týsdagur 7. september 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 7. september 2004
23
Burtursæð frá Aser-
badjan og Ísrael
megnaðu smáu tjóð-
irnar ikki at fáa stig,
og hjá fleiri av teimum
størstu gekk tað held-
ur einki serligt, tá ið
sjøtul varð settur á
nýggju HM undan-
kappingina
HM UNDANKAPPING
Jóannes Hansen
Ísrael fekk stig við úr París,
og Aserbadjan, sum á al-
tjóða styrkislistanum ikki
er so langt frá Føroyum,
megnaði á heimavølli 1-1
ímóti Wales. Burtursæð frá
hesum góðu úrslitunum hjá
teimum smáu ímóti teimum
stóru, so skarst tað leygar-
dagin einki serligt hjá
smæstu europeisku fót-
bóltstjóðunum. Heldur ikki
hjá teimum størstu gekk tað
so ógvuliga væl. Flestu
teirra, sum seinastu hálvu
øldina hava vunnið EM og
HM, megnaðu ikki at fáa
fult hesa ferð. Hetta var
galdandi fyri Danmark,
Frakland, Ongland og ikki
minst Grikkaland, sum
einki stig fekk í fyrsta
kappingardystinum, eftir at
teir í summar vunnu EM
endaspælið. Holland var
ikki í eldinum, og Týskland
skal ikki spæla undan-
kapping. Sum vertir eru teir
sjálvskrivaðir í endaspælin-
um um tvey ár.
Føroyska 6-0 tapið í
Sveis var ikki tað størsta av
øllum. Svøríki var á Malta,
og sviar vístu onga náði.
Úrslitið var sannførandi 7-0
sigur til Svøríki. Serliga var
tað Zlatan Ibrahimovic,
sum spískaði seg. Hann
skoraði trý mál í 1. hálv-
leiki og fýra íalt.
Tvær ferðir var Allan
Simonsen við føroyska
landsliðnum í Estlani. Í
fyrra førinum var talan um
vinardyst, sum Føroyar
vunnu 2-0. Í seinna førin-
um var talan um undan-
kappingardyst, og tá vunnu
estlendingar 5-0. Hesa ferð
var Allan Simonsen við
Luksemborg í Tallinn, og
har vann heimaliðið 4-0.
Í okkara bólki hevði Ír-
land vitjan av Kypros, sum
varð sent til hús við 3-0
tapi. San Marino hevði
vitjan
av
Serbia/Mont-
enegro, og har vann tann
størri eisini 3-0 á tí minna.
Andorra vitjaði í Finnlandi,
sum eisini vann 3-0. Likt-
instein skal ikki í eldin
fyrrenn í annaðkvøld, tá ið
teir skulu spæla ímóti
Slovakia.
Vónbrot í Íslandi
Grannarnir
fyri
vestan
høvdu undan vitjanini av
Bulgaria góðar vónir, eftir
at teir høvdu vunnið vinar-
dyst ímóti Italia. Gamli
stórspælarin hjá Bulgaria,
Hristo Stoitchkov, er nýggj-
ur landsliðsvenjari, og hann
legði bragdliga fyri. Bulg-
aria vann 3-1. Einasta ís-
lendska málið skoraði Eid-
ur Gudjohnssen, tá ið hann
tíðliga í 2. hálvleiki við
brotssparki minkaði um
munin til 2-1. Síðstu sjey
minuttirnar
vóru
bara
tíggju íslendingar á vøll-
inum, tí Bjørn Gunnarsson
tvær ferðir hevði fingið
gula kortið.
Noreg legði bragdliga
fyri á útivølli í Italia. John
Carew, sum áður hevur
spælt í Roma, legði í fyrsta
minutti Noreg á odda. FCK
spælarin Magne Hoseth átti
uppleggið. Men Italia skor-
aði tvey mál og tryggjaði
sær harvið øll stigini.
Tað eydnaðist ikki Dan-
mark at fáa fult á heima-
vølli ímóti Hvítarusslandi.
