Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 169 - 7. september 2004 Nr. 169 - 7. september 2004 9 Barometrið fór í topp í Vatnsoyrum, tá spurnakappingin var liðug fríggjadagin, og greitt var, at Føroya Gluggi eftir harðan dyst hevði vunnið FIRMAKAPPING Edvard Joensen Vatnsoyrum: Føroya Gluggi vann firmakapping- ina í Barometrinum, og kann tískil hetta, til næsta kapping er endað, kalla seg Føroya gløggasta fyritøka. – Vit eru ikki bara tað, segði talsmaðurin hjá Glugganum, tá úrslitið var greitt. Vit eru eisini Føroya Gluggasta fyritøka. Spenningurin var nógvur beint undan, at finaluum- farið byrjaði. Fólk høvdu fyrireikað seg væl á Vatns- oyra Snikkaravirki, hagar manningin á føroya Glugga, ið annars heldur til í Miðvági, var flutt hendan dagin. Skyldskapur er mill- um fyritøkurnar báðar, so tað varð hildið rímiligt, at finalan varð avgreidd á høvuðsstøðini. Drigið varð fram tilfar av øllum møguligum slagi, sum væntast kundi at koma fyri í slíkari kapping. Fólk sótu við teldurnar og høvdu ymsu leitiskipanirnar opnar, eins og onnur sótu við telefonir. Bæði fastar og fartelefonir og høvdu samband við onkran, sum kanska visti okkurt at siga frá. Umframt alla ta parat- vitan, fólk hava. Tað byrjaði væl, og fólk vistu svarini upp á fleiri av spurningunum. Lagið batn- aði, tá mótsøðuliðið norð- uri í Klaksvík misti eitt stig, tí teir ikki svaraðu. Men tað lækkaði nakað væl aftur, tá Gluggaliðið eisini svaraði einum spurn- ingi skeivt, tí ov seint gekk at finna rætta svarið, sum tey kortini funnu beint eftir, at tíðin var farin. Men tá gjørdist einki. So komu eykaspurning- arnir. Tí tveir gjørdust tveir. Fyri fyrstu ferð nakrantíð. Sum ein rættilig finala skal vera, gjørdist hetta minst líka spennandi, sum minni- liga hondbóltsfinalan í kvinnukappingini í Athen. – Hvussu nógv er áseyða- talið í Lítlu Dímun? Hetta fekk, eins og í sanginum um medistaran í karry, heilasellurnar upp á hægsta skala. Onkur mintist, at gamla skipanin, sum millum ann- að Mikkjal á Ryggi veit at siga frá, var fimmhundrað. Men tað var gamli seyður- in, og hann var nógv smærri, enn seyðurin er í dag. So vit býta í helvt, varð hildið. Tíðin gekk skjótt, og fólk leitaðu ymsastaðni, men svarast skuldi, so sagt varð 250. Og so góðum líkt, fann ein skrivstovukvinna á inter- netinum, beint eftir, at tíðin var farin, eina týska heima- síðu, sum visti at siga, at skipanin var 270. Men her gjørdist ikki annað enn at bíða eftir klaksvíkingum og vóna, at teir ikki fóru at siga 270. Men teir høvdu ivaleyst eisini nýtt sama roknistykki sum vágafólkini, tí haðani varð svarið eisini 250. Út- varpsmennirir hvødu lætta uppgávu, tí bæði liðini vóru samd, og hvørki var rætt. Men sambært Útvarpin- um er skipanin í ár 242 áseyðir, sum tó ikki sam- svarar við bókina hjá Kára Thorsteinsson um hagar og mørk í Føroyum. Har stendur nevniliga eisini 270. Men her mátti annar eykaspurnignur til, og nú skuldi svarast uppá, hvusus ofta eitt ávíst lag var nummar eitt á amerikanska hitlistanum í 1985. Her kom misksiljing í, tí fólk høvdu yvirhoyrt hatta har við nummar eitt, so svarað varð 35 ferðir. Og tað ásannaðu fólk skjótt, var heilt við síðuna av, so har reyk hasin sigur- in. Men