Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 169 - 7. september 2004 Nr. 169 - 7. september 2004 11 Spurningurin um at leggja allar kommunurnar í Suðuroy saman í eina kommunu er nú aftur komin upp at venda. Ikki so at skilja, at her er talan um ítøkiliga ætlan, men meira um ein spurning til umhugsingar. Beinleiðis orsøkin er, at bygdaráðsformaðurin í Sumbiar kommunu í útvarpssamrøðu sunnudagin mælti ti, at øll Suð- uroyggin verður løgd saman í eina kommunu. Bygdaráðsformaðurin hevur mælt til, at leggja saman við Tvøroyri sum eina byrjan. Her hava tey kanning, ið vísir, at áhugin fyri at leggja alla oynna saman er stórur. Tað er lítið at ivast í, at fyrimunirnar við samanlegging eru størri enn vansarnir. Hinvegin eigur ein ikki at lata eyguni aftur fyri vansunum. Tað er tó mest, ið talar fyri samanlegging, væl at merkja, um fortreytirnar eru til staðar. Meginfortreytin er, at farið verður alt fyri eitt undir at gera tunnilin millum Hovs og Øravík. Hesin tunnil skuldi langt síðan verið gjørdur. Verður ikki farið undir hesa verkætlan her og nú, kunnu vit gloyma alt um samanlegg- ing av kommunum í Suðuroy! Tá tunnilini millum Hovs og Øravík er liðugur, verður Suðuroyggin sum ein býur. Tá henda verkætlan er framd, verður torført at finna argu- ment ímóti oynni sum eina kommunu. Tá oygg- in er ein kommuna, fer tað at vera nógv høglig- ari at veita borgarunum tær tænastur, ið ein kommuna eigur at veita. Tá oyggin er vorðin ein kommuna, heldur alt stríð um, hvar tingini skulu vera uppat, og orðaskiftið fer tá at snúgva seg um, hvat ið skal vera. Hvussu fáa vit al- menna arbeiðspláss til oynna? Hvussu fáa vit gongd á undirsjóartunnilin umvegis Sand- oynna? Hvussu fáa vit vinnulívið at blóma? Hvussu samskipar ein best skúla-, heilsu-, og almennaverk í oynni? Við samanlegging kann oyggin standa sum ein maður og tala við einari rødd. Hetta er tað ein- asta mál, sum sentralu myndugleikarnir í høv- uðsstaðnum skilja. Fyrr enn suðuroyingar skilja hetta og taka avleiðingarnar av hesum beiska veruleika, kemur eingin vend í skeivu gongdina í oynni. Tað er hesin veruleiki, ið liggur aftan- fyri boðskapin hjá bygdaráðsformanninum í landsins sygstu kommunu. Løgið skuldi verið, um ikki dastið av suðuroyingum innast inni eru samdir við honum. DAGSINS MEINING Sosialurin Samanlegging - fyrimunir og vansar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Latið fiskimenninar fáa frið Egil Olsen fiskivinnufrøðingur Við jøvnum millumbilum verður sjómannaskatturin havdur á lofti. Tað kan sýnast sum at alsamt fleiri eru fyri at avtaka sjó- mannaskattin við tí grund- geving, at hetta skal vera ein ósolidarisk skipan. Sámal Jacobsen yngri hevði eina grein í bløðun- um í síðstu viku, har hann við sakligum grundgeving- um undirbygdi tað skila- góða í at varðveita sjó- mannaskattin. Eg vil mæla øllum teimum, sum hava ilt av sjómannaskattinum, um at lesa hesa greinina. Tað kann t. d. tykjast, sum fólk halda at sjómenn fáa ein skattalætta sum er 15%, men hesin er í veruleikan- um 7-8%. Hetta merkir ein skattalætta, sum fyri allar flestu fiskimanna-inntøkur- nar er millum 15 og 20.000 kr. Eg eri púra samdur við Sámali, at tey sum øvunda fiskimonnunum hendan skattalættan eru ráðini; keypið tykkum oljuklæði og gummi-styvlar og farið til skips. Eg skal ikki taka øll sjón- armiðini uppaftur, sum Sámal førdi fram. Tó fari eg at minna á, at føroyska samfelagið er eitt fiski- vinnusamfelag, har 96% av útflutninginum stava frá fiski og alivinnuni. Tað merkir, at av hvørjum hundraðkrónuseðli, sum kemur inn í landið, stava sekshálvfems krónur frá tí útflutningi, sum fiski- og alivinnan skapa. Ynskir ein at varðveita