Danir løgdu fyri í eyðkenda
skjóta og sannførandi stíl-
inum. Martin Jørgensen
skoraði beinanvegin, og so
var lagt upp til sannførandi
heimasigur. Sum so mang-
an áður so megnaðu danir
bara at halda guvuni í ein
hálvleik.
Hvítarussland
javnaði
eftir
deyðbólt
tíðliga í 2. hálvleiki, og um
teir høvdu verið heilt
hepnir, so høvdu teir fingið
øll stigini. Men tað hevði
verið ov mikið, tí Danmark
hevði bóltin kanska 80
prosent av tíðini, og heima-
liðið hevði flestu møgu-
leikarnar.
Fyrsti venjarin hevur
longu lagt frá sær í nýggju
HM undankappingini. Tað
er russiski venjarin, sum
var vónbrotin eftir 1-1 á
heimavølli ímóti Slovakia.
Fyri russararnar var tað
stórt vónbrot, at Slovakia
javnaði minni enn tríggjar
minuttir undan leikloki. Tá
ið støðan var 1-0, misnýtti
Russland
brotsspark.
Bjargingin hjá slovakiska
málverjanum setti futt í
hansara menn, sum altso
javnaðu, og tað hevði við
sær, at russiski venjarin
legði frá sær, og at hjálp-
arvenjarin tók ábyrgdina á
seg.
Grikkar komu orduliga
niður á jørðina, tá ið teir
vitjaðu grannarnar fyri
norðan og taptu 2-1. Al-
bania legði seg beinanvegin
framum 2-0, og hóast
grikkar minkaðu um munin
og høvdu allan 2. hálvleik
at spæla seg til stig í, so
miseydnaðist
tað
hjá
teimum. Albania staðfesti,
at teir avgjørt ikki skulu
roknast millum smáu euro-
peisku fótbóltstjóðirnar.
Ísrael er
ikki at
spæla
við
Fransmenninir eru
sperdir og ógvuliga
svangir, tá ið teir í
morgin fara á Tórs-
vøll at spæla ímóti
illa sølaða føroyska
liðnum
HM BÓLKUR 4
Jóannes Hansen
Tað gekk ikki væl, tá ið
franska landsliðið í nógv
broyttari útgávu royndi at
taka fyrsta stigið ímóti
HM
endaspælinum
í
Týsklandi um tvey ár.
Ísrael var mótstøðuliðið
í París, og ísraelar undir-
strikaðu staðiliga, at teir
ikki longur teljast millum
minstu fótbóltstjóðirnar.
Á franska liðnum var
eingin Zinedine Zidane,
eingin Lilian Thuram,
eingin Marcel Desailly og
eingin Bixente Lizarazu.
Í málinum var Gregory
Coupet og ikki Fabien
Barthez, og á beinkinum
var Raymond Domenech
í staðin fyri Jacques Sant-
ini, sum er farin til Lond-
on og Tottenham.
Fransmenninir vóru í 3-
5-2 útgangsstøðu, og teir
vóru ikki serliga sann-
førandi. Ísraelar dusaðu
sær, og serliga í vinstru
gekk væl hjá teimum at
mynda álopsspæl. Patrick
Vieira, Arsenal miðvall-
arkempan, sum nú er lið-
formaður á landsliðnum,
hevði góða roynd við
høvdinum,
sum
varð
bjargað á strikuni. Vieira
var annars ógvuliga tætt
ansaður, og tað bar við
sær, at hann ikki var so
eyðsýndur, sum hann
plagar at vera.
Ísraelska verjan var
ógvuliga tøtt. Tað bar við
sær, at fronsku álops-
menninir, Thierry Henry
og Louis Saha, ofta fóru
langt aftur á vøllin, og at
miðvallararnir
Robert
Pires og Ludovic Giuly,
so fóru longri fram, og
tað var onkra ferðina
vandamikið.
