týsdagur 7. september 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 7. september 2004
17
Eftir eina javna fyrru
helvt, varð tað IM
Jens Ove Fries Niel-
sen, sum greitt
domineraði seinnu
helvt og vann 3rd
Klaksvík Internatio-
nal. Heini Olsen
hevði somuleiðis ein
góðan endaróður og
fekk eitt deilt annað
pláss
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Sunnudagin blivu seinastu
leikirnir í 3rd Klaksvík
International leiktir og har-
við enn ein altjóða kapp-
ingarsucces í Klaksvík lagt
aftrat rúgvuni í føroyskari
talvsøgu. Alt tað praktiska
gekk væl fyri seg og takka
bulleting-skrivaranum og
fjølmiðlamanninum, sum
fyriskiparin Rani Nolsøe
hevði skaffað sær, varð
kappingin sjónlig í bløðun-
um og útvarpinum. Talvini
øll, kappingartalvan og
myndir eru at síggja á
www.ktfchess.com
Á talvliga økinum var
støðið eisini á gongdari
leið. Hóast tað vórðu held-
ur ov nógvir skjótir javn-
leikir,
varð
kappingin
spennandi við eisini mong-
um fløktum álopstalvum.
Heini í góðum formi
Sviin Emil Hermansson og
Jens Over Fries Nielsen
togaðust leingi um fyrsta
pláss. Men tá Jens Ove
vann á júst Emil í triðsein-
asta umfari, var kappingin í
veruleikanum avgjørd. Við
tveimum skjótum javnleik-
um móti Heina og Ólavi,
kundi Jens Ove kalla seg
vinnara av 3rd Klaksvík
International.
Landsmaðurin Kim Pil-
gaard vann 1st Klaksvík
International í 2002 og í
fjør vann sviin Johan Eriks-
son kappingina.
Heini Olsen telvaði sum
ein brandur seinastu fýra
umførini, har hann vann
sær hálvtfjórða stig. Tíverri
hevði hann miðskeiðis í
kappingini latið ov nógv
stig frá sær og blandaði
hann seg tí ikki reiðiliga í
oddastríðið. Eitt flott deilt
annað pláss fekk hann tó
fyri ómakin og tað er einki
at klaga yvir. Góða talvárið
2004 hjá Heina heldur
fram.
Føroyameistarin og kom-
andi 1. borð á føroyska OL-
liðnum, Martin Poulsen, er
neyvan nøgdur við sítt av-
rik. Ikki tí, hann leikti fleiri
góð talv, men hinvegin fekk
hann lítið og einki burturúr
fleiri
góðum
støðum.
Kappingin er ivaleyst góð
venjing fyri Martin innan
talvolympiaduna,
sum
verður 14-31. oktobur.
Tá Ólavur vann á Her-
mansson í fimta umfari, lá
klaksvíkingurin á deildum
fyrsta plássi. Men ein
skuffandi seinna helvt, har
Ólavur einans fekk eitt stig,
endaði hann á aftasti plássi
saman við Sævar Bjarna-
son. Tó vinnur hann sær
umleið 20 ratingstig fyri
síni 4 stig, og sigur hetta
okkum hvussu sterk kapp-
ingin í veruleikanum var.
Endaliga støðan
1 IM Jens O. F. Nielsen
6,5/10
2 IM Emil Hermansson
5,5
2 Heini Olsen
5,5
4 Martin Poulsen
4,5
5 Ólavur Simonsen 4,0
5 IM Sævar Bjarnason 4,0
Íslandssúlan
Siðvanda Íslandssúlukapp-
ingin varð telvað hetta
vikuskiftið
í
Klaksvík.
Fimm umfør vórðu leikt
uppá tríggjar dagar. Bert
ein telvari yvir 2000 í rat-
ing hættaði sær við, nevn-
liga Finnbjørn Vang (2042).
Tann næsti í røðini var
Tummas Martin Anthon-
iussen (1957) og tískil varð
kappingin ikki so sterk sum
væntað og vónað.