tað vísti seg, at klaksvíkingar vóru minst líka ørkymlaðir, ella helst meira, tí teir søgdu 42. – Rættað svarið er tríggj- ar ferðir, segði útvarps- maðurin. Og so kann nokk vera, at tað varð rópt í Vatnsoyrum. Júst sum tað sømir seg finaluvinnarun lupu fólk úr stólunum. Róp og klapp, og eingin helt seg aftur. Útvarpsmaðurin, sum komin var at halda skil og og møguliga handa vinn- ingar, helt seg beinanveg fram at og fekk orð á tals- mannin, so vinningarnir kundu handast rætta við- komandi. Skjótt skuldi berast at, tí reportarin skuldi skunda sær aftur til Havnar at upp- liva makkaran live í G- strongi á rundkoyringini. Men ymiskt bendi á, at tað ikki eydnaðist. Høgur barometurstandur Spenningurin var óførur, meðan kappingin var fyri. Tað ráddi um at halda tunguna mitt í munninum Mynd: Edvard Joensen So er endaliga úrslitið greitt Mynd: Edvard Joensen Jens Tummas, útvarpsmaður, hevur júst handað John, talsmanni, steypið Mynd: Edvard Joensen Nú skipini hava fing- ið nýggjar slengri- kjølar, eru tey vorðin nógv betri í sjónum. – Teir mest pessimist- isku siga, at skipini eru broytt, meðan teir mest optimistisku siga, at tey eru ikki at kenna aftur, sigur reiðarin, Ragnar Olsen SKIP Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Næstsíðsta sunnudag komu trolararnir, Bakur og Stelk- ur, aftur úr Vigo í Spaniu, har teir hava verið til garan- tieftirlit. Samstundis, sum skipini hava verið til eftirlit, eru ymiskar broytingar gjørdar umborð. Haraftrat eru tey eisini pussaði upp, soleiðis at tey nú aftur síggja út sum nýbygningar. Líka síðan Bakur og Stelkur komu til landið, hevur verið havt á munni, at tey rullaðu alt ov illa. Skipasmiðjan, sum bygdi skipini, avgjørdi at leggja stabiliseringstangarnar nið- arliga í skipið. Hetta helt reiðaríið lítið um, men skipasmiðjan royndi at sannføra eigararnar um, at hetta var í lagi. Skjótt vísti tað seg tó, at loysnin var vánalig – fyri ikki at siga ónýtilig. Skipini rullaðu óvanliga illa og vóru stræv- in at vera umborð á hjá manningini, serliga í tí ringu tíðini av árinum. Betri skip Tá ið spanska skipasmiðjan seinni var í Føroyum og gjørdi sínar kanningar, ásannaðu teir, at skipini rullaðu alt ov illa. Nú Bakur og Stelkur hava verið til garantieftirlit, hevur spanska skipasmiðj- an sett nýggjar slengri- kjølar á skipini. Hesum hevur skipasmiðjan sjálv borið kostnaðin av. Sam- stundis eru lensiportrini broytt, soleiðis at sjógvur ikki kemur inn ígjøgnum tey. Ragnar Olsen, reiðari, sigur, at manningin sum heild letur væl at broyting- ini. – Teir mest pessimistisku siga, at skipini eru broytt, meðan teir optimistisku siga, at tey eru ikki til at kenna aftur, sigur hann. Reiðarin sigur, at meira verður ikki gjørt við Bak og Stelk, men hann dugir í løtuni ikki at siga, hvør loysn hevði verið vald, um reiðaríið í framtíðini skuldi bygt fleiri skip á skipa- smiðjuni. – Stabiliseringstangarnir lógu niðarliga í skipinum, og haraftrat gingu teir heldur ikki heilt út í borðini. Ragnar sigur, at nógvur sjógvur kom inn ígjøgnum gomlu lensiportrini. – Men nú Bakur og Stelkur hava fingið nýggj portur, samstundis sum skipini rulla minni, verður dekkið eisini nógv turrari. Tungur rakstur Spurdur, um hann