týsdagur 7. september 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 169 - 7. september 2004
Nr. 169 - 7. september 2004
7
2. og 3. september var
ein ráðstevna um
vælferðargransking
hildin í Havn. Luttak-
arar vóru granskarar
og politikarar úr
ymsum norður-
londum. Ráðstevnan
endaði við einum
kjaki í Norðurlanda-
húsinum, har bæði
spurningartekin og
útrópstekin vóru sett
við, hvussu týdning-
armikil granskingin í
veruleikanum er
RÁÐSTEVNA
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Í 2000 gjørdi Norðurlanda-
ráðið eina fimm árs ætlan
fyri vælferðargransking í
Norðurlondum. Tveir limir
úr hvørjum av norðurlond-
unum mynda stýrisbólkin,
og Føroyar, Grønland og
Áland
hava
hvør
sín
observatør.
Petra Johnsdóttir Joen-
sen, stjóri á almannastov-
uni, er umboð fyri Føroyar,
og tað var eisini hon, sum
fekk í lag hesa ráðstevnuna
í Føroyum.
Hví granska?
Til spurningin »hví er
neyðugt við vælferðar-
gransking« vóru nógv svar.
Hans Pauli Strøm, sum sat
við pallborðið undir kjakin-
um í Norðurlandahúsinum,
staðfesti, at hann í øllum
førum er sinnaður at ar-
beiða fyri granskingini í
Føroyum.
– Vit mugu fáa staðfest
hvat er realitetur og hvat er
myta innan sosiala økið í
Føroyum. Tað eru nógvir
pástandir, men ein gransk-
ingarverkætlan kundi stað-
fest hvussu tað í veruleik-
anum er statt, segði Hans
Pauli Strøm í byrjunarupp-
leggið sínum. Til dømis
nevndi hann okkara nógvu
vælferðarstovnar, ið kundu
verið betri tilpassaðir, um
ein granskingarbólkur varð
settur, sum kundi staðfest
tørvin í mun til tilboðini.
Hans Pauli Strøm segði
eisini, at tað er ógvuliga
skjótt hjá einum lítlum
landi sum Føroyum at ger-
ast burtur í alheimsgering-
ini. Hann setti spurnaðar-
tekin við, um fiskivinnan
einsamøll fer at megna at
halda á at halda samfelagn-
um uppi. – Vit mugu eisini
kanna hvussu verandi rák
kemur at ávirka okkum,
sum liva av at framleiða
eina matvøru, segði hann.
Kendi íslendski politikk-
arin Jón Baldvin Hanni-
balsson segði millum ann-
að, at vælferðarsamfelagið
ikki er ein sjálvfylgja, men
at tað er eitt val, sum polit-
ikararnir mugu gera. Hann
vísti á ymisk ástøði, sum
vilja hava vælferðarstatin at
vera veikari enn minimal-
statin. Síðani nevndi hann
dømi, ið hinvegin vístu júst
styrkina við vælferðarstat-
inum.
– Tað hava verið nógvar
røddir frammi, serliga í
Amerika, sum jú er ein
anti-vælferðarstatur,
um
hvussu skroypilig okkara
vælferðarskipan er. Men
teirra ástøðir eru aldri
prógvað. Tvørturímóti eru
tey mótprógvað! Tak Fin-
land, sum var í stórari
kreppu fyrst í hálvfemsun-
um, men sum nú hevur
fingið heitið »Mest kapp-
ingarsinnaða samfelag í
heiminum«, við »besta
teknologiska infrastrukt-
uri«. Vit kunnu taka Svø-
ríki, sum hevur heitið
»Mest nýskapandi samfel-
ag í heiminum«. Vit kunnu
taka Ísland, sum væl og
virðiliga hevur reist seg
eftir ovurstóru inflatiónina,
sum har var. Øll hesi dømi
um framgongd eru bygd á
vælferðarmodellið, og tey
gera so dyggiliga øll álop á
vælferðarsamfelagið
til
skammar.
