Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN JUNI 2016 16 Ókeypis gleðir Á landsins bókasøvnum eru nógvir ymiskir hentleikar – og um vit síggja burtur frá, at vit gjalda næstan 50% í skatt, kann man siga, at hentleikarnir á bókasøvnunum eru púra ókeypis! Flestu bókasøvnini í landinum hava nógv annað at bjóða, enn góðu gamaldags bókini: Her kanst tú prenta, skanna, brúka telduna, lána filmar, ljóðbøkur og lesa dagsins avís ella títt yndis magasin. Bókasøvnini Ferðafólk gjalda túsundavís av krónum fyri at sleppa til Føroya at uppliva okkara náttúru – meðan vit kanska sjálvi gloyma at virðismeta hana. Hugsa um náttúruna sum eina gávu. Eina ókeypis gávu enntá. Legg telefonina eftir heima og lat teg í einar góðar skógvar. Ein túr niðan í hagan kann útloysa ta villastu kensluna av at vera í zen. Mindfulness er slett ikki neyðugt at hugsa um, tí tað kemur av sær sjálvum, tá sansir og kenslur verða stimbrað av fríska vindinum sum strýkur tær eftir hárinum; ljóðinum frá rennandi vatni í ánni; anganum av hagablómum. Letur tú tær úr skómum, kanst tú enntá lata mosan og steinarnar massera tær føturnar. Hetta er ein ókeypis gleði! Sjálvandi skulu vit ansa eftir náttúruni – og sjálvandi skulu vit ikki taka viðkvom náttúrufyribrygd við okkum heim. Men sumt er í lagi at henta í náttúruni: Til dømis villar blómur (ikki tær, ið kommunurnar hava plantað). Ella villar krúddurtir. Vit hava nógv ymisk krúddarí í føroysku náttúruni. Henta til dømis villa myntu til tín mojito ella vilt timian til tína pitsu. Tú kanst eisini gera té við brenninotum ella blanda hvann upp í títt salat. Ein lítið blómtutyssi við bláu »Gloym Meg Ei« pyntar eisini á seingjarborðinum. Finnur tú eina knekkaða grein, kann tað eisini skapa lív í heiminum, um greinin sleppur at standa í einum vasa. Ferðast í náttúruni Tak náttúruna heim við HON HON er ókeypis og vónandi til gleði fyri okkara lesarar ;-) 1 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN JUNI 2016 JUNI 2016 Ger tað sjálv... Súsanna Danielsen Vit finna Føroya besta LÍVSNJÓTARI DIY HON hevur hitt fyrrverandi løgtingsstjóran til eitt prát um lívið sum lívsnjóari Uppslagstalva brunsj Gev einum gomlum borði nýtt lív Innbúgv