týsdagur 7. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 7. september 2004
15
MARKNAÐARRÁK
Farna vika er fyrsta vikan í
longri tíð, har oljan ikki
hevði høvuðsleiklutin. Or-
søkin var, at fríggjadagin
varð sera týdningarmikla
mánaðarliga arbeiðsmarkn-
aðarfrágreiðingin úr USA
kunngjørd. Fíggjarmarkn-
aðirnir hava bíðað eftir hesi
frágreiðing í ein mánaða.
Frágreiðingin
gjørdist
bjørt. Serliga tí at talið av
stovnsettum arbeiðspláss-
um í juli varð dagført úr
32.000 í 73.000. Talið fyri
august varð meira neutralt,
tí 144.000 arbeiðspáss vóru
sett á stovn, meðan vænt-
aða talið var 150.000.
Eftir
tvær
vánaligar
frágreiðingar, metur Kaup-
thing at henda heldur bjart-
ari frágreiðingin ger, at am-
erikanski tjóðbankin (FED)
við størsta sannlíkindi fer at
hækka teirra leiðandi rentu
á fundinum 21. septembur
úr 1,50% í 1,75%. FED fer
einans at broyta meting um
teirra rentustig, um prís-
vakstrartølini, ið verða
kunngjørd 16. septembur,
lækka munandi.
Hósdagin hevði evropiski
miðbankin (ECB) rentu-
fund. Sum væntað varð
leiðandi evropiska rentan
ikki broytt. Í samband við
fundin segði bankin, at tey
vænta at framgongdin í
evropiska
búskapinum
heldur fram og at búskapar-
og prísvøksturin sum frá-
líður fer at hækka. Nýggja
metingin fekk lánsbræva-
rentur um okkara leiðir at
hækka, og sum so økir
nýggja metingin um sann-
líkindið fyri at evropiska
leiðandi
rentan
verður
hækkað um ársskiftið.
Fá búskapartøl verða
kunngjørd hesa vikuna,
men
mikudagin
heldur
stjórin í FED, Alan Green-
span, røðu um m.a. bú-
skaparligu útlitini. Væntað
verður, at Greenspan fer at
endurtaka, at FED fer at
hækka leiðandi rentuna í
samsvari við búskaparligu
framgongdina. Um Green-
span ikki togar nakran gekk
úr ermuni, fara marknað-
irnir ikki at órógvast av
røðu hansara. Kaupthing
væntar sostatt, at láns-
brævarentur og partabrøv
fara at hækka eitt vet hesa
vikuna.
Oljan hevði lítlan leiklut í
farnu viku, og oljan er
lækkað um 10% síðan
hægsta stigið 19. august.
Váði er tó allatíðina fyri, at
oljuveitingin til heimin
verður órógvað aftur. Hetta
vil eisini órógva fíggjar-
marknaðirnar. Hóast rentur
og partabrøv eru hækkandi,
kunnu dagar við mótrørslu
tí væntast.
Rentuhækkingar aftur á dagsskránni
Vika 37, 2004
www.kaupthing.fo
Smyril Line til reiðar at kappast um farmin
Smyril Line valdi at
varðveita kappingina
um farmaflutningini á
Norðuratlantshavi
heldur enn selja seg til
Eimskip fyri einhvønn
prís. Tað ger leiðslan í
Smyril Line greitt,
eftir at dúgliga hevur
verið gitt, í hvussu
stóran mun Smyril
Line mundi vera við í
myndini, tá Eimskip
keypti Skipafelagið.
Eimskip samráddist
við føroysku feløgini
samstundis og ætlaði
helst at yvirtaka allan
farmamarknaðin á
Norðuratlantshavi
TÍÐINDASKRIV
Smyri Line
Tað er betri fyri bæði prís-
leguna í farmaflutninginum
og fyri Smyril Line sjálvt,
at felagið ikki lat Eimskip
yvirtaka farmadeildina hjá
Smyril Line fyri ein ein-
hvønn prís.
Tað er niðurstøðan hjá
leiðlsuni í Smyril Line, eftir
at felagið í meira enn eitt
hálvt ár samráddist við
Eimskip um samstarv og
møguliga sølu av farma-
deildini til íslendska felagð,
sum tók upp tingingar við
Skipafelagið, samstundis
sum veruligar samráðingar
vóru við Smyril Line.
Longu í januar í ár um-
røddu Eimskip og Smyril
Line møguleikan at sam-
starva um íslendskan farm,
soleiðis at Eimskip kundi
keypa dekspláss umborð á
Norrönu til farm til og frá
Íslandi. Men tá nýggjur
stjóri tók við í Eimskipum í
mai, vildi hann heldur
keypa farmadeildina hjá
Smyril Line. Fyri Smyril
Line kundi hetta verið ein
góður handil, um rætta
upphæddin kom á borðið,
og tí skrivaði Smyril Line
tíðliga í summar undir eina
avtalu við Eimskip um, at í
seinasta lagi 15. august
skuldi vera greitt, hvørt ein
handil skuldi spyrjast burt-
urúr ella ikki.
