Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN JUNI 2016 14 Bitgith Lassen Hevur tú sæð filmin Chocolat, so hevur tú heilt sikkurt ímyndað tær at vera leikluturin hjá Juliette Binoche; Ein vøkur fronsk kona, sum ger heimsins bestu sjokolátu. Hon ferðast frá býi til bý og opnar sjokolátarí. Bý aftaná bý rúnarbindur hon við sínum heita sjokolátadrykki við chili. Sjálvasta Johnny Depp megnar sjokolátakvinnan at leggja niður við sínum drykki. Tá filmurin er liðugur, fara aftur til okkara egna veruleika. Men fyri Kirstin Hammer er sjokolátalívið hennara veruleiki; Um stutta tíð opnar hon sítt egna sjokolátarí. Ikki í Fraklandi, men mitt í Havn. Ikki fyri at leggja Johnny Depp ella nakran annan niður, men fyri at veita hágóðsku sjokolátakonfekt til fólkið. Sjokolátaríið eitur Gómagott. Vit elska øll sjokolátuna. Tað sigur í øllum førum ein evropeisk kanning, sum staðfestir, at vit hvør eta millum fýra og átta kilo av reinari sjokolátu hvørt ár. Kanska tí hon smakkar væl, men kanska eisini tí hon hevur ótrúliga stórt vald á okkum. Eitt petti av sjokolátu kann senda serotonin og endorfinir úr heilanum, og á tann hátt gera okkum gleðari og skapa nøgdsemi. Vit eru nógv, ið tilbiðja hesa rávøru, sum var hon ein Guður. Og vit brúka nógva tíð saman við henni, men fá eru tey, ið brúka meir tíð saman við henni, enn Kirstin Hammer. Vit hava møtt ókrúnaðu sjokolátadrotningina til eitt prát um dreymar, veruleikar og ja... sjokolátu. EITT SJOKOLÁTARÍ Í EYSTURBÝNUM Í HAVN »Um tú spyrt vinkonurnar hjá mær, so siga tær, at eg byrjaði longu at tosa um at opna kafé, tá eg var 14 ár«, fortelur Kirstin Hammer, meðan hon drússar frostturkað hindber á dagsins sjokolátakonfekt: Myrk sjokoláta við marsipan og einum ferili av hindber. Kirstin Hammer eigur og rekur Gómagott: Eitt sokallað sjokolátarí, har hon framleiður hágóðsku góðgæti. »Eg vil ikki hava mína sjokolátu at liggja í einhvørjari bensinstøð«, sigur hon og greiður frá, at hennara sjokoláta er tann besta og reinasta vøran, og tí skal seljast sum ein eksklusiv vøra bert í útvaldum serhandlum og annars beinleiðis til virkir og einstaklingar, um umbiða hana. Hóast eingin ivi er um, at Kirstin Hammer dugir at bera seg á marknaðinum, so er dreymurin ikki at gerast ein gigantur. »Eg kann næstan vissa teg um, at eingin annar enn ein maskina hevur nakrantíð nortið við ta sjokolátuna, sum liggur í erskjunum hjá Anton Berg. Og tað er slett ikki har, eg vil. Eg vil gera hondgjørda sjokolátu við kærleika«, sigur Kirstin Hammer. Dreymurin hevur tó altíð verið at kunna liva av at gera sjokolátu. »Og tað kann eg. Inntil nú havi eg brúkt alla mína inntøkuna frá sjokolátuni til at keypa nýggja útgerð, men nú kann eg byrja at gjalda mær sjálvari løn«, sigur Kirstin umringað av útgerð fyri fleiri hundraðtúsund krónur. Undir liðini á Kirstin stendur ein genta, sum kemur at hjálpa aftaná skúlatíð. »Tá eg havi nógv at gera, havi eg brúk fyri hjálp, og tí havi eg sett nakrar gentur í starv. Tær fáa sjálvandi sína løn, hóast eg ikki havi útgoldið mær sjálvari nakað enn«, sigur Kirstin flennandi. ARBEIÐUR HÁLVA DØGNIÐ Kirstin Hammer er 36 ár, gift og hevur trý børn. Tað er ringt at ímynda sær, hvussu hon kann standa í einum køki upp til 12 tímar hvønn dag. »Eg fái góða hjálp frá familju og verfamilju«, sigur hon. »Og uttan mannin hjá mær, bar hetta slett ikki til«, ger hon greitt. Telefonin ringjur, og Kirstin byrjar at tosa út í tóma luft. Hon hevur eitt tráðleyst headset um hálsin. »Hetta keypti maður mín mær«, fortelur hon. »Hann dugdi at síggja, at tað bar slett ikki til hjá mær at fáa arbeiðsfrið, tí telefonin, so hvørt sum mítt virksmi vaks, byrjaði at ringja meir og