Hvussu nógv gera tey við matin.
Er tað bara keypt vøra, ið verður løgd á ein
tallerk ella er tað heimagjørt?
BRUNSJ, BRONSJ, BRUNCH,
MORGUNMATARTALLERKUR
ELLA OKKURT HEILT ANNAÐ
Smakka Tórshavn 165 kr
Matur: Sjálvtøku borð við m.a. heimabakaðum bollum, heimagjørdum pesto, hummus, músli og
bønagrýta, trý sløg av osti, jogurt, vatnmelón, appilsin og heimagjørdar pannukakur.
Drekka: Tvey sløg av djús, kaffi, te og vatn.
Smakka bjóðar vistfrøðiligan vegetarmat, so tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki er staðið, ið fólk fara,
um tey ynskja bacon og pylsur til teirra bronsj. Men Smakka borgar altíð fyri eini góðari matuppliving,
og tað merkist, at her eru fólk, ið leggja nógva orku í at veita kundunum eina góða máltíð.
Men tá tað er sagt, so er munurin millum Smakka og toppskorarin hesaferð, at her er einki einstakt,
ið skarar framúr. Alt er gott, men tað er einki, ið fær meg at reisa meg fleiri ferðir fyri at fáa meira
av tí. Harumframt manglar onkur tyngri matur í úrvalinum. Grýtan við bønum mettar, men tað er
avmarkað hvussu nógvar skálir man tímir at eta av bønum.
Her eru einans smáting, ið skulu fáast upp á pláss til trý rein fimmtøl. Eitt dreymastað fyri tey, ið
ynskja eina sunna og góða máltíð.
Umami Tórshavn 135 kr
Matur: Ein bolli, eggjawrap við skinku, grønmeti, ein kaka, skorin frukt, jogurt við músli, ostur, skinka.
Drekka: Kaffi, Djús, Vatn.
Eggjawrapið er hæddarpunktið við hesi máltíðini, og er ein vitnisburður um, at maturin verður so nógv
betri, um eitt sindur eyka verður gjørt við hann.
Tíverri livdi restin av tallerkinum ikki upp við eggjawrapið, og tyktist at vera keypt vøra, ið er einans er
løgd á ein tallerk.
Tað er ikki tað, at maturin smakkar illa. Men tað er lítið til av honum, og tað er bíligari at fara í nærmasta
matvøruhandilin og keypa somu vøruni. Tað er spell, tí við eggjawrapinum prógvar Umami, at tey duga at
gera mat. Tað telur annars upp, at kaffi og fríkstpressað djús, ið smakkaði avbera væl, var við í prísinum.
Ein miðal bronsj, ið verður hálaður upp av eggjawrapinum og fríska djúsinum.
Smakkur: 4
Úrval: 4
Matgerð: 5
Heild: 4,5
Smakkur: 3
Úrval: 3
Matgerð: 3
Heild: 3
Hvar er Føroya
besti brunsj?