Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 169 - 7. september 2004 Nr. 169 - 7. september 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Í sambandi við at Yndi Fitness, yviri við Strond, læt upp í nýumvældum hølum við spildurnýggjum venjingartólum mándagin 6. sep- tember, var opið hús leygardagin 4. september, har eini tvey- og trýhundrað fólk stukku inn á gólvið Myndir: Magnus Gunnarsson Í nýumvældu hølunum hjá Indi Fitness fært tú høvi til at royna alt slag av krops- ligari venjing, frá dansi til vektlyfting og vilt tú fara serliga væl um teg sjálvan, kanst tú dusa tær undir einari av sólunum. Yndi Fitness er stovnað í 2004 av Elsu Mariu Bæ- rentsen, stjóra, Regin Vága- dal, nevndarformanni og Høgna Mikkelsen, nevnd- arlimi. Felagið hevur umbygt "gamla" Yndi um til eina nýmótans venjingarmiðs- tøð. Yndi Fitness hevur fleiri sjónvarps og útvarpskanal- ir, sum tey íðkandi kunnu lurta ella hyggja eftir, með- an tey t.d. renna á kondi- tionsmaskinunum. Í hølunum eru kondi- tiónsmaskinur, fleiri renni- bond, cross-trainer, súkkl- ur, rógvimaskinur, stepp- maskinur o.s.fr. Eisini eru maskinur til vøddavenjing v.m. umframt leysar vektir og nógv ann- að. Yndi Fitness hevur tvey skiftirúm, ein sal til konditiónsvenjing og ein til vøddavenjing, umframt ein sal til spinning og ein til aerobic v.m. Eisini eru tvær nýggjar Ergoline sólir og ein massagubonkur. Yndi Fitness er fyri øll, bæði ung og gomul. Vit leggja serligan dent á tann persónliga tørvin hjá tí einstaka, t.v.s. um onkur vil klænka seg, styrkja seg ella bara betra um konditiónina. Einki úrslit uttan arbeiði. Í Yndi Fitness røkkur tú ikki úrslitini uttan møði, tí okkara "visión" er, at ein sunnur kroppur er ein virkin kroppur, sigur Elsa Maria Bærentsen, stjóri í nýggja felagnum. Yndi Fitness, nýmótans venjingarmiðstøð: Renn meðan tú hyggur eftir degi og viku Eigararnir av Yndi Fitness, Regin Vágadal, Elsa Maria Bærentsen, við maskottinum "Joesy", og Høgni Mikkelsen Nøkur av starvsfólkunum í "spinning" salinum, f.v. Ann Thomsen, Óluva Persson, Jákup Jacobsen og Oddvør Poulsen Yndi Fitness er fyri øll, bæði ung og gomul, her royna Katrina og Jóhanna nýggju maskinurnar Stórur áhugi var fyri nýggju maskinunum á nýmótans venjingarmiðstøðini NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 7. september. Robert. Teir vita ikki, hvønn sipað verður til, navnið kemur ikki fyri í álmanakkanum fyrr enn í 1728. Kanska er talan um ein abbata í Kent í Onglandi. Germanskt navn, samasett av orðum, ið merkja tiltikin og ljómandi. Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Poul Kjærbo, Vágur andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og tøkk fyri gávur til Eldrabýlið.Tøkk til prest, sangarar, berarar og kirkjutænarar. Ein serlig tøkk til tykkum á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri umsorgan og røkt.Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Páll, Dorrit og Thurid Tøkk Eina hjartans tøkk til øll – bæði úti og heima – sum mintust meg á 80 ára degnum. Tøkk fyri blómur, telegrammir, uppringing- ar, vitjan og sang. Tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til og gjørdu dagin so hugnaligan. Dalli 15. august 2004 varð hans Jákup D. Joensen á Eiði settur sum stjóri á felag- num P/F O.C.Joensen á Oyri. Hans Jákup er 28 ára gamal, ættaður úr Vík, men búsitandi á Eiði. Hann byrjaði sum næm- ingur í Føroya Sparikassa í 1995 og varð útlærdur á sumri 1997. Hann tók hægri handils- skúlaprógv í 1995, Fíggj- arskúlan í 1997, víðkaða peningastovnsútbúgving í 1999 og fíggarakademiska útbúgving í 2003. Hann hevur starvast á ymiskum økjum í Spari- kassanum, eitt nú á Grann- skoðanardeildini í 2 ár og á vinnulívsdeildini í 2 ár. Frá á heysti 2001 starv- aðist hann sum deildar- leiðari á deildunum hjá Sparikassanum við Norð- skála og á Eiði. Síðan 15. mars 2004 til 15. august var hann fíggj- arleiðari hjá O.C.Joensen. Frá hálvum juli 2004 varð hann settur í starv sum stjóri á felagnum "14 juli 2004" sum er eitt dótt- urfelag hjá P/F O.C. Joen- sen og frá 15 august 2004 varð hann settur sum stjóri á felagnum P/F O.C. Joen- sen. Hans Jákup tók við eftir Hans Johannes á Brúgv, sum 1. oktober tekur við sum stjóri á Føroya Sjó- mansskúla og Maskin- meistaraskúlanum. Saman við Joan Kruse av Eiði, eigur Hans Jákup 3 synir, sum eru ávikavist 8, 4 og 1 ára gamlir. Halló tit sum blivu fermd 4. oktober 1959 í Gøtu kirkju av Torkil Beder presti. Vit ætla at samlast í oktober. Ætla at satsa uppá 3. oktober 2004. Vinarliga sigið frá skjótast gjørligt á tlf.448278 ella 272178 hjá Margith Jacobsen, Kolbeinagjógv, ella Elspu Abrahamsen, Fuglafjørð, tlf. 444149. Hans Jákup D. Johansen, Eiði: Nýggjur stjóri hjá P/F O.C. Joensen Konfirmantar frá Gøtu kirkju í 1959 hittast Tey, ið hava sungið við í Toftakórinum hjá Hans Jacob Højgaard, hava hesa vikuna møguleikan at fríska gomul minni upp aftur. Í sambandi við at tað nú leygardagin 11. september eru 100 ár síðani kórleið- arin Hans Jacob Højgaard, sáli, varð borin í heim, verður stór konsert í Fríð- rikskirkjuni leygardagin. Eitt av kórunum sum fer at syngja er eitt samansett kór við eldri og yngri sang- arum. Hugsað verður bæði um tey, ið hava sungið við Toftakórinum hjá Hans Jacob Højgaard og tey, sum hesi seinnu árini hava sung- ið hjá Mikael Johan Heine- sen. Fyrsta venjingin hjá tí stóra kórinum verður í kvøld, týskvøldið 7. sep- tember, kl. 19.30 í Fríðriks- kirkjuni. Konsertin verður leygardagin klokkan 18. Kórleiðari er Mikael Johan Heinesen. Tað stóra kórið fer m.a. at syngja svenska sangin "Så ljuder nu", sum javnan varð sungin sum endasangur á konsertum, tá Toftakórið segði farvæl, m.a. tá tey í gamlum døgum høvdu verið á konsertferð í Havn. Tann danski "Matrosens mørkningssang", ið er betri kendur sum "Blanke dønn- inger", er eisini á skránni, og hann vekir góð minnir hjá teimum eldru sang-ar- unum. Hini løgini hjá tí stóra kórinum eru kend løg hjá Hans Jacob Højgaard. Á konsertini leygardagin fer Kirkjukórið at syngja sangir hjá tónaskaldinum av Toftum. Fleiri av sang- unum eru minni kendir. Og eitt gentukór við næm- ingum úr Tofta skúla fer at syngja nakrar av barna- sangunum hjá Hans Jacob Højgaard. Hans Jacob Højgaard 100 ár: Gamlir og ungir sangarar syngja Højgaard Jórun Hansen musikkskúla- næmingur spældi løg hjá Hans J. Højgaard á klaver, tá framsýning um tónaskaldið og kórleiðaran lat upp í Fríðrikskirkjuni leygarkvøldið. Nú leygardagin sleppa kórini fram at á stórari konsert C M Y K 13 12