Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 7. september 2004 19 18 Nr. 169 - 7. september 2004 Føroyska liðið hevði ein av sínum heilt keðiligu døgum í hitanum í Basel. Ein dystur, sum enn einaferð minti á, at skulu vit standa okkum, so er alneyð- ugt, at allir taka stór tøk í felag LANDSDYSTUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Basel, Sveis: Gloymið alt um HM-endaspælið í Týsk- landi í 2006. Tann boð- skapurin er kanska ikki so óvæntaður, men hann varð í øllum førum so dyggiliga staðfestur í bakandi hitan- um í Basel leygardagin. Snøgt sagt, so vórðu okk- ara menn fyri einum slíkum lúsingi, sum vit sjáldan hava upplivað nógvu tey seinastu árini. Úrslitið sjálvt sigur 6-0 til mótstøð- una, men tað í sjálvum sær var kanska ikki tað ring- asta. Tyngsta byrðan hjá okkara monnum mundi heldur vera, at vit taptu so greitt fyri einum liði, sum als ikki er betri enn so nógv onnur lið, sum vit hava hitt fyrr. Barnasjúka kostaði Hitin á vøllinum var øgilig- ur, og ivaleyst hevur hann eisini gjørt sítt, at føroyska liðið ongan tíð fekk ordiligt tak á dystinum, men soleið- is eru umstøðurnar nú eina- ferð. Og kanska vóru okkara menn heldur ikki heilt klár- ir mentalt til avbjóðingina. Í øllum førum var talan fleiri ferðir um kostnaðar- mikil mistøk, sum verða venjarar í smádreingja- deildini arbeiða við at eli- minera. Fyrsta sveisiska málið var júst eitt slíkt mistak. Føroyar høvdu tá gyltan møguleika, eftir at sveisiski málverjin noyddist at brúka hendurnar, so afturlegging ikki endaði í málinum. Neyðugt hevði í mesta lagi verið at havt fýra leikarar inni í sveisiska brotsteigin- um, men føroyingarnir vóru seks í tali. Fróði Benjaminsen var tann ein- asti, sum samlaði upp uttanfyri, men tá hann so eisini kiksaði, kundu hinir kontra, og triðja mistakið gjørdi Jens Martin so, tá hann bert fekk hálvbjargað fyrru skotroyndini. At dóm- arin so heldur átti at givið føroyingum nýtt fríspark og gult til sveisiska málverjan, er nakað heilt annað. Men slíkar dómar kann sjáldan roknast við, at vit fáa á heimavølli. Nakað heilt annað er so tað, at tað helst burdi verið Súni Olsen, sum skuldi tik- ið sær av frísparkinum. Iva- leyst hevur Claus Bech Jørgensen brellast so nógv eftir hesum møguleikanum, at hann ikki vildi lata hann fara framvið, hóast Føroyar í Súna hava ein leikara, sum við frísparksbóltum sínum livur upp til ein og hvønn leikara í Europa. Hálvleikurin ein lætti Altso gjørdist talan við hes- um um ringastu hugsandi byrjanina hjá okkara monn- um, og tá teir so hildu á við at geva sveisarunum góðar møguleikar, sum hesir so eisini tóku av, so hingu høvdini nakað nógv meira, enn tey vanliga gera. Seinasta partin av teim- um fyrstu trimum korterun- um var kenslan, at hetta kundi gerast heilt óbehagi- ligt, og tað kendist meira enn nakað sum ein lætti, tá dómarin blásti til hálvleik. Eftir steðgin var støðan kanska eitt lítið sindur betri hjá okkum. Sveisararnir høvdu ikki tørv á at koyra so øgiligt kol á ketlarnar, og sjálvt um teir fingu tvey mál innan ein minutt tíðliga eftir steðgin, og hóast teir høvdu møguleikar til enn fleiri, so varð tapið avmark- að til tey seks málini, um- framt at okkara eisini høvdu nakað av spæli hesa løtuna. Frakland órógvaði Tað hevur verið nakað av skriving seinastu tíðina um at fáa eitt ættarliðsskifti á landsliðnum, og sum so kann væl vera, at ein ávís útskifting eigur at fara fram. Ivaleyst eru eisini nógvir pennar, sum eftir dystin í Basel seta enn meira ferð á hesa skrivingina, men um- talaða ættarliðsskiftið er fyri langt síðani byrjað. Verður hugt at uppstill- ingini í Sveis, so vóru hóast alt tríggir av leikarunum í byrjunaruppstillingini leik- arar, sum avgjørt hoyra til yngra endan. Bonkurin var mest sum bara mannaður