tað føroyska vælferðarsam- felagið er neyðugt, at onkur tímir at stríðast á Mykines- grunninum við skrøddum troli, undir Eysturgrønlandi á rækjuskipi í kavaódn og á Føroya Banka á línuskipi við agnaskræpu á hondini. Hesi vátu, skitnu, buldrandi og rullandi arbeiðspláss er sanniliga verd tann lítla skattalætta sum hesir fiskimenn fáa. Tann dagur tá ið okkara sjómenn ikki síggja, at tað er vert at stríðast longur, verður tað eitt fátækt Før- oyar, har samfelagstrupul- leikarnir vera risastórir. Latið fiskimenninar fáa frið og virðið heldur tað ar- beiði, sum hesir røsku sjómenn gera til gagns fyri alt Føroya fólk. Nógvar aðrar stórar átroðkandi uppgávur liggja fyri framman, sum eru týdningarmiklari at umrøða og viðgera, og sum krevja loysnir. T. d. hvussu fáa vit ein almennan sektor, sum tann privati sektorurin klár- ar at bera, tað høga kostn- aðarstøðið í samfelagnum, kappingarførið í flakavinn- uni, bert fyri at nevna nakr- ar fáar átroðkandi upp- gávur, sum krevja loysnir. Eyðun á Lakjuni Eg minnist, tá ið vit vóru yngri, - plagdu vit viðhvørt at sita saman og lurta eftir klassiskum tónleiki, - og so skemtaðu vit okkum eisini onkuntíð við »at spæla kontrapunkt« (tit minnast norðurlendsku spurnar- kappingina um tónleik í sjónvarpinum). Hetta kundi vera sera trupult, - t. d. at hoyra, um orkesturmusikk- urin var skrivaður av Händel ella Bach, ella um nú Schu- mann ella Mendelsohn høvdu skrivað lítla klaver- stykkið, vit lurtaðu eftir. Hetta rann fram fyri meg, nú eg las greinina »Íblástur valdast« hjá Kinnu Poulsen í vikuskiftissosialinum 4. september. Eftir at hava lisið grein- ina, fann eg út av, at eisini eg var so heppin at hava hitt umtalaðu donsku pels- kløddu konuna í greinini. Hetta var til eina konsert í Havn einaferð í 90’unum. Hon situr beint aftan fyri meg. Tað er nakað trongligt inni, og tætt er millum stól- arnar. Vit hoyra eina strúki- kvartett av Mozart. Eg siti og njóti tónleikin. Eg veit, at Mozart var ein meistari á hesum økinum. Eg havi jú skil fyri hesum. - Men við eitt verði eg órógvaður, hoyri okkurt tesk aftanfyri. Pelsklædda danska konan er jú ikki einsamøll, hon er sjálv triðja, og eg hoyri hana siga: »Ja, det ER jo Haydn, - et vidunderligt værk. Der er jo så typisk Haydnsk med alle disse lette skalaløb…..« Eg hoyri ikki alt, men til seinast mannar hon seg rættuliga upp og sigur: »Det er jo kun Haydn, der kan få de toner frem på den måde, ikke sandt?« Eftir konsertina kann eg ikki bara mær, men fari stillisliga yvir til konuna og sigi henni, at tað er also Mozart, ið hevur skrivað tónleikin, og ikki Haydn. Konan er bæði forharmað og fornermað um, at hon kundi taka so dyggiliga feil. Eg royni at trávissa hana um listarliga gløgg- skygni og líkheitina millum Haydn og Mozart, - um at Haydn er faðirin at strúki- kvartettini, og sigi henni, at Mozart var yngri og sikkurt bygdi á herðarnar á Haydn, men lítið batti. Hetta gerst pelskløddu donsku konuni ov mikið, og hon fer. Nú kanst tú kanska spyrja, Listsnobbarí valdast Framhald á síðu 11 VIÐMERKINGAR Lógloysið í býráðnum heldur fram Leivur Hansen, býráðslimur Hóast dyggiliga settur upp á pláss av Innlendismála- ráðnum fyrr í ár í sambandi við kæru frá minnilutanum um ymisk brot á komm- unustýrislógina, heldur Jan Christiansen kortini fram við at venda og snara lóg- um og reglum sum best ber til í yrki sínum sum borgar- stjóri. Hetta kom enn eina ferð til sjóndar á almenna bý- ráðsfundinum hóskvøldið. Tá komið var til mál nr. 5 á skránni, Yvirtøka av Heygsgerði, bað Høgni Mikkelsen um loyvi at fara av fundinum, meðan hetta málið varð viðgjørt, tí hann metti seg vera ógegnigan í hesum máli. Málið snúði seg um um- sókn