Skipafelagið og Smyril
Line
Stutt eftir - í juni - bankaði
Skipafelagið á dyrnar hjá
Smyril Line og segði seg
vera til sølu. Men Smyril
Line var í samráðingum við
Eimskip og var tí meira
sinnað fyri eini sonevndari
føroyskari loysn, sum bar í
sær samstarv millum tey
bæði føroysku flutningsfel-
øgini. Fyrstu viku í juli var
aftur fundur millum Skipa-
felagið og Smyril Line, har
Skipafelagið einaferð enn
bjóðaði Smyril Line at
keypa felagið. Smyril Line
ynskti í hesum sambandi at
kanna
roknskapin
hjá
Skipafelagnum nærri, men
umboðini hjá felagnum
boðaðu í staðin frá, at
felagið hevði fingið eitt til-
boð upp á meira enn 100
milliónir krónur, og spurdu
um Smyril Line hevði eitt
betri boð.
Smyril Line hevði ilt við
at trúgva hesum og helt
framvegis samstarv vera
røttu loysnina. Samstundis
var leiðslan í Smyril Line
vorðin greið yvir, at fleiri
veruliga samráðingar fóru
fram á farmamarknaðinum
samstundis.
Avtalu um
samráðingar
Smyril Line valdi at halda
seg til skrivligu avtaluna
við Eimskip um samráð-
ingarnar um farmadeildina,
og ein samráðingarfundur
var við Eimskip tann 22.
juli, tá Skipafelagið tvær
ferðir hevði bjóðað Smyril
Line at keypa seg.
Á
hesum
fundinum
skjeyt Eimskip upp, at
Smyril Line og íslendska
felagið saman gjørdu eitt
nýtt
farmaflutningsfelag
við heimstaði í Føroyum,
har báðir partar skuldu eiga
50 prosent. Smyril Line tók
ikki støðu til hendan spurn-
ingin, og framvegis vóru 24
dagar eftir til samráðingar-
avtalan fór úr gildi tann 15.
august.
Men Smyril Line hoyrdi
at kalla onki aftur frá Eim-
skipum, sum felagið helt
seg hava veruligar samráð-
ingar við um farmadeild-
ina. Sum góður siður er,
boðaði Smyril Line 11.
august í skrivi Skipafelagn-
um frá, at keyp ikki kom
upp á tal, men at samstarv
framvegis hevði áhuga.
Framhaldandi hoyrdist
onki frá Eimskipum, men
17. august bórust so tíðind-
ini um, at Eimskip hevði
keypt Skipafelagið. Hetta
kom rættiliga óvart á bæði
stjórn og nevnd í Smyril
Line, sum bíðaðu eftir ein-
um nýggjum samráðingar-
umfari við Eimskip.
Føroyska loysnin
Beint eftir, at handilin mill-
um Skipafelagið og Eim-
skip var farin fram, bóðu
bæði stjórin í Skipafelagn-
um og stjórin í Eimskipum
um fund við Smyril Line.
Eimskip boðaði har frá, at
felagið framvegis var sinn-
að at keypa farmadeildina
hjá Smyril Line.
Men sæð frá einum hand-
ilsligum sjónarhorni hjá
Smyril Line legði Eimskip
ongantíð rætta prísin á
borðið. Smyril Line valdi
tískil heldur at taka kapp-
ingina upp við nýggja
farmaflutningsfelagið hjá
Eimskipum. Smyril Line er
sannført um, at felagið í
komandi árum kann vinna
væl meira av peningi við
farmaflutningi, enn Eim-
skip hevði viljað latið fyri
farmadeildina hjá Smyril
Line.
Sæð frá einum samfel-
agsligum sjónarmiði var
hetta eisini røtt avgerð, tí
farmaleiðirnar vera fram-
vegis fjølbroyttar, og kapp-
ingin skuldi harumframt
tryggja brúkarunum bestu
sømdir.
Nýggjar
tíðir
eru
á
farmamarknaðinum,
og
Smyril Line er í ferð við at
menna farmadeildina og
laga hana eftir nýggju
marknaðarstøðuni.
15
14
Nr. 169 - 7. september 2004
Um 600 fólk høvdu
leitað sær til Skála-
firðar á fyrsta møtið,
sum varð hildið
fríggjakvøldið í nýggja
samkomuhúsinum
hjá Kelduni. Alt viku-
skiftið var at kalla ein
stór veitsla, og hevði
samkoman skipað fyri
fleiri ymiskum fund-
um fyri bæði stórum
og smáum
REPORTASJA
Orð og myndir:
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Klokkan var farin nakrar
minuttir av átta, tá eg
fríggjakvøldið kom inn í
forhøllina í nýggja sam-
komuhúsinum hjá Kelduni
í Skálafirði.