Víðari segði hann, at fyri
at statirnir kunnu standa
sterkastir hvør sær, er
neyðugt at granska fyri at
finna júst tað vælferðar-
modellið, ið hóskar best til
ymsu londini.
Vita meiri um fisk enn
um fólk
Beinta
í
Jákupsstovu,
granskari, staðfesti við orð-
unum
»føroyingar
vita
meiri um fiskastovnin enn
um fólkastovnin«, hvussu
tað stendur til við gransk-
ingini innan sosiala økið í
Føroyum.
Hon segði, at um ráð-
stevnan snúði seg um
gransking innan fisk og
fiskivinnu,
um
hvussu
alheimsgeringin
fer
at
ávirka fiskivinnuna í fram-
tíðini og hvat vit kunnu
gera fyri at sleppa frá nega-
tivum árinum uttanífrá, so
hevði salurin verið fullsett-
ur, og áhugin fyri ráðstevn-
uni hevði verið ovurhonds
stórur.
– Men, helt hon fram –
Tað er eingin áhugi fyri
vælferðargransking í Før-
oyum. Vit hava nógvar góð-
ar granskarar við sera góð-
ari kompetancu, sum ganga
arbeiðsleysir. Ìmeðan eru
tað nógvir sosialir stovnar,
ið veruliga ynskja sær at
fáa kortlagt nøkur ting,
ígjøgnum
granskingar-
arbeiðið. Til dømis hevur
Meginfelag teirra Brekaðu
í Føroyum ynskt at fingið
samskipað tølini fyri tørv
og tilboð, tí tey eru ikki
skrásett nakrastaðni. Men
áhugi er ikki fyri at játta
pening til hetta arbeiði.
Norðmaðurin
Harald
Nybøen, sum er leiðari fyri
vælferðargransklingarætlan
ini, segði, at tað er lætt hjá
smáum samfeløgum sum
Føroyum at fáa gongd á
gransking og skráseting.
– Tit kunnu jú hyggja
hvussu langt tey størru
norðurlondini eru komin
við teirra skipanum. Tað er
jú eingin grund hjá tykkum
at uppfinna hjólið einaferð
afturat. Tit kunnu standa á
akslunum á hinum, og
byggja víðari sjálvi, segði
hann. – Øll norðurlondini
líkjast so mikið nógv, at eitt
land sum Noreg saktans
kundi hugt at granskingar-
úrslitum úr Føroyum. Tað
hevði gjørt tykkum til eitt
áhugavert land fyri okkum
at samstarva við.
Nybøen legði dent á, at
hann
persónliga
nokk
skuldi hjálpa til at fáa eitt
samstarv í lag ímillium
Føroyar og Noreg, um
ynski var um tað.
– Um tit harafturímóti
ikki gera nakað við gransk-
ingarøkið, so má eg stað-
festa, at tit verða eitt full-
komiliga óáhugavert land
fyri okkum, staðfesti hann.
Pál Weihe, sum eisini sat
við pallborðið, segði, at tað
í veruleikanum er nógv
gransking farin fram innan
innan heilsu- og almanna-
verkið, og at nógv tøl eru
inn hesi økið.
– Trupulleikin er bert at
finna tey. Tað er sum at
leita eftir eini nál í eini sátu,
staðfesti hann, tí tey eru
ikki skipað nakrastaðni.
Hann skeyt upp at geva
læknum og øðrum innan
heilsuverkið møguleikan at
taka orlov frá arbeiðnum,
fyri at arbeiða við skráset-
ingararbeiði innan heilsu-
verkið.