Men Ísreal hoyknaði
ongantíð, og miðskeiðis í
2.
hálvleiki
var
um
reppið, at teir fingu hol á.
Eftir horna stútaði Badir
ímóti málinum, men á
strikuni bjargaðu heima-
menninir.
Síðstu løtuna setti Frak-
land rættuligt trýst á
Ísrael, men verjan var
sum bergið.
Tey smáu vórðu sett upp á pláss
Zlatan Ibrahimovic skeyt fýra mál, tá Svøríki bukaði Malta av leygardagin
Mynd: Reuters
23
22
Nr. 169 - 7. september 2004
Nýggjur
landslið
svenjari
í bad-
minton
BADMINTON
sportal.fo
24 ára gamli danin,
Jonas Gai, skal venja
føroyska landsliðið fram
til Oyggjaleikirnar kom-
andi summar
Badmintonsamband
Føroya hevur fingið ein
nýggjan landsliðvenj-
ara, sum skal fyrireika
føroyska landsliðið til
Oyggjaleikirnar í 2005.
Talan er um 24 ára
gamla Jonas Gai, sum
longu er farin til verka í
Føroyum.
Umframt at venja tað
føroyska landsliðið skal
Jonas Gai eisini vera
venjari hjá badminton-
feløgunum í Havn, Vest-
manna,
Miðvági
og
Fuglafirði.
Í Havn fer hann at
venja tær yngru deildir-
nar, men í hinum bygd-
unum fer hann at venja
allar aldursbólkar.
Breiddin
Badmintonsambandið
hevur havt ein landsliðs-
venjara úr India, nevnd-
ur Nandy Aritra, sein-
astu tvey árini, og hann
hevur arbeitt nógv við
elituni innan badminton
ítróttin. Jonas Gai fer
hinvegin
at
arbeiða
meira við breiddini um-
framt at venja lands-
liðið.
Jonas Gai hevur tikið
allar venjaraútbúgving-
ar innan badminton í
Danmark umframt elitu-
venjaraskeið fyri stuttari
tíð síðan.
– Vit fara í gongd við
venjingarnar á lands-
liðnum um stutta tíð,
men eftir jól fara vit
undir meira miðvísa
venjing, sigur Jonas
Gai, sum júst er komin
til landið.
Umframt at hava verið
venjari í fleiri ár í
Danmark hevur Jonas
Gai eisini verið venjari í
Skotlandi og Póllandi.
Føroyska liðið var
broytt í mun til
Malta-dystin, og líkt
er eisini til, at talan
verður um broytingar
til dystin móti Frak-
landi mikukvøldið
LANDSLIÐIÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var væntandi, at før-
oyska liðið skuldi broytast
nakað til dystin móti Sveis.
Fyrst og fremst, so skuldi
pláss finnast fyri Claus
Bech Jørgensen, og hetta
kostaði Rógva Jacobsen
plássið á miðvøllinum.
Tað mundi tó vera um
reppið, at Rógvi kortini fór
at fáa pláss á vøllinum.
Sum skilst, so høvdu før-
oysku venjararnir rættiliga
skjótt gjørt av, at fremsta
álopsplássið skuldi mann-
ast av Jónhard. Hetta tí
hann er leikarin, sum við
ferð síni kundi skapt nakað.
Hitt álopsplássið gjørdist
so til ein spurningur um
John Petersen, Rógva Jac-
obsen ella Andrew av
Fløtum, og her varð John
tikin framum hesaferð. So
er spurningurin, hvørt tað
eisini verður støðan miku-
dagin, tí Rógvi tóktist vera
sera uppsettur upp á vísa, at
hann eigur pláss millum
teir fyrstu ellivu, og sum
heimligi toppskjúttin hevur
leikt í ár, so eigur hann
eisini at banka heilt kraftiga
uppá dyrnar í so máta.
Her hevur John kanska
fyrimun í royndunum, men
Rógvi er tó ikki heilt
óroyndur longur, og verður
talan um franskt trýst, har
okkara í stóran mun koma
at senda langt niðan, so er
kanska upplagt, at Rógvi tá
fær møguleikan.
