týsdagur 14. juni 2016síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN JUNI 2016
Tín havakalendari
YMISKIR ERU MÁNAÐIRNIR, OG TAÐ KANN VERA RINGT AT HALDA STÝR Á, HVAT TÚ
SKALT GERA NÆR, TÁ TAÐ KEMUR TIL HAVAARBEIÐA – SERLIGA UM TÍNIR GRØNIR
FINGRAR IKKI HAVA SO NÓGVAR ROYNDIR Á BAKI. VIÐ HESUM KALENDARANUM, KANST
TÚ HALDA SKIL Á, NÆR TÚ SKALT GERA HVAT. KLIPP ÚT OG HANG UPP:-)
Hitin er komin til landið, og tú kanst
so smátt byrja at fáa okkurt burturúr
tínum hava. Jørðin er heit, so legg
endiliga nógvar tímar í havan í juni
• Kela fyri plantunum: Í juni mánaði
ræður tað um at vera góð við sínar
plantur. Nú skalt tú hyppa tíni epli,
lúka, leggja insektnet, fjerna blaðlýs
og kela fyri bløðunum á plantunum.
• Grønmeti: Hitin er komin, og tú
kanst endiliga sáa fræ til mais og
bønir. Hetta grønmetið vaksur skjótt
og væl, men minst til stativ!
• Ber: Í juni kanst tú byrja at planta
ber. Útplanta eitt stað í havanum,
har tú hevur pláss fyri einum
blómutunli. Við einum blómustunli
heldur tú óbodnu gestirnir burtur!
• Minst til tøð og vatn: Tá tað er heitt,
skalt tú minnast til tøð og vatn til
tínar plantur. Tá tað regnar, skalt tú
tó syrgja fyri, at planturnar ikki fáa
ov nógv vatn. Legg eitt glaslok ella
ein fipurdúk yvir planturnar.
JUNI
August er hæddarpunktið á
vakstarárinum, og títt strev ber endiliga
frukt av álvara.
• Víðka tín rabarbugarð: Um tú ynskir
at útvíðka tín rabarbugarð, skalt tú
bert deila rabarburótina. Brúka ein
spaka til at skera rótina í tvey og set
røtirnar niður aftur. Men ver ansin, tí
rabarban er ikki so harðfør.
• Sáa og halt við líka: August krevur
ikki so nógv strev av tær, men tú
skalt minnast til at halda við líka og
vatna planturnar. Ynskir tú eitt triðja
umfar av til dømis salat, so skalt tú
sáa fleiri fræ nú.
AUGUST
Flestu fólkini halda seg innandura hesu
ársins tíð, og havin passar mestsum
seg sjálvan.
• Heysta: Heysta tínar síðstu avgrøðir
og títt síðsta grønmeti.
• Verj tínar plantur fyri frost: Fyrsti
náttarfrosturin kann koma longu í
oktobur, so verð fyrireikað upp á at
verja tínar plantur við t.d. grann.
OKTOBER
Veturin nærkast og eftir eru bert tær
harðføru planturnar.
• Røkta tínar plantur: Tínar vetrar
plantur krevja røkt, og tú eigur at
hyggja til tær javnan. Tað góða er, at
tú ikki noyðist at hugsa um insektir
ella sopp.
• Skriva statusrapport: Skriva niður,
hvussu vakstrarárið hevur verið, og
hvørjar forðingar, tú hevur møtt.
Skriva eisini niður, hvar tú hevur sett
hvíleyk, spinatfræ og rabarburrót.
Rapportin verður hent at hava til
komandi vakstrarár!
NOVEMBER
Í desembur ert tú sjálvsagt ikki nógv
í havanum. Slappa av og njót tínar
avgrøðir!
• Heysta: Tú kanst endiliga heysta
títt vetrargrønmeti sum t.d.
vetrargularøtur, kál, purrur og
timian.
DESEMBER
Septembur er heysttíð! Nú kanst tú
heysta stórsæð alt, tú hevur í havanum.
• Heysta: Heyst allan tín lóður, áðrenn
hann búnast ov nógv. Grønmetið,
ið er búnað ov nógv, førir til rot og
sopp, so tað er týdningarmikið, at tú
heystar!
Dyrka hvítleyk! Ynskir tú at heysta
hvítleyk komandi ár, so er tað nú,
at tú skalt leggja hvítleyksfet í
jørðina. Brúka hondina til at gera
hol sum eru 8 cm djúp og legg tvey
hvítleyksfet saman. Dekka síðan
holið við mold aftur. Hvítleykur
hevur tørv á frost, og tí skalt tú seta
niður nú. Aftaná níggju mánaðum,
graver tú hvítleykin upp aftur, og
tá eru hvítleyksfetini blivin til stórir
heilir leykir.
• Sáa spinat: Um tú vilt hava frískt
spinat í havanum tíðliga næsta
vár, kanst tú í septembur sáa fræ
til spinat. Legg fræini eitt stað í
havanum, har planturnar eru eitt
sindur vardar.
SEPTEMBER
Juli plagar at vera tann heitasti
mánaðurin – so minst til at vera um
tínar plantur henda mánaðin.
• Byrja annað umfar: Í juni mánaði
hevur tú sikkurt longu notið fyrsta
umfar av tínum lóðri. So henda
mánaðin hevur tú møguleika fyri at
náa annað umfar av lóðri..
• Sáa vetrargularøtur: Vetrargularøtur
eru fantastiskar, men fyri at kunna
heysta í vetur, mást tú longu í juli
sáa, so gularøturnar fáa sett seg
meðan jørðin er heit.
• Hald salatið við líka: Fyri at hava
salat til alt summarið, er tað
týdningarmikið, at tú sáar í fleiri
umførum. Faktiskt skalt tú sáa triðju
hvørja viku. Í heitu mánaðunum
vaksur salatið skjótt – tað einasta
tú skalt minnast, er vatn, tá tað er
turt. Og ansa eftir, at salatið ikki
fær ov nógv vatn, tá tað regnar (hav
ein fiburdúk liggjandi, sum tú kanst
smoyggja útyvir urtagarðin, tá tað
regnar illa)
• Henta ber: Í juli mánaði búnast tíni
ber. Tí kanst tú henta og heysta
jarðber og hinber nú.
• Kela fyri plantunum: Líka sum í juni,
er tað týdningarmikið, at tú ert nógv
um tínar plantur í juli. Hyppa eplini,
reinsa moldina, legg tøð og gev
plantunum massar av vatn, tá tað er
turt.
• Lufta út í vakstrarhúsinum: Hevur
tú vakstrarhús ella plantukassar
við lok, er tað týdningarmikið, at
tú letur frísku luftina sleppa inn
um. Minst tí til at opna hurðina ella
vindeyguni.
JULI