Ein kann við góðari or-
søk seta spurnartekin við
luttøkuhugin hjá føroysk-
um telvarum fyri tíðina.
Serliga eru tað telvarar
millum 2000-2200 í rating,
ið eftir mínum tykki eru ó-
vanliga passivir. 14 telvarar
tóku lut, tólv úr Klaksvíkar
Talvfelag og tveir úr Havn-
ar Telvingarfelag.
Finnbjørn var greiður
favorittur og vann hann
eisini sum væntað kapp-
ingina við fullum stigatali.
Ingolf Gaard bleiv nr. 2 við
fýra stigum, meðan heili
seks telvarar endaðu trið-
fremstir við trimum stigum.
Úrslit við meira finnast á
www.ktfchess.com
Talvið hesa vikuna
Ólavur Simonsen 2205 - Heini Olsen 2363
3rd Klaksvík Int. 2004 (2. umf.)
1.e4 c5 2.Rif3 e6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 a6 5.Ric3 Fc7 (Eftir mínum tykki ein
spennandi variantur í sicilionsku byrjanini, sum eg sjálvur mangan nýti. Ein
fleksibul svørt støða, har møguleikarnir eru nógvir) 6.Be2 Rif6 7.0—0 Ric6 8.Be3
b5 9.a3 Bb7 10.f4 h5 (Áhugaverdur leikur, sum gevur hvítan okkurt at hugsa um
kongamegna. d6 var tann tryggi leisturin. Hvat ætlar svartur við h5?) 11.e5 Rig4
(Finnuoffur sum gevur gott spæl) 12.Bxg4 hxg4 13.Rixc6 Fxc6 14.Fxg4 0—0—0
15.Rae1 Be7 (Um Svartur hevur nóg mikið fyri offraðu finnuna, er ringt at siga.
Neyðugt er hjá svørtum allatíð at leika aktivt) 16.Bf2? (Re2 var besti leikur)
16...f5! (Heini fær nú opnað støðuna upp við t.d. g5, um Ólavur ikki letur finnuna
aftur) 17.Ff3 Fxf3 18.gxf3 Bxf3 19.Bb6 Bc6 20.Bxd8
Støðumynd eftir 20.Bxd8
20...Bc5+ (Heini fær rókin aftur + h-finnuna) 21.Rf2 Bxf2+ 22.Kxf2 Rxh2+
23.Ke3 Kxd8 24.Re2? (Rie2 einasti leikur við skili) 24...Rh3+ f-finnan verður
etin 25.Kd4 Rf3 26.Kc5 Kc7 Ólavur gavst 0—1
Fakta um dystin
Sveis-Føroyar 6-0 (4-0)
HM undankapping
Leygardagin 4. september 2004, kl. 17.30 í St.
Jakob Park í Basel
1-0: Johan Vonlanthen 10.
2-0: Johan Vonlanthen 14.
3-0: Alexander Rey 29.
4-0: Alexander Rey 44.
5-0: Alexander Rey 55.
6-0: Johan Vonlanthen 56.
Dómarakvartett úr Rumenia: Alexandru Dan Tudor,
Marcel Savaniu, Cristian Nica og Augustus Viorel
Constantin
13.013 áskoðarar
Sveis: 1. Pascal Zuberbühler, FC Basel — 2. Bernt
Haas, West Bromwich Albion, 5. Murat Yakin, FC
Basel, 4. Patrick Muller, RCD Mallorca, 3.
Christoph Spycher, Grasshopper-Club (19. Ludovic
Magnin, SV Werder Bremen, 46.) — 7. Ricardo
Cabanas, Grasshopper-Club (16. Benjamin
Huggel, FC Basel, 63.) 6. Johann Vogel, PSV
Eindhoven, 10. Hakan Yakin, VfB Stuttgart, 8.