frá sp/f Høgna Mikk- elsen um at lata kommun- una yvirtaka ein vega- stubba á Heygsgerði, sum felagið nýtti í sambandi við randarhúsbygging har úti fyri nøkrum árum síðani, og sum nú leyk treytirnar hjá kommununi fyri at verða yvirtikin. Sambært grein 10 í kommunustýrislógini hev- ur kommunustýrislimur skyldu at boða frá, um hann heldur iva vera um sítt gegni, men kommunustýrið (býráðið) ger av, um hann er ógegnigur. Borgarstjórin játtaði tó Høgna at fara av fundinum, uttan at býráðið sum fyri- skrivað slapp at taka støðu til málið. Tá undirritaði gjørdi borgarstjóran varugan við, at her var ikki rætt farið fram, kveistraði hann hetta bara til viks! Tá undirritaði síðani bað um at fáa felt niður í gerða- bókina, at hann mótmælti framferðarháttinum hjá borgarstjóranum, sýtti hann rætt og slætt fyri hesum! Sostatt framdi hann bara hesa lítlu løtuna tvey álvar- som brot á kommunustýris- lógina og stýrisskipanina hjá kommununi. Sambært grein 25 í lógini kann kommunustýrislimur, sum hevur eina øðrvísa fat- an av einum máli, krevja at fáa serstøðu sína í stuttum viðmerkta í gerðabókina. Hvørki borgarstjóri ella kommunustýrið kunnu sýta honum hetta! Men tað rørir altso ikki Jan Christiansen og líka- sælu samgongufelagar hansara. Teir smíða sínar egnu lógir og reglur. Hetta er eisini beinleiðis orsøkin til tær mongu gølur og ósemjur, ið tíverri - í alt ov stóran mun - hava eyð- kent hesa býráðssetuna. Her má og skal vend koma í, og vónandi hava veljararnir hetta í geyma tann 9. november. Annars er um mál nr. 5 á síðsta býráðsfundi at siga, at býráðið samtykti uttan atkvøðugreiðslu at yvirtaka vegin hjá Høgna á Heygs- gerði. Tyrvingarpláss aftur í nevnd Ætlanin at gera nýtt tyrving- arpláss í grótbrotinum á Glyvursnesi ístaðin fyri gamla tyrvingarplássið í Húsahaga, endaði aftur í heilsu- og umhvørvisnevnd- ini. Býráðið samtykti við 9 atkvøðum fyri og 1 ímóti at beina málið aftur í nevnd, uttan at málið yvirhøvur hevði fingið nakra sum helst viðgerð. Minnilutaumboðið í heilsu- og umhvørvis- nevndini, Hildur Eyðuns- dóttir, hevði biðið um at fáa málið fyri býráðið, men hesum forðaði ein onnur kvinna í nevndini fyri, tá hon sum fyrsti røðari á bý- ráðsfundinum fekk orðið. Beate L. Samuelsen, ið annars sum einasti sam- gongulimur í heilsu- og umhvørvisnevndini hevur verið ímóti hesi ætlanini, gjørdi ikki mætari enn at krevja málið aftur í nevnd. Í slíkum førum siga regl- urnar, at orðaskiftið skal steðga alt fyri eitt, so bý- ráðið kann taka støðu til uppskotið. Og við 9 atkvøðum fyri og 1 ímóti varð samtykt at beina málið aftur í nevnd. Undirritaði atkvøddi ímóti uppskotinum sum mótmæli ímóti, at bý- ráðslimir ikki fingu høvi at viðgera hetta mál, nú tað loksins var komið á býráðs- borð. Málið fór aftur í nevnd við kravi um, at álagt verður umsitingini at finna annað hóskandi øki at gera eitt nýtt tyrvingarpláss, so grótbrotið á Glyvursnesi kann verða brúkt til okkurt annað skilabetri endamál. Eftir hvat skilst á bý- ráðslimum úr báðum legum, hevði ætlanin hjá meirilut- anum í heilsu- og umhvørv- isnevndini neyvan vunnið frama, var hon komin til at- kvøðugreiðslu hóskvøldið. Ósemja seinkar skúlabygging Vandi er fyri, at nýggi skúlin í Hoyvíkshaganum verður upp aftur meira seinkaður og dýrari enn higartil roknað við. Herfyri kom undan kavi, at byggiætlanin er minst eitt ár afturút, og at teir yngstu flokkarnir sostatt ikki sleppa í skúla fyrrenn í fyrsta lagi eftir summar- frítíðina í 2006. Men nú ber ósemja í bý- ráðsmeirilutanum eftir øll- um at døma í sær, at henda risastóra verkætlanin kem- ur upp aftur meira í drag. Á býráðsfundinum hós- kvøldið kom knappliga fram, at Høgni Mikkelsen