av teimum ungu. Og so er tað eisini í løtuni ilt at síggja, júst hvørjir leikarar, sum ikki longu eru partur av hópinum, skulu skumpa aðrar av. Sjálvandi kann so altíð diskuterast, hvussu teir fyrstu ellivu skulu set- ast saman, og har kundu onkrir lutir helst verðið gjørdist øðrvísi í Sveis. Men meira enn hetta, so mundi talan mest av øllum vera um tvinnar trupulleik- ar, sum gjørdu, at okkara menn fingu ein so stóran bank hesaferð. Um spælararnir vilja tað ella ikki, so hevur føroyska liðið kanska størstu avbjóð- ingina nakrantíð nú miku- dagin, tá Fraklands-dystur- in er á skránni. Og tað er lítið at ivast í, at hóast eing- in sigur tað hart, so hevur tann dysturin verið onkra staðni í bakhøvdunum hjá fleiri av leikarunum. Støð- Sveisisku kassarnir 1-0: Johan Vonlanthen, 9. Føroyska liðið gloymir allar verjuskyldur, tá vit hava fríspark, og so kann Sveis kontra. Fyrst skjýtur Ricardo Cabanas, og tá Jens Martin verður snýttur av hoppandi bóltinum, kann Johan Vonlanthen leggja Sveis á odda. 2-0: Johan Vonlanthen, 14. Eftir at Sveis fyrst hev- ur spælt upp í vinstru síðu, lyftir Hakan Yakin hegnisliga upp um verj- una, har Vonlanthen var púra blankur, og smekkar framvið Jens Martini. 3-0: Alexandre Rey, 29. Jens Martin fær ikki bóltin nóg langt fram, tá hann sparkar út, og so verður Rey sendir avstað, uttan at før- oyska miðverjan fær fylgt við. 4-0: Alexandre Rey, 44. Føroyingar missa bóltin í uppspælinum, og so gongur skjótt hjá Sveis. Bólturin verður spæld- ur upp í høgru, og tætt undir málinum er Von- lanthen kvikari enn Jens Martin Knudsen á bóltinum. 5-0: Alexandre Rey, 55. Pól Thorsteinsson verð- ur yvirspældur í sínum verjuborði, og so er Rey fyrstur á bóltinum, soleiðis at hann fær skotið sítt hat-trick. 6-0: Johan Vonlanthen, 57. Pól Thorsteinsson spælir upp á tvørs inn móti miðvøllinum, og so seta hinir ferð á, so- leiðis at Vonlanthen kann gera álopsmakk- aranum hat-trickið eftir. Ikki nóg gott an tóktist á ein hátt meinlík henni í Litava fyri tveimum árum síðani. Ta ferðina spældi føroyska liðið kanska vánaligasta dystin í allari undankappingini – tó at tapið varð avmarkað til 2-0 – fyri síðani at vera nær við at skapa eina rimmar sensatión í Hannover. Sjálvandi eiga leikararnir ikki at hugsa um meira enn næsta dystin, men tað er altso ikki á hvørjum degi, at okkara menn hava møgu- leika at møta Henry, Vieira og hinum á franska liðnum, so tankin hevur helst vigað nakað kortini. Undir støði Hin trupulleikin var hitin í Sveis. Sjálvandi vóru hita- stigini hjá sveisisku leikar- unum eins nógv, men í mun til okkara, so er støðan ikki so óvon hjá teimum. Í øllum førum spældu teir til tíðir tað slagið av fót- bólti, sum føroyingar so ofta hava havt alstórar trupulleikar við í dystum móti eitt nú jugoslavia. Tempo’ið í dystinum verð- ur hildið á einum lágum støði, men tá ferð so verður sett á, gongur smáspælið við rúkandi ferð niðan gjøgnum vøllin. Tá nyttar tað lítið, at okkara hálvgum verða ruraðir í blund, tá ferðin er lág, men tað var júst tað, sum hendi. Til tíðir hildu vit kanska eisini, at vit høvdu gott tak á spælin- um, men máltalvan sigur jú sína søgu um, at hetta ikki var so. Samanlagt høvdu hesir báðir lutir við sær, at tað vóru alt ov nógvir av okk- ara monnum, sum ikki spældu upp til sítt allar- besta. Tað hevur verið prógvað ferð eftir ferð, at tað er ein av fortreytunum fyri góðum úrslitum, og tá tað - sum hesaferð - eru fleiri leikarar, sum tykjast vera undir sínum vanliga støði, so kostar tað. Og tað kostar nógv! Byrjanin til endan. Frísparkið, har vit høvdu møguleikan at leggja okkum á odda, men sum endaði við einum sveisiskum kontra, sum ikki skuldi verið gjørligt. Leggið tó eisini til merkis, hvussu langt út sveisiski málverjin er komin C M Y K 18