Raphael Wicky, Hamburger SV — 9. Alexander
Rey, Neuchatel Xamax FC (18. Thomas Haberli,
BSC Young Boys, 75.), 11. Johan Vonlanthen,
PSV Eindhoven
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12.
Sébastian Roth, Servett FC, 14. Stéphane Henchoz,
Liverpool FC, 15. Johann Lonfat, Sochaux
Montbéliard, 17. Tranquillo Barnetta, Hannover 96
Gult kort: Wicky 50.
Venjari: Jakob Kuhn
Føroyar: 1. Jens Martin Knudsen, NSÍ, 63/-165 - 4.
Pól Thorsteinsson, B36, 34/0, 3. Óli Johannesen,
TB, liðformaður, 67/1, 5. Jón Rói Jacobsen, BK
Frem, 17/0, 2. Súni Olsen, GÍ, 15/1 — 9. Jákup á
Borg, HB, 34/2 (18. Atli Danielsen, KÍ, 5/0, 63.),
8. Julian Johnsson, ÍA, 57/4, 7. Fróði Benjaminsen,
Fram, 27/2, 6. Claus Bech Jørgensen, Coventry, 1/0
(13. Johan Byrial Hansen, AC Horsens, 11/0, 70.),
— 10. John Petersen, B36, 54/6 (12. Rógvi
Jacobsen, HB, 27/4, 57.), 11. Jónhard
Frederiksberg, Skála, 4/0
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Jákup
Mikkelsen, KÍ, 33/-61, 14. Andrew av Fløtum,
Fremad Amager, 13/1, 15. Jann Ingi Petersen,
Fremad Amager, 10/0, 17. Hjalgrím Elttør, Fremad
Amager, 12/0
Gult kort: eingin
Reytt kort: eingin
Venjari: Henrik Larsen
Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen
Liðleiðarar: Birgir Hansen og Heðin Askham
Lækni: Jens Pauli Marstein
Fysioterapeutur: Álvur Hansen og Øssur Steinhólm
3rd Klaksvík Inter-
national – Heini nr. 3
17
Sveisiski venjarin var
væl nøgdur við álops-
spælararnar, men
hann roknar við
størri mótstøðu
næstu ferðirnar, enn
hon var frá føroying-
unum
SVEIS-FØROYAR
Jóannes Hansen
Sveisiski venjarin, Jakob
Kuhn var ovurfegin um
stóra sigurin, sum hansara
menn høvdu vunnið í fyrstu
roynini á vegnum ímóti
HM endaspælinum, sum
verður í Týsklandi um tvey
ár. Tað kiksaði hjá Sveis, tá
ið teir royndu at kvalifisera
seg til endaspælið í 1998 í
Fraklandi, og tað kiksaði
aftur, tá ið teir royndu at
sleppa upp í part í Japan/
Korea í 2002.
– Álopsspælararnir vóru
óførir. Teir skoraðu trý mál
í part, og tað ber ikki til at
rokna við fleiri málum enn
tí. Men eg ivist ikki í, at
hini mótstøðulondini fara
at ansa betri eftir teimum,
enn tað varð gjørt hesa
ferð. Tá verður uppgávan
hjá okkara monnum at vísa
sína sonnu styrki, helt
Jakob Kuhn eftir dystar-
enda.
Venjarin var sjálvandi
sera væl nøgdur við, at tað
hevði eydnast at vunnið so
sannførandi sigur í fyrsta
HM undankappingardyst-
inum.
Frammanundan
hevði Sveis spælt fýra
kappingardystir á rað uttan
at hava vunnið.
Johan Vonlanthen, sum er
átjan ára gamalur, var fyrr í
summar yngsti spælarin,
sum nakrantíð hevur skorað
mál í EM endaspælinum.
Málið hjá honum ta ferðina
var tað fyrsta fyri lands-
liðið. Nú hevur hann spælt
seks landsdystir, og hann
hevur skorað fýra mál.
Hin málskjúttin, Alex-
ander Rey, hevði ikki verið
á landsliðnum síðani í apríl
2001.
