Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 169 - 7. september 2004 Nr. 169 - 7. september 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Mótmæla A.P. Møller Amerikanska flutningsarbeiðarafelagið Teamstar hevur seinastu tíðina skipað fyri fleiri tiltøkum ímóti danska reiðarínum A.P. Møller-Mærsk, tí ameri- kanararnir vilja vera við, at danska reiðaríið leggur trýst á síni starvsfólk í USA fyri at fáa tey at halda seg uttan fyri tey lokalu fakfeløgini. Fríggjadagin gingu umboð fyri Teamstar mótmælisgongu uttan fyri donsku sendistovuna í Washington og danska konsulátið í New York. Tey søgdu, at A.P. Møller-Mærsk hevur hótt fleiri av starvsfólkunum, og at felagið hevur eisini koyrt fleiri bilførarar úr starvi, tí teir høvdu verið virknir í onkrum fakfelag. Teamstar krevur, at tey amerikonsku starvsfólkini hjá danska reiðarínum skulu hava somu løn sum tey, ið arbeiða hjá A.P. Møller-Mærsk í Danmark. Leiðslan í reiðarínum sigur, at hon heldur seg til amerikanskar reglur, men sambært evropeiska arbeiðarafelagsskapinum er tað ikki nóg mikið. Har verður sagt, at tað er umráðandi, at evropeiskar fyritøkur nýta somu reglur í útlondum, sum tær nýta í heimlandinum. Schrøder ein frammaná Sosialdemokratiski flokkurin hjá Gerhardi Schrød- er, kanslara fekk ein dyggan frammaná, tá lands- partaval var í Saarlandi sunnudagin. Úrslitið var á leið tað, sum veljarakanningar upp undir valið høvdu víst. Sosialdemokratarnir fingu 30 prosent av atkvøðunum, og tað var nógv minni enn seinast. Harafturímóti fingu teir kristiligu demokratarnir 48,5 prosent. Tað merkir, at teir kristiligu demokratarnir hava endurvunnið valdið í Saarlandi. CDU vann valið har fyri fimm árum síðani, men tá var sigurin ógvuliga tepur. Framm- anundan høvdu sosialdemokratarnir havt valdið í Saarlandi í 14 ár. Á valinum sunnudagin fingu Tey Grønu 6 prosent av atkvøðunum, og teir Fríu Demokratarnir fingu 5,5 prosent. Ikki meiri til upphøgging Tey seinastu árini hava danskir fiskimenn fingið nógvar milliónir krónur í upphøggingarstuðuli, men tað fáa teir ikki í framtíðini. Hans Christian Schmidt, sum herfyri tók við sum fiskimálaráðharri eftir Mariann Fischer-Boel, sigur, at nú fáa fiskimenninir ikki meiri upphøggingar- stuðul. Hann sigur við Jyllandspostin, at tað er burturvið at høggja so nógv skip upp, tí so verður Danmark illa fyri tann dag, fiskastovnarnir fara at menna seg aftur. Tí ætlar hann heldur at brúka pengarnar til at fáa skip at leggja um til aðra veiði. Tað fer at gera, at danir kunnu fáa meiri burtur úr teimum ymsu fiskasløgunum, samstundis sum teir varðveita flotan. Í danska fiskimannafelagnum eru tey fegin um tann broytta politikkin. Formaðurin, Thorkild Førby, sigur við Jyllandspostin, at avgerðin hjá ráðharran- um er skilagóð, tí tað er vandamikið at halda fram við upphøggingini. Gamalt vrak í góðum standi Eitt skipsvrak, sum upprunaliga bleiv funnið í Skienselven í Noregi í 1959, vísir seg nú at vera í sera góðum standi. Tá vrakið bleiv funnið, staðfestu fornfrøðingar, at tað stavaði frá 13. øld, men teir væntaðu ikki at fáa so nógv áhugavert burturúr, tí teir