týsdagur 7. september 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 7. september 2004
21
Ræðuligt
Sveisisku horna-
spørkini vóru einastu
møguleikarnir hjá
Súna Olsen at svala
sær nakað fyri steðg-
in, tá hann annars
rant runt í bakandi
sólini á St. Jacobs
leikvøllinum
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
Basel, Sveis: Soleiðis sum
uppstillingin var til dystar-
byrjan, so var tað Súni
Olsen, sum fekk óhepna
leiklutin á vinstra bakki,
har sólin bakaði niður.
Hinumegin var skuggi og
nakað væl svalligari, og
Súni viðgekk eisini, at hetta
hevði verð strævið.
– Eg var rættiliga heitur.
Eg haldi ongantíð, at eg
havi spælt í slíkum hita
fyrr. Einasta hjálpin var, at
eg onkra tíð kundi sleppa
mær í skuggan, tá teir
høvdu hornaspark, men í
aðrar mátar bakaði sólin
niður alla tíðina.
So tú gleddi teg kanska til
hálvleikin?
– Tað veit eg ikki. Jú, so-
leiðis sum støðan í dystin-
um bleiv, so kom steðgurin
væl við. So kundu vit fáa
nakað av luft.
Spurdur, hvørt komandi
dysturin móti Fraklandi
kundi eiga sín leiklut í, at
føroysku leikararnir ikki
tóktust klárir, tá dysturin
byrjaði, helt Súni, at tað var
ikki talan um.
– Eg haldi sjálvur, at
menn tóktust vera klárir. Tað
var kanska meira tað, at teir
fáa sítt fyrsta mál bara
sekundir eftir, at vit hava
havt ein risamøguleika. Tá
fara vit niður við høvdinum,
og tað má ikki henda.
– Eg haldi heldur ikki, at
vit vóru undir so stórum
trýsti, men teir vóru rætti-
liga effektivir. Eg haldi, at
teir hava einar níggju
upplagdar møguleikar, og
teir skora so upp á einar
seks av teimum.
Og tá vit at enda spurdu
Súna, um tað fór at verða
tungt hjá føroyska liðnum
at reisa seg, helt hann, at
støðan ikki verður verri.
– Teir hava nokk betri
leikarar enn Sveis, men tá
eru vit á heimavølli, og
veðrið verður kanska meira
til vildar fyri okkara við-
komandi. So eg ivist ikki í,
at tað fer at verða nakað
væl betri til tann dystin.
– Tað nyttar jú einki
at ganga runt og vera
fornermaður, um tú
ikki byrjar inni. Eg
fór inn fyri at gera
mítt besta, segði
Rógvi Jacobsen, sum
hevur vónina um, at
hann sleppur at byrja
á vøllinum miku-
dagin
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Basel,
Sveis:
Ein
av
broytingunum á føroyska
liðnum til dystin leygar-
dagin var, at Rógvi Jacob-
sen nú var at finna á beink-
inum, eftir at hann annars
hevur átt fast pláss á
liðnum í gott ár.
Sjálvur viðgekk Rógvi
eisini, at hetta var eitt
vónbrot, tó at hann ikki var
heilt skelkaður.
– Eg hevði ein varhuga
av tí, nú pláss skuldi skap-
ast fyri Claus Bech Jørgen-
sen.
Tá hann so kom inn á
vøllin, so var tað heldur á
miðvøllinum, men heldur í
álopsplássinum, sum hann
hevur røkt í HB, og sjálvur
helt Rógvi, at hetta gekk á
eini leið.
– Tað nyttar jú einki at
ganga runt og vera for-
nermaður, um tú ikki byrjar
inni. Eg fór inn fyri at gera
mítt besta, og serliga royndi
eg at fáa tað defensiva upp
á pláss, og tað gekk so
nøkunlunda, haldi eg. Teir
skoraðu í øllum førum ikki,
tá eg var inni, segði Rógvi,
sum tó mátti síggja bæði
fimta og sætta sveisiska
málið fara inn, meðan hann
gjørdi seg til reiðar at koma
á vøllin.
Og roknar tú so við, at tú
í dag gjørdi nóg mikið, til
at vinna plássið hjá tær
aftur.
– Tað var so tað, sum eg
royndi. Tað var eisini
frustrerandi
at
síggja,
hvussu illa spælið gekk. Eg
royndi so at gera mítt, og so
mugu vit síggja, um tað er
nóg mikið. Tað vóni eg í
øllum førum, segði Rógvi
Jacobsen at enda.
Súni Olsen ivast ikki í, at føroyska avrikið
fer at verða betri mikudagin
Vil hava plássið aftur
Rógvi Jacobsen helt eftir
dystin, at tað hevði verið
frustrerandi at síggja, hvussu
illa føroyska spælið koyrdi
Jónhard var
kløkkur
Sjálvur hevði fram-
herjin als ikki rokn-
að við møguleikan-
um, sum hann fekk
boð um leygarmorg-
unin
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Basel, Sveis: – Hasum
hevði eg ikki roknað við.