Mikudagin verður næsta
uppgávan á vegnum ímóti
endaspælinum í Týsklandi
á skránni hjá Sveis. Tá
skulu teir spæla á heima-
vølli ímóti Írlandi.
Nr. 169 • týsdagur • 7. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Eg havi sagt tað fyrr –
og tað fer helst eisini
at henda aftur – at
hava vit ein dag, har
einir 4-5 leikarar eru
undir sítt vanliga
støði, so fáa vit slík
úrslit, staðfesti
Henrik Larsen eftir
stórtapið í Sveis
LANDSLIÐSVENJARIN
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
Basel, Sveis: Sum vera
man, so var tað ikki tað
heilt stóra, sum Henrik
Larsen hevði at siga um
dystin móti Sveis, tá tíð-
indafundur varð hildin.
Spurningarnir til føroyska
venjarin vóru eingir í tali
frá fremmandu pressuni, og
tí gekk skjótt hjá honum at
koma yvir til føroysku um-
boðini.
– Vit gera nøkur mistøk í
dag, og vit vita jú av, at tað
verða revsaðir fyri. Sam-
stundis sært tú eisini, at
nakrir av teirra leikarum
spæla fyri stórfeløg í
Europa. Og spæla vit ikki
upp til okkara besta tá, so
tapa vit stórt.
Kann tað hugsast, at tað
er komandi dysturin móti
Fraklandi,
sum
hevur
órógvað leikararnir sinni-
liga?
– Tað vóni eg ikki. Fyrst
og fremst, so haldi eg, at vit
vóru hart raktir av hitanum.
Tá tú fyrst hevur tikið einar
fimm-seks túrar eftir vøll-
inum, so byrjar tað at verða
tungt, og leikararar missa
konsentratiónina.
Sam-
stundis gera vit alt ov nógv
mistøk, sum vit ikki hava
ráð til. Eg havi sagt tað fyrr
– og tað fer helst eisini at
henda aftur – at hava vit ein
dag, har einir 4-5 leikarar
eru undir sítt vanliga støði,
so fáa vit slík úrslit.
Mikudagin er aftur dyst-
ur á skránni, so føroysku
leikararnir hava ikki nógva
tíð at reisa seg. Mest av øll-
um, so tykist avbjóðingin
hjá Henrik at vera á sálar-
liga støðinum til ta upp-
gávuna, og sjálvur helt
hann eisini, at her er nakað
at arbeiða við.
– Hava nýtt nógvar kreft-
ir, so hvíld er í øllum førum
neyðug. Men sjálvandi
mugu vit eisini inn at rætta
nøkur mistøk, og so seta
liðið eftir tí, sigur Henrik,
og avdúkar kanska við hes-
um, at talan verður um
broytingar til dystin miku-
dagin.
UG til Claus
Størsti spenningurin undan
dystinum
var
kanska,
hvussu nýggi leikarin hjá
føroyingum fór at standa
seg. Av ummælunum fram-
gongur, at hann so avgjørt
ikki dumpaði, og sjálvur
tóktist Henrik eisini vera
nøgdir um avrikið hjá
Claus.
– Eg haldi hann gjørdi
tað framúrskarandi. Sjálv-
andi er hann við hasum
reyða hárinum eitt sindur
hart raktur av hitanum, men
tú sært, at hann hevur evn-
ini. Hann tordi eisini at
bjóða av, men móti endan-
um var krútið tó uppi hjá
honum, staðfesti landsliðs-
venjarin at enda.
Avkláraður
venjari
Starturin kundi ikki
havt verið betri
Hóast hann ikki var nøgdur
um spælið, so helt Henrik
Larsen, at føroyska liðið
hevur fingið góðan styrk við
Claus Bech Jørgensen
Sveisiski venjarin var
sjálvandi sera væl nøgdur
við, at tað hevði eydnast at
vunnið so sannførandi sigur í
fyrsta HM
undankappingardystinum
C
M
Y
K
16