væntar, at skipini fara at fiska bet- ur, nú tey verða arbeiðs- ligari hjá manningini, sigur reiðarin: – Nei, tað vænti eg ikki, tí tey hava fiskað so væl, at sjálvur fiskiskapurin kann neyvan gerast nógv betri, sigur Ragnar, sum annars fegnast um, at tað nú verður liviligari hjá manningunum umborð á Baki og Stelki. Hann sigur, at hóast tað ikki restar nógv í, at rakst- urin hjá skipunum hongur saman, væntar hann kort- ini, at tey eisini fara at hava eitt ávíst hall í ár. – Tað er sum heild tungt at fáa raksturin hjá par- trolarunum at hanga saman við verandi prísum, og nú skipini hava mist 40 fiski- dagar í ár, skal seinasti ársfjórðingur roynast rætti- liga væl, um raksturin ikki skal geva eitt lítið hall, tá ið árið er úti, sigur Ragnar Olsen, reiðari. Trolararnir, Bakur og Stelkur, sum hava verið úr vinnu í tilsamans 40 dagar vegna garantieftirlit og aðrar broytingar, gjørdu ein roktúr, tá ið teir fóru til fiskiskap aftur. Teir royndu í 5-6 dagar og komu aftur við fullum skipum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir at hava verið úr vinnu í 40 dagar vegna garantieftirlit og ym- iskar broytingar, fóru Bakur og Stelkur nýggj- an túr aftur týsnáttina í seinastu viku. Teir royndu einar 5-6 dagar og lógu í gjára- morgunin landingar- klárir í Saltangará við um-leið 300.000- 340.000 pundum av upsa. Ragnar Olsen, reiðari, sigur, at skipini, sum høvdu roynt eystanfyri, vóru full undir lúkurnar. Hann sigur, at upsin er frægari til støddar nú, enn hann hevur verið leingi, og hann vónar, at hetta í longdini fer at spyrjast aftur í betri upsaprísi. - Tað gongur í hvussu er rætta vegin við stødd- ini á upsanum, ásannar reiðarin. Ragnar Olsen sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvørji onnur skip koma at landa á Beta hesa vik- una, men hann væntar, at Smaragd og Safir koma aftur av túri, áðrenn vikan er úti. - Vit hava eisini onnur skip, sum javnan leggja veiðina upp her hjá okkum, sigur hann. Skipari á Baki er Ólavur Samuelsen, og Kjartan Egholm er skip- ari á Stelki. Ein fjórðingur av tí fiski, vit eta, kemur frá aling kring um í heiminum. Tí kundi onkur hildið, at veks- andi alingin lættir um trýstið á vanligu fiska- stovnarnar. Men so er ikki. Fyri at ala eitt kilo av laksi ella sílum, brúka vit trý kilo av fóðurfiski, t.v.s. fiski, sum verður veiddur til fóður fyri, at vit kunnu fóðra fiskin í aliringunum. Úti í heimi eru tankar frammi um, at alifiskur í framtíðini skal fóðrast við ymiskari plantuføði, so- leiðis at eitt nú aldur laksur og síl gerast vegetatar ella plantuetarar. -v. Roktúr eftir garantieftirlit Bakur og Stelkur hava fiskað rættiliga væl, síðan teir komu til landið. Á Beta í Saltangará vænta teir, at onnur skip eisini koma inn at landa í vikuni Mynd: Vilmund Jacobsen Plantuføði til alifisk Bakur og Stelkur ikki at kenna aftur Ragnar Olsen sigur, at manningin umborð á Baki og Stelki sum heild letur væl at broytingini, nú skipini hava fingið nýggjar slengrikjølar og nýggj lensiportur Mynd: Vilmund Jacobsen Ragnar Olsen, reiðari Fyri at ala eitt kilo av laksi ella sílum, brúka vit trý kilo av fóðurfiski, eitt nú svartkjafti, lodnu ella sild Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8