Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 169 - 7. september 2004 Nr. 169 - 7. september 2004 5 Eitt stórt afturstig fyri føroyska mentan – Verður mvg lagt á bøkur, fer tað at ganga hart útyvir før- oyska bókaútgávu, sigur Zakarias Wang, formaður í forleggj- arafelagnum BØKUR OG MVG Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta verður eitt rættiligt slag í høvdið á teimum, sum geva bøkur út. Zakarias Wang, formaður í Felagnum Føroysk Bóka- forløg, er avgjørt ikki fegin fyri útlitini til, at vit nú eisini skulu betala mvg av bókum. Hann sigur, at eitt er tað fíggjarliga úrslitið hjá landskassanum. Men hann ivast ikki í, at hetta eisini fer at føra við sær, at fólk fara at keypa færri bøkur. – Hetta fer at gera tað nógv truplari hjá forløgum at geva bøkur út. Tað vildi verið stórt spell, tí framm- anundan hava vit alt ov fáar føroyskar bøkur: Vit hava ov lítið av barnabókum, og lítið av ungdómsbókum og ov lítið av bókum til vaksin. Hann vísur á, at í flestu før- um gevur tað í nógvum førum hall at geva bøkur út. Verður mvg nú lagt á bókasølu, fer tað at føra við sær, at enn færri fara at hætta sær at geva bøkur út. Hetta heldur hann er serliga óheppið nú tað verður so nógv tosað um at stimbra lesihugin og lesiførleikan hjá børnum og ungum fyri at standa ímóti kappingini frá sjónvarpi og telduspøl- um. Formaðurin í forleggjara- felagnum vísur eisini á, at hóast londini í Europa hava mvg, er tað bera eitt land, sum hevur hægsta mvg á bókum, og tað er Danmark. – Í næsta grannalandi okkara, Stórabretlandi, eru bøkur mvg-fríar, akkurát sum hjá okkum. – Grund- gevingin er, at tað hjálpir til at fáa bøkur út, og tað halda teir hava stóran týdning. – Og eitt sum verður ført fram í hesum sambandi, er, at tað verður hildið at vera ósømuligt at taka mvg av bíblium, sigur hann. Zakarias Wang vísur eisini á, at tað, at bøkur eru mvg-fríar, er einasti stuðul, sum føroyskar bøkur fáa, og sum ikki er kappingar- avlagandi afturímóti tí stuðuli, ið summi forløg fáa framum onnur. – Hann mælir landsstýrin- um fyrst til at javna kapp- ingina ímillum forløgini, áðrenn hugsað verður um mvg. Nú skulu vit eisini gjalda mvg av bókum, heldur ein arbeiðs- bólkur undir fíggjar- málaráðnum. So verða bøkur 25% dýr- ari og tað er eitt stórt bakkast, sigur størsti útgevari í landinum BØKUR OG MVG Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað hevði verði eitt stórt afturstig. Tað sigur leiðarin á Bókadeild Føroya Lær- arafelags um úrslitið hjá einum arbeiðsbólki. Tað er ein arbeisbólkur hjá fíggjarmálaráðnum, sum nú mælir til vit eisini skulu betala mvg av bókum. – Hetta fer at gera bøkur 25% dýrari og tað verður eitt stórt afturstig fyri før- oyska mentan og føroyskan mentanarpolitikk, sigur Niels Jákup Thomsen, leið- ari á Bókadeild Lærara- felags. Hann ivast ikki í, at avleiðingin av tí hevði verið, at fólk høvdu keypt færri bøkur. – Sotatt hevði tað verið enn truplari enn tað er hjá føroyskum forløgum at fingið endarnar at rokkið saman. Og avleiðingin av tí hevði so aftur verðið, at tað hevði verðið truplari at givið bøkur út, tí so fáa forløgini minni pening at arbeiða við. – Eg síggi fyri mær, at tað fer at verða ógvuliga nógv truplari at fáa endar- nar at røkka saman, leggur hann