Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN JUNI 2016 12 Og epli eru faktiskt nakað av tí lættasta, tú kanst dyrka í tínum hava. Eisini sjálvt um tú ikki hevur jørð ella haga. Epli kunnu nevniliga eisini dyrkast í potti. Hóast vit eru komin væl inn í vakstrarárið, kanst tú enn vera ein av teimum, sum sleppur at eta tíni egnu vælsmakkandi epli í ár. SMAKKURIN Eitt epli, sum er tikið upp úr moldini og kókað innan ein fyri tíma, sigst at kunna njótast sum eitt gott glas av víni, tí tað hevur nógvar ymiskir smakkir og konsistensurin er fantastiskur. Men longu aftaná nakrar fáar tímar missa eplini sín nøta-aktiga smakk og sum dagarnir ganga, gerast eplini meir og meir ...ja, »epla-slig« og óinteressant. AT VELTA EPLI Epli hava verið velt her og har og høgt og lágt í áravís. Tað sigur nakað um, at epli ikki krevja so óluksáliga nógv. Men um tú ikki tímir út at saga eina óljutunnu í helvt fyri at velta epli í henni, so kanst tú keypa nakrar av hesum smørtu pottunum, ið eru gjørdir til endamálið. Pottarnir hóska sera væl til túnið ella terassuna. Sjálv plantan er stór og grøn og pyntar minst líka væl sum blómur í einum potti. Pottarnir eru nossligir og sera praktiskir, tí teir eru bygdir upp sum tveir pottar. Tað merkir, at tú kanst lyfta tann eina pottin og taka tey eplini, tú skalt brúka. Á tann hátt noyðist tú ikki at grava alla plantuna upp, og tú oyðileggur sostatt ikki røturnar. Tað merkir, at plantan kann vaksa víðari og geva fleiri epli. SOLEIÐIS GERT TÚ Fyrst mást tú finna útav, hvussu nógv epli, tú vilt hava. Í pottin passa trý setepli og eitt setepli gevur umleið 10 epli. Vit hava keypt tríggjar kassar og nýggju setepli. Vit fáa sostatt umleið 90 nýggj epli, og tá tilfarið fyrst er keypt, so eiga vit inni til at velta epli øll ár framyvir. SMAKKURIN AV NÝGGJUM EPLUM KANN IKKI KEYPAST FYRI PENGAR Soleiðis veltir tú epli heima HON gevur tær her eina nágreiniliga vegleiðing Hetta skalt tú keypa: • Teir serligu pottarnir, sum fáast í 2x3: 69,95,- stk. • Mold, sum fæst í 2x3: 80,00,- fyri sekkin • So nógv setepli, sum tú skalt brúka Í alt: 150,- Soleiðis gert tú: • Fyll pottin við 15 cm mold • Legg trý setepli í miðjuna við uml. 10 cm avstand • Fyll 5 cm mold • So hvørt sum bløðkan (tey grønu bløðini) byrja at vaksa, koyrur tú meir mold í pottin, tí eplini skulu aldrin koma upp undan. Tú skalt leggja moldina rundan um slokkin. Henda prosessin eitur at hyppa og verður framd fyri at syrgja fyri, at eplini ikki fáa sól. Um eplini fáa sól, gerast tey grøn og giftig. • Aftaná nakrar vikur kanst tú lyfta innara pottin upp og hyggja, hvussu tað gongur við eplunum • Eftir 6-8 vikum heystar tú tíni epli • Minst til at kóka tey innanfyri sama tíman, sum tú hevur heystað • Endurtak komandi árini! Henda síðan er fíggjað av XL-Byg