og Jan Christiansen - uttan- um hini í samgonguni! - nú vilja hava tann ætlaða tví- sporaða barna- og fram- haldsskúlan til eisini at fevna um 10. flokk. Hetta kom sum snarljós úr klárum himli á for- mannin í mentamálanevnd- ini, Heðin Mortensen, sum í stundini kravdi málið aftur í nevnd. Hetta varð samtykt við 6 atkvøðum fyri og 2 ímóti. Undirritaði atkvøddi ímóti at beina málið aftur í nevnd við teirri grundgev- ing, at nú er nógmikið drálað í hesum máli. Tørvurin á einum nýggj- um skúla í Hoyvíkshagan- um økist dag frá degi, og tí er neyðugt at fara undir hesa bygging sum skjótast. Endar nýggja viðgerðin í mentamálanevndini við, at skúlin nú eisini skal lagast til 10. flokk, so fer hetta uttan iva at seinka øllum arbeið- num í fleiri mánaðir aftrat - umframt at talan verður um eina munandi dýrking. Hetta kann meira enn so fáa fylgjur fyri aðrar neyð- ugar útbyggingar á skúla- økinum - eins og á øðrum økjum. Og tað vil eg ikki vera við til. um kvartettin bleiv verri av vitanini um, hvør hevði komponerað hana? Ella - tá ið tú stendur og ert bergtikin av eini mynd hjá Zachariasi Heinesen og fært at vita, at Øssur Mohr hevur málað hana - um myndin tá verður verri. Nei, tað er tvætl, ella onkur vildi sagt: »tað reina snobbarí«. Ja, tað skal bara valdast. Men aftur til greinina »Íblástur valdast«. Hví Kinna Poulsen í fleiri um- mælum júst dregur viður- kenda listamálara okkara Øssur Mohr fram og viðger hansara málingalist á ein negativan hátt og ákærir hann fyri at vera plagier- andi, er fyri mær ein gáta, tí tær nýtist ikki at vera ser- frøðingur á økinum (um nakað eitur so) fyri at síggja, at flest allir okkara ungu listamenn byggja á herðarnar og fáa íblátur frá teimum eldru. Eg kundi nevnt so nógvar, sum hava hingið í listaskálanum imill- um ár og dag. Hetta er jo púra natúrligt. Øssur, hóast ikki blað- ungur, er jú ungur listamál- ari, sum hevur havt serligt hegni at mála og vísa sína list fram bæði her heima, men ikki minst í útlondum, og kanska er tað júst hetta, ið kemur illa við hjá onkrum. Spennandi verður kortini at fylgja honum í komandi árum. Spennandi at síggja, hvussu hansara motiv, »bygdin við havið«, víðari fer at broytast og mennast, og hvussu hann fer at taka onnur enn ókend element inn í myndina. Kanska eins og Beet- hoven. - Lurta vit eftir ein- um av hansara seinastu stúkikvartettum, t. d. op. 131, komponarað seint í 1825, hoyra vit eitt tón- leikamál, ið heilt og fult er broytt í mun til kamartón- leikin hjá tí unga Beet- hoven frá uml. aldarskift- inum, sum tá í nógv størri mun er bygdur á herðarnar á teimum, sum fóru undan. Til seinast vil eg siga, at tað er gott, at vit hava lista- kennarar sum Kinnu Poul- sen o.o., ið kunnu siga okk- um, nær støðið er høgt, og nær tað er lágt, - sum kunnu fortelja teimum røttu per- sónunum, ið hava ávirkan, »hvat fólkið SKAL hava« - soleiðis, at vit, ið lítið skil hava á hesum, ikki verða villleidd í okkara ansi fyri list. Hugsið tykkum, um ein listamálari sleppur inn í listaskálan, okkara tjóðlista- savn - uttan at vera inni í hit- anum hjá ovastu mentanar- elituni í Havn! At ein málari sum Øssur Mohr so hevur fingið sera stóra viðurkenning av fólk- inum - bæði í Føroyum og í útlondum, er sakini púra óviðkomandi. Framhald av síðu 10 Virgar T. Dalsgaard Fleiri holl fólk hava tele- foniskt gjørt meg varan við, at eg í grein míni »Sjónvarpsins sjakalar« mikudagin tíanverri havi gjørt eina formella villu við faktuelt skeivum upplýs- ingum um sjónvarpið og Grækaris Magnussen, og sjálvandi biði eg mirðiliga um fyrigeving fyri tað, men tíbetur skeiklar henda villa avgjørt einki principielt í restini av greinini - kvintes- sensurin