afturat. Hann vísur á, at í Íslandi hava tey ikki mvg á bókum og tað hava tey heldur ikki í Onglandi. Eisini í øðrum norðanlondum eru tey við at ganga somu leið. Niels Jákup Thomsen sigur, at sjónarmiðið er net- upp tað, at bøkur eru í eini serstøðu og at tað er neyð- ugt at stuðla bókaútgávu sum eitt lið í einum virkn- um mentanarpolitikki, tí eru tað lond. Hann vísur eisini á, at skrivandi orðið er undir hørðum trýsti, bæði frá sjónvarpi og telduspølum. Og júst í verður tað mett at hava alstóran týdning at royna at stimbra hugin at lesa, helst hjá børnum og ungum. Nógv upp á spæl Bòkadeild Føroya Lærara- felags er størsta forlag í landinum. Í fjør góvu tey 52 bøkur út og í ár verða tað 47 bøkur. – Vit hava 2500 limir í bókaklubbanum. Tey flestu av hesum eru ung húski við børnum. – Hetta eru mangan fólk, sum ikki hava so nógvan pening um hendi.Verða bøkurnar nú 25% dýrari, er vandi fyri, at tey fara at halda uppat at keypa bøkur tað er eitt ógvuliga stórt afturstig fyri børnini og tey ungu. Hann ásannar, at mvg er stuðul til bókaútgávu. – Men tað er tí, at pol- itikarar hava hildið, at tað hevur verið vert at stuðla. – Í Danmark er fult mvg á bókum og tað halda tey, sum fáast við nøkur, er eitt stórur vansi. – Kanningar vísa, at júst í Danmark stendur illa til við lesiførleikanum hjá børn- unum og teimum ungu. – Men har er heldur ikki nógv gjørt við at stimbra lesihugin hjá teimum ungu og hjá børnunum. Niels Jákup Thomsen sigur, at í Føroyum er eisini ein kanning gjørd, sum bendir á, at lesiførleikin hjá børnunum og teimum ungu er heldur einki at reypa av. – Tí er tað ógvuliga óheppið, at bøkur nú kanska verða 25% dýrari, tí tað ber á skeiva borðið, tí tá er vansi fyri, at færri fólk fara at keypa bøkur. – Og tí er tað ikki bara mvg lógin og nakrar krón- ur, tað snýr seg um. Tað er nakað nógv týdningar- miklari, sum stendur upp á spæl og tað eiga hava fyri eyga, sigur hann. Verður mvg lagt á bøkur, er tað ikki bara mvg lógin og nakrar krónur, tað snýr seg um. Tað stendur nógv meiri upp á spæl enn so, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari í Bókadeild Føroya Lærarafelags Fara at geva færri føroyskar bøkur út – Í næsta grannalandi okkara, Stóra Bretlandi, er onki mvg á bókum, tí tey halda, at tað hevur stóran týdning at bøkur verða givnar út. Og so halda tey eisini, at tað er ósømuligt at taka mvg av bíblium, sigur Zakarias Wang, formaður í forleggjarafelagnum Tað finst eingin góð grundgeving fyri, at bøkur skulu frítakast fyri meiriviðisgjald. Hetta er ein óbeinleiðis stuðul til bókasølu umvegis meirvirðis- gjaldslógina, sum ikki er ætlað at vera ein stuðuls- lóg. Bøkur er ein vanlig vøra, eins og disklar og ljóðbond, sum eru meirvirðis-gjalds-skyldug. Sama er galdandi fyri tíðindabløð og prenting fyri tíð- indabløð. Arbeiðsbólkurin hjá Fíggjarmálaráðnum um bøkur og mvg FAKTA Sjógvarnir bróta framvegis Eingin loysn er funnin á ósemjuni millum býráðspolitikararnar Elina Lindenskov og Torfinn Smith. For- maðurin í Suður- streymoyar Javnaðar- felag, Bjarki Mohr, vónar og væntar, at bæði nøvnini verða at síggja á listanum hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í novem- ber BÝRÁÐSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hósdagin verður 2. upp- stillingarfundur