Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN JUNI 2016 20 Einki er sum kenslan av vælveru. Men hvussu ofta ofra vit tíð og pengar til okkum sjálvar? Tað er viðhvørt sum, at alt annað fær okkara tíð – og okkara pengar. Børnini skulu hava tað besta, vit við okkara tíð og tøkum peningi kunnu bjóða; góðar gávur fær familjan, tá tað er jól og føðingardagar. Vit brúka dagin til at arbeiða, og tá vit koma heim, tykist tað kanska ikki eingongd sum, vit hava frí, tí strevið heldur fram, tá vit koma inn um hurðina: Svang børn, ein hundur sum skal luftast, klæðir sum skulu vaskast, heimaarbeiði sum skal gerast, matpakkar skulu smyrjast og ja.. Áðrenn vit vita tað, er klokkan songartíð og eiheldur í dag fingu vit tíð at skeinkja okkum sjálvari ein tanka – ella eina andlitsmasku... ella eina rundferð við barberblaðnum ;-) Tað skal ofta ikki meir til enn ein tími hjá frisørinum ella ein nýggj blusa, fyrrenn vit kenna tað sum, at vit standa á heimsins hægsta tindi. Ein nýggj frisura ella ein frísk blusa kann geva sjálvsálitinum og sjálvskensluna eitt alvorligt spark í endan. Kvinnublaðið HON hevur bjóðað Maiken Lið eitt make-over. Hon fær nýggja frisuru og hon fær lagt smyrsl hjá Karinsa. Og so fær hon eisini eitt spildurnýtt sett av klæðum frá Margerita. Hjá Margerita taka tær sær góða tíð at royna ymisk sett, áðrenn Maiken verður send avstað í tí heilt rætta. Tey gera sær ómak at finna útav, hvat hóskar til kroppin og framtóningina hjá Maiken – endamálið er, at klæðini skulu styðja upp undir persónligheitina og útsjóndina hjá Maiken. So fara vit niðan í frisørsalongina hjá Karinsa: Her skal eisini okkurt drastiskt henda. Maiken hevur sítt hár, sum ofta sleppur at passa seg sjálvt. Frisørarnir ynskja at geva Maiken eina nýggja frisuru, sum framhevar vøkru eyguni og høgu kjálkabeinini hjá Maiken. Valið fellur á eina stutta frisuru við nógvum litspæli. Tá vit aftaná nakrar tímar eru lidnar at gera Maiken til, strálar hon av orku, sjálvsálit og vakurleika. Ein ganska vanligan hósdag fyrrapart glitrar heimurin rundanum Maiken, tí hon hevur rokkið kensluna av vælveru. ÁÐ RENN Kenslan av vælveru ... kann keypast fyri pengar KVINNUBLAÐIÐ HON FYLGDI MAIKEN LIÐ, TÁ HON FEKK EITT MAKE-OVER. VIT VÓRU Í MARGERITA OG FINGU EITT NÝTT DRESS,OG HJÁ KARINSA LØGDU VIT SMYRSL OG FINGU NÝGGJA FRISURU AFTANÁ Hesar síður eru fíggjaðar av Margerita og Karin'sa