í henni stendur framvegis óskalaður! Men eg noyðist nú bara leggja afturat, at eisini útvarpið fór niður í sama køstin, sum Grækaris hevði skumpað í fleiri mánaðir frammanundan - bara ikki akkurát henda eina dagin á flogvøllinum! Sama dagin eg var farin at skriva hesa lítlu um- bering, frætti eg, at harra Øssur Winthereig í lítlum greinastubba hevur verið so beinasamur at gjørt vart við mína villu í bløðunum. Tað er altið stimbrandi við al- vaknum journalistiskum eygleiðarum, og er tað nakað, sum eg leggi dent á, so er tað, at keldur mínar skulu vera í lagi, og at faktuellir upplýsingar eru álítandi! Tí takki eg harra Øssuri so flittuliga fyri rættleiðingina! Hví kemur slík villa í? Ja, fyri eina ferðs skyld er misskiljing komin í millum meg og mínar annars sera álítandi tíðindakeldur í Føroyum, soleiðis at tað lítla pronomen »teir« hevur fingið fatalar avleiðingar. Eg hoyrdi nevniliga frá míni keldu, at nú hava »teir« elt drongin heilt vestur á flogvøllin og heilt framat flogfarinum! Hesir »teir« vóru útvarpsmenn - eg metti skeivt, og helt hesar »teir« vera sjónvarps- menn. Abyrgdin er mín, og eg kann sjálvandi ikki lasta kelduna - tí eg átti at havt eftirkannað málið betri. Enn einaferð veiti eg tí sjónvarpi og Grækarissi treytaleysa umbering fyri hesa einstøku episodu vesturi í Vágum! Einki annað í greinini verður tikið aftur - tvørturímóti! Lat meg enda við at nema við fyrsta partin av stubbanum hjá Winthereig, har hann roynir seg sum stilistur og filosoferar eitt sindur um míni orð og mítt mál! T. d. veit hann at siga, at orð míni eru sett saman, soleiðis at tey eru lesilig fyri Winthereig (hann nevnir tey »lesbar«) - hetta eri eg stakfegin um, tí tað mótprógvar fullkomuliga tí, sum so ofta verður tikið til í dag, at flestu nútímans journalistar nærmast skulu vera funktionellir anal- fabetar! Endiliga konstaterar Øss- ur, at eg brúki nógv sjáld- som orð. Sjáldsom fyri hvønn og hvørjar? - Her veldst nógv um orðameingið hjá monnum, og hvør ið lesarin er - tí alt er jú relativt, men fyri tey fólk, sum hava eitt rímuligt minimum av kunnleika, al- mennari vitan og intel- lektuellum horisonti eru míni orð als ikki serliga sjáldsom, og tað áttu tey avgjørt ikki at verið fyri nakran debattør ella jour- nalist - heldur áttu tey at verið eitt skyldugt og neyð- ugt arsenal av tí intellektu- ella skynsemisførningi, sum stórskaldið Goethe mælti europeiskum skúla- monnum og intellektuell- um til at veita flest møgu- ligum av teimum ungu í tá uppvaksandi ættarliðinum! Hann kallaði idealið fyri alment klassiskt dannilsi! Hesum ideella kravi og hesi mætu stremban áttu okkara journalistar eisini at arbeitt fram ímóti - heldur enn at virka fyri meira fordumm- ilsi! Tað kann væl vera, at orðatilfarið hjá einum mið- al mikrofonmanni í dag er so mikið avmarkað ella tódnað, at tað knípir at lesa eina tekst, har fleiri fremm- andorð eru komin uppí. Um so er, er hetta sjálvsagt ein málsligur sorgarleikur. Hvørva kontinentalar nu- ancur og synonymir, verður okkara fremsta intellektu- ella amboð, - málið púra steindeytt! Hesum eru Øssur og aðrir yngri mikro- fondreingir sjálvir rættiliga ósekir í - tað eru haraftur- ímóti teir ráðaríku purist- arnir, sum hava skyldina av, at so nógv altjóða orða- tilfar er lúkað burtur úr okkara máli, - soleiðis at tað bæði er blivið stirvið, klombrut og gelt fyri stíl! Hetta er við til intellektuelt at fjøtra og múlabinda, ikki bara journalistar, men alt tað uppvaksandi ættarliðið og gera tey til bornertar heimføðingar við krymp- aðum sjónarringi og ófantaligum ónuanceraðum orðatilfari. Alvaratos, áttu Takksom viðmerking til Winthereigs! Framhald á síðu 33 C M Y K 11 10