hjá Suð- urstreymoyar Javnaðarfelag til býráðsvalið á skránni. Seinasta valskeið hevur ver- ið rættiliga margháttlig og buldraligt hjá Javnaðar- flokkinum, tí flokkurin hev- ur bæði havt umboðan í meirilutanunum og í minni- lutanum í Tórshavnar býráð. Tórfinn Smith gjørdi tíð- liga í valskeiðnum av at royna seg saman meirilut- anum í Tórshavnar býráð, meðan hitt umboðið hjá Javnaðarflokkinum í Tórs- havnar býráð, Elin Linden- skov, framvegis var partur av minnilutanum. Elin Lindenskov gjørdist rættiliga ørg inn á avgerðina hjá partamanninum, og sló fast, at hon á komandi býráðsvali ikki ætlaði sær at stilla upp á sama lista sum Tórfinn Smith. Nú stendur býráðsval aftur fyri durum, og brotasjógvarnir millum Elina og Tórfinn hava fram- vegis ikki lagt seg. Heldur fast Á seinasta býráðsvali í 2001 fekk Elin Lindenskov 392 persónligar atkvøður. Størsti atkvøðuslúkarin hjá Javnaðarflokkinum á sein- asti býráðsvali hevur fram- vegis somu støðu í mál- inum, og hon ætlar sær ikki á sama lista sum Tórfinn Smith. – Í prinsippinum havi eg somu støðu. Eg havi kortini fingið fleiri áheitanir um at sleppa hasi støðuni, men eg vóni framvegis, at hann ikki stillar upp, sigur Elin Lindenskov. Tá Javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráð fór í tvíningar í mai mánaði 2002, gjørdi Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag greitt, at flokkurin stuðlaði Elini og var framvegis í minniluta í býráðnum, hóast annar býráðslimurin var farin til meirilutan. Elin Lindenskov sigur seg ikki kenna støðuna hjá nýggju nevndini í Suður- streymoyar Javnaðarfelag í málinum. – Nýggja nevndin hevur ikki meldað greitt út, hvat hon heldur, vísir Elin Lind- enskov á. Limirnir gera av Formaðurin í umhvørvis- og heilsunevndini seinastu tvey árini, Tórfinn Smith, sigur seg vera sinnaðan at stilla upp fyri Javnaðar- flokkin, um limirnir í Suð- urstreymoyar Javnaðarfelag ynskja tað. Býráðslimurin hjá Javnaðarflokkinum í meirilutanum tekur ikki útsøgnina hjá Elini Linden- skov um, at hon ikki ynskir at vera á sama lista sum hann, so nær. – Ja eg havi hoyrt útsøgn- ina. Mær vitandi eru tað limirnir í felagnum, sum gera av, hvør stillar upp fyri flokkin. Eg havi ongantíð hoyrt um nakað valevni sum setur treytir fyri, hvørji onnur valevni skulu vera á listanum og ikki, sigur Tór- finn Smith. Spurdur, um hansara avgerð ikki hevur verið við til at skaða umdømið hjá Javnaðarflokkinum í Tórs- havnar býráð, svarar hann, at tað er ringt at siga. – Sjálvandi er hetta ein óheppin støða, men eg eri framvegis sannførdur um, at eg tók røttu avgerðina, vísir formaðurin í umhvørvis- og heilsunevndini á. Á seinasta býráðsvali fekk Tórfinn Smith 244 persónligar atkvøður og endaði á øðrum plássi á javnaðarlistanum í Havn. Grundgevingin hjá honum at fara upp í meirilutan var, at hann fekk størri ávirkan í samgonguni. Væntar tú, at tínir veljar- ar kenna seg sviknar eftir, at tú í sjálvdrátti fór upp í meirilutan? – Tað er ómetaliga ringt at siga, tí eg kenni ikki mín- ar persónligu veljararar. Eg rokni við, at tey sum hava valt meg havi ynskt, at eg kundi gera meg galdandi í býráðsarbeiðinum. Sum veljari hevði eg kent meg sviknan um mítt umboð í býráðnum ikki hevði tikið av møguleikanum at fáa ávirkan í