Talan hevði helst ikki
verið um at gjørt tær stóru
broytingarnar í miðverjuni,
men eftir avsmurningin
slepst neyvan undan, at
tann spurningurin eisini fer
at verða havdur á lofti. Í
øllum førum tóktust hvørki
Pól ella Óli at vera á topp-
inum, meðan Jón Rói enn
ikki hevur støðið, sum hann
hevði undan skaðasteðg-
inum. So er spurningurin,
hvørt tað fer at kosa broyt-
ingar hesaferð, ella um
venjararnir halda fast við
royndu menninar, nú talan
er um so trupla uppgávu,
sum Frakland jú er.
Seinasti
spurningurin
undan dystinum var mál-
verjaplássið,
har
Jens
Martin hesaferð varð tikin
framum. Kanska hevur
skaðasteðgurin, sum Jákup
Mikkelsen hevði herfyri,
spælt inn í so máta, men
klaksvíkingurin hevur tó
staðið seg væl, síðani hann
byrjaði aftur. Og her er
kanska
merkisvert,
at
Henrik Larsen hugdi at, tá
KÍ við einum stórspælandi
Jákupi Mikkelsen vann 2-0
í Gøtu næstseinasta umfar-
ið, meðan Jógvan Martin
Olsen sjálvur kundi gera
sær sínar metingar, tá KÍ á
heimavølli vann 1-0 á NSÍ
bert tríggjar dagar undan
fráferðini til Sveis.
Ivaleyst hava venjararnir
tó undir venjingini mett, at
Jens Martin hevur verið tað
lítla pettið hvassari, men
tað prógvaði hann so ikki
undir dystinum. Ikki minst,
so hevur Jákup tann stóra
fyrimun, at hann er ein
munandi betri bóltspælari,
og tí kann hann í nógv
størri mun takast við í
spælið, tá ferðin skal takast
av spælinum, eins og hann
aloftast megnar at rudda
væl og virðiliga, tá tørvur
er á hesum.
Sum tað verður lagt upp
til í prátinum við Henrik
Larsen aðra staðni á hesum
síðum, so verður talan helst
um broytingar á liðnum, og
her gita vit, at hesar verða
tvær í tali.
Nevnliga at Jákup Mikk-
elsen verður settur at verja
málið, og at Rógvi verður
tikin framum John Petersen
í álopspartinum. Hóast
verjan var lítið sannførandi,
so rokna vit við, at teir
somu fýra halda sínum
plássi her, tó at Atli
Danielsen ella Johan Byrial
Hansen kundu verið nýttir á
bakkinum. Serliga, um Pól
Thorsteinsson
ikki
er
komin fyri seg, eftir at hann
gekk við stívum nakka alt
leygarkvøldið.
Miðvøllurin stóð seg
heldur ikki av tí besta hesa-
ferð, men tað verður tó
neyvan her, at broytingar
verða gjørdar. Heldur ikki
hóast Atli Danielsen fekk
pláss mitt á eina góða løtu í
Sveis, meðan Julian loysti
Jákup á Borg av høgru-
megin. Móti Vieira & Co.
verður helst merira enn
nakrantíð tørvur á evnun-
um hjá Julian inni mitt á, og
Fróði Benjaminsen verður
neyvan fluttur av sínum
plássi.
Ein heilt annar møguleiki
kann tó vera, at uppstill-
ingin á liðnum verður
broytt til eina 4-3-3 ella 4-
5-1. Tað kundi skapt rúm
fyri Atla Danielsen saman
við Fróða og Julian mitt á.
Jákup á Borg og Claus
Bech Jørgensen verða á
kantunum, meðan tað so
helst verður Rógvi Jacob-
sen, sum verður einsa-
mallur center-forward.
Broytingarnar
Kanska verður tað Atli Danielsen, sum verður stóra kaninin hjá Henrik Larsen til dystin mikuvkøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22