hildu, at tað mundi vera illa farið. Nú hava kanningar víst, at vrakið er frá 14. ella 15. øld, og at tað er í góðum standi. Skipið hevur eftir øllum at døma verið einar 20 metrar langt, tað var einmastrað, og tí verður hildið, at tað hevur siglt ímillum tey skandinavisku londini og kanska eisini í Eystrasalti. Fornfrøðingurin Pål Nymoen sigur við Aften- posten, at tað gamla vrakið kann ivaleyst siga forn- frøðingunum nógv um, hvussu menn smíðaðu skip fyri 600 árum síðani, og teir vænta eisini at fáa upplýsingar um, hvussu lívið var umborð á skipi tá. Eisini vænta teir at finna ymisk amboð, sum blivu brúkt umborð. Higartil hevur gísla- tøkan í Beslan kravt 338 mannalív, men mong eru ikki komin afturíaftur. Sam- stundis spyrja russar, hvør hjálpti gísla- rænarunum GÍSLATØKA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Umleið 20 av teimum, sum doyðu í gíslatøkuni í Besl- an, vórðu jarðað sunnu- dagin, uppaftur fleiri fóru til gravar í gjár, og uppaftur fleiri verða jarðað í dag. Enn veit eingin við vissu, hvussu mong verða jarðað í beslan. Í gjár søgdu mynd- ugleikarnir, at gíslatøkan hevði kravt 338 mannalív, men at 191 vóru ikki komin afturíaftur. Onnur vilja vera við, at tølini eru væl støri, og summar keldur hava sagt, at helst eru umleið 600 fólk deyð. Fingu hjálp Nógvir russar spyrja, hvussu tað eydnaðist yvir- gangsfólkunum at sleppa inn í skúlan í Beslan. Myndugleikarnir hava sagt, at gíslatøkan bleiv fyri- reikað longu í summar, tá gíslarænararnir ella onkur annar fjaldi vápn og spreingievni inni í skúlan- um, sum var til umvæl- ingar. Leygardagin ljóðaði, at ein av lærarunum í Beslan segði seg hava kent ein av gíslarænarunum aftur, tí hann hevði arbeitt sum timburmaður har, tá skúlin bleiv umvældur í summarfrítíðini. Nógvir russar ivast ikki í, at yvirgangsfólkini fingu hjálp til illgerðina. Spurn- ingurin er bara, hvør hjálpti teimum. Mundi onkur fáa pengar aftur fyri at hjálpa teimum, verður spurt. Kann tað hugsast, at almennir tænastumenn lótu gíslaræn- ararnar sleppa til Norður- ossetia aftur fyri pengar? Myndugleikarnir hava sagt, at fleiri arabarar vóru ímillum gíslarænararnar, og at hini vóru kekenar. Men í Beslan halda mong, at nøkur ella kanska øll vóru úr grannalýðveldinum Ingusjetia. Kekenski tals- maðurin í Evropa, Ahmed Zakajev, segði leygardagin, at gíslarænararnir vóru ikki úr Kekenia. Tað hevði hann fingið at vita frá Ruslan Ausjev, sum fekk 25 gíslar leysar dagin eftir, at gísla- tøkan byrjaði. Vístur fram Sunnudagin vísti russiska sjónvarpið ORT myndir av einum manni, sum varð sagdur at vera ein av teim- um trimum gíslarænarun- um, sum trygdartænastan tók. Maðurin var bakbund- in, og tveir hermenn við gekkaskorti vóru við hon- um. Maðurin játtaði, at hann hevði verið við í gíslatøk- uni, men hann svór, at hann hevði ikki skotið eftir skúlabørnunum. Spurdur, um honum tókti synd í skúlabørnunum í Beslan, svaraði maðurin: – Ja, mær tykir synd í teimum. Eg eigi eisini børn, og eg svørji við All- ah, at eg havi ikki skotið eftir børnum. Samstundis heldur russ- iska trygdartænastan fram við at leita eftir nøkrum gíslarænarum, sum