Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 7. september 2004 25 Argjamenn mistu á Sandi Tað eydnaðist ikki hjá AB at gera sær dælt av frívikuskiftinum hjá TB, sum nú hevur góð kort á hondini 2. DEILD Jákup Mørk AB er framvegis á odda í aðru deild hjá monnum, men útgangsstøði teirra undan endaspurtinum versnaði, tá teir Sunnu- dagin taptu á Sandi. Tað byrjaði annars hampuliga væl hjá Argja- monnum, tá Símun Hansen legði teir á odda, men fyri steðgin javnaði Kristoffur Vidtfeldt tó fyri heimaliðið. Samstundis var hetta eisini seinasta møguleikin hjá B71 at gera vart við seg undan endaspurtinum, og teir løgdu bragdliga fyri eftir steðgin. Tað tók heldur ikki Eli Hentze meira enn fimm minuttir, áðrenn hann hevði lagt sítt lið á odda, og tann støðan helt sær til dystarlok. Sandoyingar eru nú bara trý stig aftan fyri AB, og við fýra dystum eftir at spæla er alt nú púra opið. TB er framvegis á ðrum plássinum. Teir skuldu sambært kappingarskipan- ini spæla heimadyst móti FS Vágum um vikuskiftið. Tann dysturin er tó útsettur til annan mikudag, tí Óli Johannesen var við fót- bóltslandsliðnum í Sveis, og megnar TB at vinna tann dystin, fer at síggja heilt gott út hjá teimum. Sasha enn einaferð Fjórða liðið, sum kann gera seg galdandi í endaspurt- inum, er Royn. Teir vitjaðu í Vági um vikuskiftið, og tað eydnaðist teimum at fáa trý stig við sær. Sum ikki einaferð, so var tað Alexandar Radosav- ljevic, sum var stóra hetjan hjá hvalbingum. Sasha skeyt hesaferð tvey av mál- unum hjá Royn, sum við sigrinum helt fast um fjórða plássið á talvuni. LÍF er ikki partur av oddinum, men teir munnu tó iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa eina betri úrtøku fyri summarsteðgin. Tá var liðið næst niðast við seks stigum, men síðani eru 15 av 15 møguligum fingin til høldar. Hesaferð vitjaðu teir í Gundadali, og longu fyri steðgin høvdu leirvíking- arnir avgjørt tað mesta. B36 kom tó væl betri við eftir steðgin, og tað eydn- aðist teimum eisini at minka munin nður í eitt mál, men nærri komu teir ikki, tó at onkur roynd móti endanum var sera nøsk. Seinasti dysturin hetta vikuskiftið var í Klaksvík, har Sumba vitjaði. Her stóð tað leingi á jøvnum, men í seinna hálvleiki fekk Sumba avgjørt dystin til egnan fyrimun. Breið miðja Soleiðis sum stigatalvan nú er, so bendir alt á, at størsta stríðið verður um tey trý fremstu og tey trý niðastu plássini. Í botninum hevur mest sum einki borið til hjá B36 seinastu tíðina, men KÍ hinvegin drigið líka svart, og hvørki av teimum tykjast í vanda fyri VB, sum enn ikki hevur vunnið í ár. Í toppinum er tað sum nevnt framvegis AB, sum heldur muninum, men TB er nú væl betri fyri, enn teir vóru undan vikuskiftinum, og so er spurningurin, hvørt teir klára at halda høvdin- um nóg kalt komandi umførini. Leirvíkingar vunnu aftur í dag, tá teir vitjaðu B36. Longu í steðginum hevði LÍF lagt seg á odda 3-0, og so nervaði tað ikki tað heilt stóra, at B36 við tveimum málum móti dystarenda fekk pyntað um úrslitið. Í Vági var Alexander Radosavljevic enn einaferð stóri maðurin hjá Reoyn. Hann skeyt tvey av mál- unum, tá Royn vann 3-2, og sostatt eisini halda fast um, at tað ikki skal eydnast TB og AB at renna undan hinum. Seinasti dysturin í dag var í Klaksvík, har Sumba vann 1-0 við einum máli, sum Dánjal Johan Joensen skeyt eftir steðgin. B71-AB 2-1 (1-1) 0-1: Símun Hansen 1-1: Kristoffur Vidtfeldt 2-1: Eli Hentze VB-Royn 2-3 (1-2) 0-1: Aleksander Radosavljevic 0-2: Kaj Roest 1-2: Tórður Holm 1-3: Aleksander Radosavl- jevic 2-3: John Eystberg B36-LÍF 2-3 (0-3) 0-1: Petur Sjúrðarberg 0-2: Petur Sjúrðarberg 0-3: Niels Pauli Justinussen 1-3: Johan Gunnarsson 2-3: Tummas Rubeksen KÍ-Sumba 0-1 (0-0) 0-1: Dánjal Johan Joensen Mortan varð Buuh’aður Tá ið danski landsliðsvenjarin Morten Olsen eftir landsdystin ímoti Ukraina, sum endaði við javnleiki 1-1, gjørdi samrøðu við danska sjónvarpi, hoyrdist