Men eg setti mær bara
fyri, at nú mátti eg gera
mítt allarbesta.
Soleiðis svaraði Jón-
hard Frederiksberg, sum
kanska var ein av fáu
føroyingunum, sum kundi
smílast eitt sindur eftir
dystin. Boðini um upp-
stillingina hevði hann
fingið frá venjaranum um
morgunin, og hann við-
gekk, at hann var eitt
sindur kløkkur.
– Eg mátti so bara seta
meg upp til dystin sum
frægast, og so vóna tað
besta.
Nú endaði dysturin við
einum greiðum tapi, men
av føroysku leikarunum
var Jónhard avgjørt í
frægara
endanum,
og
sjálvur helt hann so
heldur ikki, at hann hevði
spælt seg av liðnum.
– Har var ein øgiligur
hiti, og vit skuldu renna
nógv, so tað var strævið.
Men eg haldi kortini, at
tað var á eini leið, sjálvt
um 6-0 sjálvandi ikki er
nakað nøktandi úrslit.
Tann parturin kundi so
gingið betri.
Verður tann parturin
betri mikudagin?
– Tað vóni eg. Í øllum
førum mugu allir, sum tá
byrja inni, fara út at gera
sítt besta, og so fáa vit at
síggja, helt altso Jónhard
Frederiksberg at enda.
– Har var
ein øgiligur
hiti var
fyrsta við-
merkingin
hjá Jón-
hardi um
sjálvan
dystin
21
20
Nr. 169 - 7. september 2004
Tá einir seks-sjey av
okkara monnum
spæla langt undir tað,
sum teir vanliga plaga
at standa fyri, so kann
tað ikki blíva nóg
gott. Úrslitið av
dystinum staðfesti
eisini hetta, og
leikaraummælini
verða ikki heilt so
positiv, sum tey onkra
aðru ferðina hava
verið
LEIKARAUMMÆLI
Jákup Mørk
1. Jens Martin
Knudsen, NSÍ (63
dystir/0 mál)
Varð tikin fram um Jákup
Mikkelsen hesaferð, men
tóktist als ikki so sannfør-
andi, sum hann ofta hevur
verið. Hevði óhpenar leik-
lutir í fleiri av sveisisku
málunum, tó at hann eisini
hevði onkra kanón-bjarg-
ing. Megnaði samanlagt
ikki at sannføra um, at hann
eigur at vera fremsta valið á
plássinum.
2. Súni Olsen, GÍ
(15/1)
Av føroysku verjuleikarun-
um var Súni avgjørt tann,
sum átti størstu æruna av
dystinum. Hevði fyri tað
allar mesta gott tak í síni
síðu, og tá 4-0 málið kom
hansara meðna, var hetta
orsakað av býttisligum
bólttapi á miðjuni. Sýndi
eisini sannan stríðsvilja í
seinna
hálvleiki.
Ikki
minst, tá hann á ótrúligan
hátt forðaði einum 7-0
máli, eftir sveisisk kontra,
sum kom eftir føroyskt
hornaspark, ið Súni sjálvur
tók.
3. Óli Johannesen, TB
(67/1)
Var heldur ikki ein av
monnunum, sum tóktist
vera á toppinum. Tóktist
beinleiðis tungur í fleiri
førum, og við okkurt av
málunum sá tað eitt sindur
løgið út, at føroyska liðið
royndi at trekkja off-side,
uttan at trýst varð lagt á
bólthaldaran. Fekk í ølllum
førum ikki beint ivan um
sítt pláss burtur, men
royndirnar gera uttan iva, at
eisini er partur av mið-
verjuni mikudagin.
4. Pól Thorsteinsson,
B36 (34/0)
Vanliga so tryggi bakkurin
hevði helst sín vánaligasta
landsdyst nakran tíð. Evn-
ini at standa rætt og lesa
spælið rætt tóktust vera
púrasta horvin, og ferð eftir
ferð varð hann yvirspældur
í sínari síðu, har sveisarar
til tíðir høvdu eina heila
autostradu at koyra álops-
spælið eftir. Varð seinasta
hálva tíman darvaður av
einum haldi í nakkanum,
men slapp ikki út, tá allar
útskiftingar vóru nýttar.
5. Jón Rói Jacobsen,
Frem (17/0)
Tykist enn ikki hava funnið
sama støðið, sum hann
hevði undan skaðasteðgin-
um. Sá í fleiri førum tungur
út, men tað hongur helst
eisini saman við, at kropp-
urin aftur skal venja seg til
dyst hvørt vikuskifti. Tað er
tó einki at ivast í, at hann
eisini heldur fast um pláss-
ið. Snøgt sagt tí evnini eru
so nógv betri, enn hjá nøkr-
um øðrum alternativi til
plássið.