– Nú verður so nógv tos-
að um, at læknar og starvs-
fólk innan heilsuverkið eru
útbrend og stressað av ov
tungari arbeiðsbyrðu. Hesi
fólkini hava tørv á at sleppa
burtur frá vanliga arbeiðn-
um. Tað vildi verið ein sera
hóskilig arbeiðsbyrða fyri
tey, at skásett tølini innan
heilsuverkið, sum tey sjálvi
og arbeiðsfelagar teirra
hava kannað. Tey kundu
sloppið burtur frá stress-
andi arbeiðsumhvørvinum í
hálvt ella heilt ár, men
samstundis arbeitt innan
økið, og gjørt eitt sera týð-
andi arbeiði, ljóðaði upp-
skotið frá Pál Weihe.
Beinta í Jákupsstovu, granskari:
Føroyingar vita meiri um fisk enn um fólk
Við pallborðið sótu Hans Pauli Strøm, Jógvan við Keldu, Harald Nybøen, Jón Haldvin Hannibalsson, Tom Greifenberg, Beinta í
Jákupsstovu og Pál Weihe
Petra Johnsdóttir Joensen, tók stig til at fáa ráðstevnuna hildna
í Føroyum. Hon var sera vælnøgd við stevnuna
Beinta í Jákupsstovu, granskari og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hava nógv at práta um.
Bæði ásanna týdningin av gransking, men eingin peningur er til økið
Framhald á síðu 7
Nú er útferðartíðin
av, og skúlaskipið
Dragin verður aftur
nýttur av skúlanæm-
ingum. Poli Mikkel-
sen, skipari, letur væl
at og sigur, at teir
hava verið nakrar
túrar fleiri í ár enn í
fjør
FERÐAVINNA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Skiparin á Draganum, Poli
Mikkelsen, letur væl at
summarinum í ár. Dragin
var nakrar túrar fleiri í ár í
mun til í fjør.
– Gott nokk byrjaði vit
nakað fyrr í ár enn í fjør,
men túratalið liggur mill-
um 20 og 30, greiðir hann
frá.
Lágætt var mest sum alt
summarið, so allar útferð-
irnar í ár vóru norðureftir. Í
fjør vóru teir tveir ella
tríggjar túrar sunnanfyri.
Onkrir dagar var tjúkt í
mjørka, tá lagt varð frá
landi, men tá teir so komu
norður um Kallin var klárt.
– Vit hava verið stak
hepnir í veðrinum, sigur
Poli Mikkelsen.
Hann sigur, at tað hevur
verið ógvuliga blandað av
ferðafólki. Bæði føroyingar
og útlendingar.
Dragin siglir nú við
skúlanæmingum og fyrst í
oktober verður skipið lagt.
Tá fara næmingarnir um-
borð at gera eitthvørt í
sambandi
við
skúlan.
Dragin verður so liggjandi
til einaferð í mai komandi
ár, tá ferðafólkini koma
aftur til landið.
Sambært heimasíð-
uni hjá Norðlýsinum
eru ætlanir um at seta
eina nýggja feskfiska-
móttøku á stovn. Ikki
ber til at fáa hesi tíð-
indi váttað frá fyri-
reikarunum, men
sum skilst eru tað pf
Snodd á Eiði saman
við øðrum, sum
kanna møguleikarnar
FISKIVINNA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Sambært
Norðlýsinum
váttar
borgarstjórin
í
Klaksvík,
Steinbjørn
Jacobsen, at fólk hava verið
á fundi í býráðnum um júst
hetta málið.
Men sum skilst er tað
ikki komið serliga langt
enn.
Til dømis er ongin enda-
lig avgerð, um byggjast
skal ein høll ella um eitt-
hvørt høli við vánna verður
keypt ella leigað.
Sum skilst, so eru eini 12
størri útróðrarbátar og línu-
skip við í samtakinum, um-
framt teir frá pf Snodd á
Eiði.
Orsøkin til hetta stigið
sigst vera, at ónøgdin er
stór ímillum fiskimenn um
Fiskamarknað Føroya. Ført
hevur verið fram, at eitt nú
við at selja ígjøgnum mót-
tøkuna á Eiði, hava menn
fingið ímillum 2 og 4 krón-
ur meira fyri kilo, verður
sagt á heimasíðuni hjá
Norðlýsinum.