valla eitt orð, tí áskoðararnir í Parkini buh'aðu eftir landsliðsvenjaranum. Samrøðan var víst á stórskíggja í Parkini, samstundis sum hon varð send í sjónvarpinum. Undan dystinum hevði Morten Olsen biðið viðhaldsfólkini stuðla liðnum og ikki bara kritisera, men eftir javnleikin í Parkini, ýldu áskoðararnir eftir Morten Olsen. – Tað er í lagi, fólk hava goldið fyri at koma inn. Tey eru vónbrotin, og soleiðis er tað alla aðrastaðni í heiminum, segði Morten Olsen, sum tó ikki ætlar sær at gera eina slíka samrøðu aftur. -ek Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 AB 14 9 - 2 - 3 25 17 8 29 2 TB 13 9 - 1 - 3 35 16 19 28 3 B71 14 8 - 2 - 4 36 27 9 26 4 Royn 14 8 - 0 - 6 34 31 3 24 5 Sumba 14 6 - 4 - 4 21 22 -1 22 6 FSV 13 6 - 3 - 4 44 24 20 21 7 LÍF 14 6 - 3 - 5 24 27 -3 21 8 B36 14 3 - 2 - 9 19 41 -22 11 9 KÍ 14 2 - 3 - 9 22 32 -10 9 10 VB 14 0 - 4 - 10 13 36 -23 4 Tað gekk heldur ikki hesa ferð hjá KÍ. Leingi vóru teir væl við, men við einum einsamallum máli eftir steðgin, fekk Sumba kortini vissað sær stigini Mynd: SáH 25 24 Nr. 169 - 7. september 2004 Havnar Fimleikafelag tørvar venjarar til dreingjafimleikin FIMLEIKUR Tíðindaskriv Fríggjadagin stóðu 2 dreingjalið hjá Havnar Fimleikafelag uttan venjara. Og hetta hóast nevndin hevur spurt rættiliga nógvar menn, um teir ikki kundu verða venjarar hjá hesum liðunum. Talan er um 50 dreingir á liðinum dreingir 5 ár, 6 ár og 1. flokkur og á liðinum dreingir 5. flokkur og eldri. Ofta hevur tað verið trupult at fáa venjarar til dreingjaliðini, men hesu- ferð bar av. Eingin venjari var funnin tá fimleikaárið byrjaði 30. august. Og um eingin venjari verður funnin rættiliga skjótt, so sleppa hesir dreingirnir tíanverri ikki at gera fimleik í ár. Og ikki er tað tí at dreingirnir ikki tíma at gera fimleik, tvørturímóti teimum dáma tað stak væl. Hetta vísir eisini støddin av liðunum; Aftur í ár eru øll dreingjaliðini fult teknaði. Og venjararnir, sum hava dreingjalið, dáma tað væl., og serliga tað at síggja teir somu koma ár eftir ár og at nýggjir leggjast afturat. HF vónar at við hesum, at onkur er har úti, sum vil taka sær av hesum dreingjunum. Viðkomandi verður biðin um at venda sær til Anni Kyster Durhuus á tlf. 228892. HM-undankappingin 2006 Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Rumenia 2 2 - 0 - 0 4 2 2 6 2 Finnland 2 1 - 0 - 1 4 2 2 3 3 Makedonia 2 1 - 0 - 1 4 2 2 3 4 Holland 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 5 Kekkia 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 6 Andorra 1 0 - 0 - 1 0 3 -3 0 7 Armenia 1 0 - 0 - 1 0 3 -3 0 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Albania 1 1 - 0 - 0 2 1 1 3 2 Danmark 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 3 Georgia 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 4 Turkaland 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 5 Ukraina 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 6 Kasakhstan 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 7 Grikkaland 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Estland 2 2 - 0 - 0 6 1 5 6 2 Slovakia 2 1 - 1 - 0 4 2 2 4 3 Portugal 1 1 - 0 - 0 2 0 2 3 4 Russland 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 5 Liektenstein 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 6 Letland 1 0 - 0 - 1 0 2 -2 0 7 Luksemburg 2 0 - 0 - 2 1 7 -6 0 Bólkur 4 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sveis 1 1 - 0 - 0 6 0 6 3 2 Írland 1 1 - 0 - 0 3 0 3 3 3 Frakland 1 0 - 1 - 0 0 0 0 1 4 Ísrael 1 0 - 1 - 0 0 0 0 1 5 Cypros 1 0 - 0 - 1 0 3 -3 0 6 Føroyar 1 0 - 0 - 1 0 6 -6 0 Bólkur 5 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Slovenia 1 1 - 0 - 0 3 0 3 3 2 Italia 1 1 - 0 - 0 2 1 1 3 3 Hvítarussland 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 4 Skotland 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 5 Noreg 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 