6. Claus Bech
Jørgensen, Coventry
(1/0)
Kundi fingið eina dreyma-
byrjan, tá hann tók sær av
frísparkinum í fimm-metr-
inum, men ístaðin var hetta
byrjanin til endan hjá før-
oyska liðnum. Nýggi mað-
urin var tó avgjørt ein av
teimum, sum slapp hampu-
liga væl frá dystinum.
Arbeiddi væl, og sýndi
góðan bóltførleika, eins og
hann eisini hevði einstakar
góðar gjøgnumbrotsroynd-
ir.
7. Fróði Benjaminsen,
Fram (27/2)
Skuldi enn einaferð vera
maðurin, sum skipaði før-
oyska spælið, og hetta kom
hann hampuliga væl frá.
Uppgávan gjørdist trupul,
tá so fáar flytingar vóru á
føroyska
liðnum,
men
Fróði megnaði í nógvum
førum at halda bóltinum
væl, áðrenn hann við um-
hugsni sendi víðari. Megn-
aði tó ikki einsamallur at
lyfta samlaða liðavrikið,
men tann partin kann
toftamaðurin ikki lastast
fyri.
8. Julian Johnsson, ÍA
(57/4)
Motorurin á føroyska mið-
vøllinum tóktist ongantíð
veruliga at koma fyri seg.
Nógvi hitin kostaði helst
eisini eyka nógv hjá einum
leikara, sum í so stóran
mun hevur rennipensumið
sum avgjørdi styrki sína. Tí
sóu vit heldur ikki vanliga
raidini, sum plaga at koma
seinasta tíma, og sum heild
avdúkaði dysturin í ov stór-
an mun, at tekniski før-
leikin er avmarkaður.
9. Jákup á Borg, HB
(34/2)
Tykist í løtuni ikki at hava
somu gjøgnumbrotsstyrk-
ina, sum í seinastu undan-
kapping var við til at skapa
so nógv føroysk mál.
Megnaði eisini í ov lítlan
mun at koma við í føroyska
spælið, og útskiftingin var
kanska náttúrlig, tá venjar-
arnir valdu at royna aðrar
miðvallarsamansetingar
seinastu løtuna.
10. John Petersen, B36
(54/6)
Skálamaðurin
var
fyri
nógvum ákoyringum eftir
dystin seinast, og hann
megnaði ikki at tippa allar
hesar. Tykist ikki longur at
vera eins væl førur fyri at
átaka sær leiklutin sum
framrættaði spælskiparin á
liðnum, soleiðis sum hann
so ofta hevur verið tað fyrr.
11. Jónhard Frede-
riksberg, Skála (4/0)
Var nakað óvæntað settur
sum fremsti maðurin á lið-
num, og tó at hetta ikki gav
mál, so prógvaði Jónhard í
ávísam mun sítt virði.
Tóktist fyri tað nógv at
renna rætt, soleiðis at
kreftirnar vórðu nýttar við
umhugsni, heldur enn at
renna seg upp í skúm. Skal
nakað takast frá honum, so
er tað helst, at hann enn
ikki tykist hava nóg stóra
gjøgnumbrotsstyrki, men
hann hevur ferðina, sum
eigur at gera hetta gjørligt.
12. Rógvi Jacobsen,
HB (27/4)
Varð offraður, tá rúm skuldi
gerast fyri Claus Bech
Jørgensen á miðvøllinum.
Fekk
tó
seinastu
35
minuttirnar á álopsplássin-
um, og hann nýtti hesa
løtuna til at prógva, at hann
væl kann gerast føroyska
fremsta valið á plássinum.
Sýndi vilja í spælinum, og
helt tað samstundis á tí
einfalda støðinum, og stóri
spurningurin til mikudagin
er helst, um hetta var nóg
mikið til at vinna honum
fremsta plássið her, ella um
venjararnhir
framvegis
halda fast um royndirnar
hjá John Petersen.
13. Johan Byrial
Hansen, AC Horsens
(11/0)
Fekk seinastu 20 minuttir-
nar á vøllinum, og stóð seg
sum so hampuliga væl.
Hugsaði fyrst og fremst um
verjuskyldurnar, og fekk
eisini tipt annars víðopnu
høgru síðuna hjá okkum.
Saman um tikið var grund-
arlagið tó ov tunt, til at
nøkur verulig meting kann
gerast.
18. Atli Danielsen, KÍ
(5/0)
Fekk seinasta hálva tíman á
miðvøllinum, og kom sum
so hampuliga væl frá upp-
gávuni. Hesa løtuna tóktust
sveisarar tó hava skift gear
niðureftir, men Atli sýndi
umhugsni og nærlagna í
sínum spæli. Hevur eisini
tann fyrimunin, at hann
kann nýtast á nógvum
plássum, og tí var hetta
heilt víst ikki seinasti
landsdystur hansara.
Ov nógvir sviku
C
M
Y
K
20