Jóhannes Olsen frá pf
Snodd hevur onga við-
merking til hetta málið og
vil hvørki vátta ella av-
sanna tíðindini.
– Tað stóð øllum í
boði at luttaka á
norðurlendsku
rúsevnaráðstevnuni.
Tí skilji eg ikki rætti-
liga, at skeinkistøðini
kendu seg útihýst á
ráðstevnuni, sigur
Brynhild Danielsen,
skrivari í Fyribyrg-
ingarráðnum
RÚSEVNA-
RÁÐSTEVNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í
blaðnum
leygardagin
greiddu vit frá, at bryggj-
aríini og gistingarhús- og
matstovufelagið undraðust
yvir, hví tey ikki vórðu
boðin við á norðurlendsku
rúsevnaráðstevnuna, sum
Fyribyrgingraráðið
var
vertur fyri í Norðurlanda-
húsinum seinasta viku-
skifti. Tey vóru á einum
máli um, at ein slík stevna
hevði verið eitt frálíkt høvi
hjá teimum at lært av
royndunum hjá hjá øðrum
og sloppið framat við sín-
um
sjónarmiðum
um,
hvussu vit í felag best loysa
teir trupulleikar, ið til døm-
is kunnu taka seg upp á
skeinkistøðunum.
Ógjørligt at hava øll
við
Brynhild Danielsen, skriv-
ari í Fyribyrgingarráðnum,
sigur, at burtursæð frá
teimum almennu stovnun-
um, sum hava umboð í
ráðnum, fekk ongin bein-
leiðis innbjóðing til ráð-
stevnuna. Men longu tvær
vikur undan ráðstevnuni
stóð lýsing í bløðunum, har
øll høvdu møguleika at
tekna seg sum luttakara á
stevnuni.
Spurd, hví onki umboð
frá mastovufelagnum ella
skeinkistøðunum var at
síggja á sjálvari skránni fyri
ráðstevnuna, sigur Bryn-
hild, at slíkt hevur ongantíð
verið vanlig mannagongd á
hesum stevnum, sum nú
hava 20 ár á baki.
– Skráin verður løgd í
einum felags norðurlendsk-
um ráði eitt hálvt ár framm-
anundan, stevnan verður
hildin. Høvuðsendamálið
við ráðstevnuni er, at fak-
fólk, sum eisini virka sum
ráðgevar hjá myndugleik-
unum, greiða frá verkætl-
anum og leggja fram úrslit
og niðurstøður av sínum
arbeiði. Fyribyrging av
skaðiligu avleiðingunum av
rúsevnamisnýtslu er jú eitt
sera breitt øki. Tí er tað
nærum ógjørligt at hava
allar áhugabólkar við í
skránni
á
eini
slíkari
stevnu, sigur Brynhild.
Opin fyri hugskotum
Brynhild leggur afturat, at
hetta als ikki skal skiljast
sum, at Fyribyrgingarráðið
í Føroyum ikki vil sam-
starva við skeinkistøðini.
– Vit eru altíð opin fyri
øllum góðum hugskotum,
ið hava sum endamál at
forða skaðiligum avleiðing-
um av rúsandi evnum. Men
arbeiðsøkið hjá Fyribyrg-
ingarráðnum fevnir sera
breitt, og tí henda tingini
ikki altíð líka skjótt, sum
vit kundu ynskt. Hinvegin
stendur tað einum og hvørj-
um øðrum frítt at taka
fyrsta stigið til fyribyrgj-
andi átøk. Og sum sagt,
vilja vit fegin samstarva -
eisini við skeinkistøðini,
sigur skrivarin í Fyribyrg-
ingarráðnum.