býráðsarbeiðin- um, sigur Tórfinn Smith. Ynskja bæði Bjarki Mohr er formaður í Suðurstreymoyar Javnaðar- felag, og hann bæði vónar og væntar, at Tórfinn Smith og Elin Lindenskov verða millum nøvnini á Javnaðar- listanum til býráðsvalið í november. – Eg vóni, at vit kunnu leggja ósemjuna millum Elina og Tórfinn aftur um okkum. Uppgávan hjá fel- agnum er at tryggja, at vit í komandi valskeiði standa saman sum ein maður, sigur Bjarki Mohr Spurdur um støðan hjá Elini Lindenskov fer at elva til ófrið í felagnum undan 2. og 3. uppstillingarfundi, svarar formaðurin í Suður- streymoyar Javnaðarfelag, at hann er keddur av støð- uni hjá Elini, og útihýsir hon møguleikan at standa á sama lista sum Tórfinn, so tað hennara persónliga val, og als ikki støðan hjá fel- agnum. Væntar tú, at ósemjan millum býráðspolitikarnar hjá Javnaðarflokkinum fer at skaða flokkin á komandi vali? – Tað er ringt at siga. Tað er púra vist, at eingin vinn- ari er í hesum málinum. Vit mugu bert bíða til valið er av, og ikki fyrr enn tá síggja vit um tað hevur skatt flokkin, sigur Bjarki Mohr. Tað er framvegis ógreitt um Tórfinn Smith og Elin Lindenskov fara at stilla upp á sama lista til býráðsvalið í november. Formað- urin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, Bjarki Mohr, vónar at síggja bæði nøvnini á listanum Mynd: Savnsmyndir – Tað eru somu fólk sum ganga aftur í samband við fyrireik- ingarnar av Jazzfesti- valinum og Summar- tónum. Flestu av okk- ara klassisku tónleik- arum eru eisini virknir innan jazz- tónleikin, og tí haldi eg tað er skilagott at leggja tiltøkini sam- an, sigur Kristian Blak SAMANLEGGING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Havnar Jazzfelag og felagið Føroysk Tónaskøld hava gjørt av at leggja Summar- tónar og Jazzfestivalin saman. – Tað eru somu fólk sum ganga aftur í samband við fyrireikingarnar av Jazz- festivalinum og Summar- tónum. Flestu av okkara klassisku tónleikarum eru eisini virknir innan jazz- tónleikin, og tí haldi eg tað er skilagott at leggja til- tøkini saman, sigur Kristian Blak. Seinastu vikurnar hava feløgini fundast um saman- leggingina, og limirnir í Havnar Jazzfelag og Før- oysk Tónaskøld eru á ein- um máli um, at tað er skilagott at leggja tiltøkini saman. Endamálið hjá feløg- unum er framvegis óbroytt, og við samanleggingini ynskja fyrireikararnir fram- vegis, at tiltakið verður ein grundarsteinur hjá føroysk- um tónleikaskøldum og tónleikarum. Fyrireika Nýggi samanlagdi festival- urin fer at bera heitið Summartónar. Fyrireiking- arnar til summartónar 2005 er farnar av bakkastokki. Aldubáran fyllir 10 ár komandi ár, og bólkurin verður eitt av høvuðsnøvn- unum á tiltakinum. Tað er eisini greitt, at danski bólkurin Duo Saxopran verður millum nøvnini á Summartónum 2005. Kristian Blak greiðir frá, at í løtuni arbeiða fyrireik- arnar at fáa Susanne Lund- berg og Marilyn Mazur, Josefine Cronholm og And- ers Jormin Trio til Føroyar komandi summar. Summartónar og Jazzfestivalurin kasta sama Havnar Jazzfelag og felagið Føroysk Tónaskøld hava gjørt av at leggja Summartónar og Jazz- festivalin saman. Á myndini síggjast umboðini fyri Havnar Jazzfelag og Føroysk Tónaskøld, Heðin Ziska Daviden og Kristian Blak. Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 5 4