meir. Hann hugsar um alt tað, eg ikki hugsi um, og tí fungerar hetta rímiliga væl, vil eg siga«. »Hóast eg standi og geri sjokolátuna, so eru vit tvey um hetta, og tað er ordi­liga stuttligt«, sigur Kirstin Hammer. Maður hennara arbeiður fulla tíð, og tað kann onkuntíð elva til ringa samvitsku, tá børnini og familjulívið krevur meir, enn tey kunnu geva. »Men hóast eg arbeiði 12 tímar um dagin, so royni eg altíð at vera mentalt til staðar, tá eg komi heim«, sigur hon og greiður frá, at hon gongur høgt upp í, at arbeiðslív og familjulív kann sameinast á besta hátt. BYRJAÐI HEIMA Í KØKINUM Kirstin Hammer er útbúgvin sjúkra­systir og hevur arbeitt á Lands­sjúkra­húsinum í fleiri ár. Av áhuga keypti hon einaferð útgerð til at gera bomm. Hon var bitin, og framleiddi meir enn tey kundu eta heima við hús. Tá hon byrjaði at taka bomm við til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum, varnaðist hon, at fólk dámdu tað, hon fremleiddi heima í køkinum. »Tey byrjaðu at spyrja, um tey kundu keypa frá mær, so eg legði nakrar posar í eina kurv, og so løgdu tey eina tjúgukrónu, tá tey tóku ein posa. At enda komu fólk av hinum deildunum niðan at keypa bomm frá mær«, greiður Kirstin Hammer flenanndi frá. Kirstin var eisini nógv umbiðin at gera kakur til veitslur, føðingardagar, brúdleyp og barnadópar. »Eg gavst at arbeiða sum sjúkrasystir, tí tað gekk ikki upp við familjulívinum.«, sigur hon. Og tá fór hon at brúka alla sína tíð upp á matgerð, tí tað gav lagaligari arbeiðstíðir fyri eina smábarnamammu. »Eg arbeiddi nakrar tímar um vikuna í einum køki, og so gjørdi eg allar møguligar uppgávur við síðuna av«. Tá tú brennir fyri nøkrum, er tað ringt at siga nei, tá tú verður umbiðin. Tað er stuttligt at menna seg og tað krevur tíð. Hóast tað er stuttligt, kann tað enda galið, og tað gjørdi tað eisini hjá Kirstin. »Eg bleiv rakt av stress« sigur hon, og greiður frá, at tað ikki var tað vanliga slagið av stress, sum vit øll kenna á okkum, tá vit hava ov nógv at gera. »Eg fór heilt niður við flagginum og mátti sjúkrameldast í fleiri mánaðar«, fortelur hon. Tá lærdi hon at lurta eftir sínum kroppi, og í dag følir hon, nær hon skal gira niður. »Eg kenni teknini: Tá høgri kjálkin byrja at sova, eri eg stressað, og tað taki eg í álvara«. Hon sigur, at tað er ein fyrimunir at arbeiða fyri seg sjálva, tí hon hevur onga ringa samvitsku yvirfyri stjórum og starvsfeløgum. »Um eg eri virkuliga móð, so slappi eg av. Hóast tað hendur sjáldan, er tað gott fyri meg at hava ta fríheitina«, sigur hon. SJOKOLÁTARÍIÐ Í NÝGGJ HØLI Tá bygningurin hjá BankNordik í miðbýnum verður umvældur, flytir Gómagott úr Eysturbýnum og oman í býin. »Vit eru so øgiliga spent og fylgja allatíð við í, hvussu gongur við umvælingin«, sigur hon. Hon roynur at fyrireika seg til ta stóru broytingina, tað verður. Frá at vera goymd vekk í einum kjallara í Klokkaragøtu, skal hon í framtíðini standa frammanfyri fólki í miðbýnum og gera sína sjokolátu. Flytingin er tað síðsta av mongum stigum fram móti at gera ein lívsdreym til veruleika. Og hvussu kennist tað at fylgja sínum dreymi? »Eg hugsi ofta um, hvussu fantastiskt tað kennist at vera lopin út í hetta her. Og heima tosa vit nógv um, hvussu fantastiskt tað er, at tað ber til at liva av dreyminum«, sigur hon. Tað verður spennandi at vita, um sjokolátan hjá Kirstin fer at ganda býin, líka sum Juliette Binoche rúnarbant lítlu fronsku bygdina við síni sjokolátu í filminum Chocolat. Eitt er vist: HON verður regluliga at síggja í lítla, romantiska og ljósa sjokolátarínum, tá tað opnar. »Eina kannu av appilsinté og fýra stykki av sjokolátu við baileykremi, takk!« Frá dreymi til veruleika: Dreymurin um eitt