6 Moldova 1 0 - 0 - 1 0 3 -3 0 Bólkur 6 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Póland 1 1 - 0 - 0 3 0 3 3 2 Ongland 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 3 Eysturríki 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 4 Aserbadjan 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 5 Wales 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 6 Norður Írland 1 0 - 0 - 1 0 3 -3 0 Bólkur 7 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Serbia-Mont. 1 1 - 0 - 0 3 0 3 3 2 Belgia 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 3 Litava 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 4 Bosnia-Herseg. 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 5 Spania 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 6 San Marino 1 0 - 0 - 1 0 3 -3 0 Bólkur 8 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Svøríki 1 1 - 0 - 0 7 0 7 3 2 Kroatia 1 1 - 0 - 0 3 0 3 3 3 Bulgaria 1 1 - 0 - 0 3 1 2 3 4 Ísland 1 0 - 0 - 1 1 3 -2 0 5 Ungarn 1 0 - 0 - 1 0 3 -3 0 6 Malta 1 0 - 0 - 1 0 7 -7 0 Bólkavinnararnir koma beinleiðis til endaspælið. Tveir teir bestu 2'ararnir koma eisini beinleiðis víðari. Seinastu seks 2'ararnir spæla sínamillum play-off dystir um seinastu plássini. Støðan millum 2'ararnar verður uppgjørd eftir, hvussu hesir hava staðið seg móti nummar 1, 3, 4, 5 og 6 í sínum bólki. Fáir fimleika-venjarar Tór-Ingar hevur skriv- að undir Sum vit skrivaðu í sein- astu viku, so var upp á tal, at Tór-Ingar Akselsen aftur fer at spæla í HB, nú hann er komin aftur á klettarnar. Og hósdagin varð so staðfest, at avtala er gjørd millum partarnar. Á heimasíðu sínari boðaði HB frá, at Tór-Ingar verður partur av HB-hóp- inum tey bæði komandi árini. Tór-Ingar var eisini partur av hópinum hjá HB í 2002 og 2003, og serliga seinna árið taldist hann millum profilarnar á FM- liðnum. Nakað sum eisini landsliðsvenjararnir løgdu til merkis, og í teimum báðum seinastu EM-undankappingardyst- unum í fjør var vága- maðurin eisini partur av landsliðshópinum. -jm Vunnu tvey sett Føroyrska U-19 lands- liðið í kvinnuflogbólti var um vikuskiftið í Dan- mark, har tey tóku lut í NM-kappingini. Sum væntað, so megn- aðu okkara ikki at taka nakað stig í kappingini, men í fleiri av dystunum stóðu tær seg heilt væl, og tær fingu eisini tvey sett burtur úr royndunum. Fríggjadagin leiktu tær móti Svøríki, sum vann tryggan 3-0 sigur. Tað sama gjørdi Ongland í fyrra dystinum leygar- dagin, men seinnapartin sama dag vunnu okkara tó eitt sett móti Danmark. Seinasti dysturin var móti Noreg sunnudagin, og her gjørdist talan um ein sera tættan dyst. Noreg vann tó at enda 3-2, men sett- úrslitini vóru so tepur sum 25-23, 23-25, 25-23, 23-25, 15-11. Tær, sum mannaðu føroyska liðið, vóru Sára M. Strøm (TB), Elsa Nielsen (Dráttur), Marit Jacobsen (SÍ), Vivian Mikkelsen (SÍ), Ella Joensen (KÍF), Maiken Sigmundsdóttir (KÍF), Angilie Johannesen (KÍF), Annika á Stongum (SÍ), Birita Joensen (KÍF), Sólvá Dimon (TB), Karin Mikkelsen (SÍ) og Hildigarð Jakob- sen (KÍF). Venjarar hjá liðnum vóru Kristian Mikkelsen og Chris N. Petersen. Jákup á Stong- unum var eisini við sum ferðaleiðari, og Tummas Óli Mortensen var før- oyska dómaraumboðið á ferðini. -jm Holst skoraði Christian Lamhauge Holst, sum í fjør spældi við føroyska fótbólts- landsliðnum, skoraði um vikuskiftið eitt av mál- unum, tá ið Lyngby vann 3-0 á Jetsmark í donsku 2. deild. Christian Lam- hauge Holst er ikki tikin út til teir báðar landsdyst- irnar hjá Føroyum, sum verða spældir í hesum døgum. -ek Keane klárur Miðvallarspælarin Roy Keane er klárur til lands- dystin hjá Írlandi ímóti Sveis mikudagin. Keane breyt tvey rivjabein í fyrsta landskappingar- dystinum hjá Manchester United í ár, men hann er vorðin skjótari frískur, enn roknað var við. Írland og Sveis eru bæði í bólki saman við Føroyum í hesi HM-undankappingini. -ek C M Y K 24