Fyribyrgingarráðið:
Øll vóru vælkomin
Dragin gott summar
Nýggj feskfiska-
móttøka stovnast
Summarið hevur
royndst stak væl hjá
Draganum. Skiparin
sigur, at teir hava
verið ímillum 20 og
30 útferðir hetta
summarið
Óváttað tíðindi ganga um, at ein nýggj feskfiskamóttøka skal
setast á stovn, tí stór ónøgd er við Fiskamarknaðin. Partar hava
verið á fundi í Klaksvíkar býráð og spurt seg fyri, men ongin av
fyrireikarunum vil vátta tíðindini
Skeinkistøðini høvdu sama møguleika, sum øll onnur, at tekna
seg til rúsevnaráðstevnuna, sigur Brynhild Danielsen, skrivari í
Fyribyrgingaráðnum
Hvar fer peningurin?
Finnur Helmsdal, sum var
einasta umboð úr tinginum,
ið luttók á allari ráðstevn-
uni, helt, at gransking á
vælferðarskipanum okkara
avgjørt átti at verið hægri
raðfest.
– Vit nýta eina upphædd
sum líkist eini milliard
árliga uppá hesar ymsu
vælferðarskipaninar. Og vit
hava ikki ánilsi av, um
pengarnir eru væl brúktir.
Vit kanna ikki, um vit
kanska høvdu fingið meiri
effektivitet við at nýtt
peningin á ein annan hátt,
um tað møguliga eru
fløskuhálsar á skipanini,
um okkurt átti at fingið
meiri og okkurt minni. Vit
gjalda bara. Tí er tað av-
gjørt av alstórum týdningi,
at vit fara undir at kanna
hvat tað er vit gjalda til, og
hví vit gera tað, staðfesti
hann.
Hans Pauli Strøm var
samdur við hann, og hann
minti á, at teknologiski
infrastruktururin er á veg í
Føroyum eisini.
– Vit arbeiða við eini
skipan, ið skal skráseta
allar sjúklingajournalir í
eini telduskipan. Hetta
verður fyrsta stigið, men
ynskiligt hevði verið at
fingið skrásett alla sosialu
skipanina í tílíkum teldu-
skipanum. Tað hevði lætt
nógv um arbeiðið og hevði
knýtt ymsu sosialu deild-
irnar nógv meiri saman,
segði landstýrismaðurin í
heilsu- og almannamálum.
– Vit hava eisini eitt fólka-
yvirlit, ið ikki er heilt sum
tað skal vera, og tað hevur
stóran týdning eisin at fáa
skrásett tað, segði hann.
Alt í alt teknaði framtíðin
innan gransking í Føroyum
at vera sera ljós, tí tá
avtornaði, endaði kjakið
við einum sera samdum
pallborði, ið ásannaði týdn-
ingin av gransking og skrá-
seting.
Granskingarjáttanin
skerd
Og jú, tað ljóðar alt samalt
sera gott. At granska og
finna útav hvørjar møgu-
leikar vit sum samfelag
fara at hava í framtíðini.
Hvørji stig vit skulu taka,
fyri ikki at hvørva í
alheimsgerðingini. At finna
útav hvar allur peningurin
fer, sum árliga verður
sprændur
inn
í
væl-
ferðarskipanir uttan spurn-
aðartrekin og uttan aftur-
meldingar. Og at skráseta
allar føroyingar í eini teldu-
skipan, sum ger almenna-
og heilsuarbeiði lættari og
greiðari. Tað ljóðar jú út-
merkað.
Men spurningurin er, nær
hetta fer at lata seg gera.
Veruleikin er jú tann, at
granskingarøkið er mun-
andi skert á verandi fíggjar-
lóg. Granskarar okkara
ganga arbeiðsleysir, og
eftir øllum sólarteknum at
døma
verður
meiri
peningur ikki játtaður aftur
í bræði.
Tað stuttliga er so sjálv-
sagt, at besti háttur at finna
útav hvørt peningurin á
fíggjarlógini verður nýttur
á skilabestan hátt og um
okkurt kanska kundi verið
spart onkustaðni, er at seta
fólk at kanna tað. Til dømis
granskarar...
framhald av síðu 6
C
M
Y
K
7
6