Har var stúgvandi fult av
fólki, og við dyrnar inn til
sjálvan salin stóðu møti-
vertir og bjóðaðu vælkomin.
Fólk vóru í veitsluhýri,
og gleðin lýsti av andlitun-
um á bæði børnum og
vaksnum - og tað var jú
einki at siga til, nú hetta
snotiliga húsið, sum hevur
staðið í gerð í fleiri ár, endi-
liga kundi takast í nýtslu.
Tað var ein einastandi
kensla at koma inn í sjálvan
møtisalin, sum er nakað
heilt fyri seg í føroyskum
samkomuhøpi. Eg haldi
ikki, eg taki munnin ov
fullan, tá eg sigi, at sam-
koman í Skálafirði hevur
reist eitt satt tempul.
Ljóðviðurskiftini í salin-
um eru av teimum allar-
bestu - og tað var, sum vildi
takið lyfta seg omanav, tá
lovsongskórið saman við
teimum 600 fundarfólkun-
um skóru í at syngja: "Her
er títt hús, títt heim, vit
fagna tær í dag".
Um ein hægri megi var
uppi í leikinum, kunnu vit
bara gita, men hvussu var
og ikki, kom danski præd-
ikumaðurin, sum var biðin
at tala á fyrsta møtinum,
ikki vegin fram, tí flogfarið
fekk ikki lent í Føroyum.
Tí fekk samkomuleiðarin
Pauli Høj bert ein tíma at
fyrireika seg til hesa fyrstu
prædiku sína í nýggja hús-
inum. Men hesum kom
hann væl frá, og bar fram
ein sannførandi boðskap til
fundarfólkið.
– Eg havi ikki fingið tíð at
fyrireika meg rættiliga, og
nú eri eg fullkomiliga bund-
in av Gudi, segði hann, tá
hann byrjaði talu sína.
Við endan á møtinum
varð bjóðað til forbøn, og
vóru tey fleiri, ið nýttu
høvið at koma fram.
Eftir møtið var ein kaffi-
mugur at fáa, og fólk úr
øllum samkomum hugnaðu
sær og gleddust um hetta
stásiliga hús.
Familjumøti
Millum mongu tiltøkini í
vikuskiftinum var eisini
familjumøti sunnudagin, og
var salurin aftur stúgvandi
fullur av børnum og vaksn-
um. Boðskapurin um Jesus
varð flættaður inn í sang,
spæl og dans á ein sera
skemtiligan hátt, sum helt
børnunum
árvaknum
hvørja løtu, møtið vardi.
Tá familjuløtan var av,
fingu børn og vaksin saft
og pylsubreyð.
Leygarkvøldið var stórt
ungdómstiltak undir heitin-
um Awake, har tey ungu
sanniliga fingu bæði eina
tónleikaliga og andaliga
uppliving. Í blaðnum í
morgin fara vit við orðum
og myndum at siga frá
ungdómsmøtinum.
Á
heimasíðuni,
www.keldan.fo,
finnast
upplýsingar um Kelduna.
Har kanst tú eisini lesa um
visjónirnar fyri samkom-
una, har millum annað
stendur:
"Okkara mál er at náa
menniskju við evangeliin-
um um Kristus og hansara
kraft, so menniskju kunnu
verða frelst".
Nú hetta stásiliga og ser-
stakliga væl útgjørda húsið
stendur liðugt, kunnu vit
samanbera tað við eitt nýtt
fiskifar og siga, at nú er
upp til hin almáttuga at
signa verkið.
Framúr góð byrjan hjá Kelduni
Ljóðviðurskiftini í Kelduni
eru av teimum allarbestu -
og tað var, sum vildi takið
lyfta seg omanav, tá lov-
songskórið saman við teim-
um 600 fundarfólkunum
skóru í at syngja: "Her er títt
hús, títt heim, vit fagna tær í
dag"
Á familjumøtinum sunnudagin, varð boðskapurin um Jesus flættaður inn í sang, spæl og dans á ein sera skemtiligan hátt, sum helt børnunum árvaknum hvørja løtu, møtið vardi
- Eg havi ikki fingið tíð at
fyrireika meg rættiliga, og nú
eri eg fullkomiliga bundin av
Gudi, segði samkomuleið-
arin, Pauli Høj, tá hann
byrjaði talu sína. Danin,
sum skuldi tala á fyrsta
møtinum í nýggju Kelduni,
kom ikki fram, tí flogfarið
lendi ikki
Henda fitta gentan var mill-
um tey mongu elskuligu
børnini í Kelduni
sunnudagin
C
M
Y
K
14