eftir øllum at døma sluppu til rýmingar. Men sambært DPA kanna myndugleik- arnir eisini, hvør kann hava hjálp yvirgangsfólkunum. Í gjár kundu Florida- búgvar krúpa úr ódnarskýlunum, eftir at Francis hevði gjørt burtur av sær. Men úti í Atlantshavinum er Ivan farin at flyta seg ímóti landi ÓDNARVEÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Florida slapp væl burtur úr tropisku ódnini Frances, sum herjaði statin um viku- skiftið. Ódnin kravdi ikki mannalív, og tað komst helst av, at umleið 2,5 milli- ónir fólk vóru rýmd undan henni. Ein onnur orsøk var eisini, at ódnin var ikki so ring, sum veðurmenninir høvdu roknað við. Skaðin var kortini stórur. Vindurin var nógvur, og harafturat regnaði tað av grimd. Nógvastaðni fór streymveitingin, so seks milliónir fólk lógu í streymloysi, húsaskaðarnir vóru nógvir, og stór øki stóðu undir í vatni. Frances var onnur ódnin, sum hevur herjað Florida í seinastuni. Fyri trimum vikum síðani kravdi Char- ley 26 mannalív og gjørdi skaða fyri einar 50 milli- ardir krónur, og veður- menninir hava longu boðað frá teirri triðju tropisku ódnini. Hon hevur fingið navnið Ivan og er stødd langt úti í Atlantshavinum. Vindferðin í hvirlunum har er næstan 215 kilometrar um tíman ella næstan 60 metrar um sekundið. Sam- bært veðurmonnunum fer Ivan at raka eysturstrondina á Florida síðst í hesari vikuni. Beslan jarðar síni deyðu Fyrst Charley so Frances og so Ivan Tosa um samkynd Danski kirkjumálaráð- harrin Tove Fergo skal nú tosa við donsku bispar- nar um at víga samkynd í kirkjuni. Hetta skrivar Kristeligt Dagblad. Bisp- arnir hava meldað út, at teir eru ímóti at víga samkynd í donsku kirkj- uni. Men Kristeligt Dag- blad skrivar, at løgfrøð- ingarnir í danska Kirkj- umálaráðnum halda, at onki forðar teimum sam- kyndu í at verða gift í kirkjuni. Tove Fergo sig- ur seg vera meir samda við bisparnar í Danmark enn løgfrøðingarnar í hennara Kirkjumálaráði. AVGJØLD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Verður tað soleiðis, sum ar- beiðsbólkur undir Fíggjar- málastýrinum mælir til, so verður vegskatturin, sum bileigarar rinda tvær ferðir um árið, tikin av. Arbeiðsbólkurin vísir á, at vegskatturin verður í dag goldin sum eitt fast hálvárligt gjald, uttan mun til hvussu nógv bilurin koyrir. Tað er stór umsiting av einum slíkum gjaldi, tí Bileftirlit Føroya skal hálv- árliga senda girokort til eigaran av hvørjum ein- støkum bili. Verður ikki goldið til tíðina, skulu rykkjarar sendast út og verður kortini ikki goldið, verður løgreglan biðin um at klippa nummarspjøldrini av viðkomandi bili. – Tað hevði verið rættari at lagt vegskattin yvir á bensin- og dieselprísirnar, soleiðis at vegskatturin verður tengdur beinleiðis at nýtsluni av bilinum og harvið eisini, hvussu nógv hvør einstakur bilur slítir vegirnar. Hetta hevði eisini spart nógva umsiting um- framt at útlendskir bilar koma at rinda fyri slit á før- oysku vegirnar, sigur arbeiðsbólkurin, sum arbeiðir við endurskoðan av punktgjøldunum og MVG-skipanini, so tey verða meira brúkara- og vinnuvinarlig. Vegskatturin oman á bensin- og dieselprísir C M Y K 3 2