hósdagur 16. juni 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016
SOSIALURIN 69
4
– Eftir ræðuleikan í Orlando, har 50
LBGTarar, og onnur, vórðu dripin,
og 53 onnur vóru særd, hava tey í
LGBT Føroyum gjørt av at hava eitt
minningarhald í Havn fyri at vísa
samhuga við síni samsintu, sum eru rakt
av sorgarleikinum.
Í hesum sambandi hava LGBT,
Amnesty International og Sirkus gjørt
av at skipa fyri felags minningarhaldi í
Sirkus í Havn fríggjakvøldið.
Amnesty International arbeiðir fyri at
basa mismuni og haturbrotsverkum kring
heimin, og tí er Amnesty International
Føroya Deild við í minningarløtuni
fríggjakvøldið.
Á minningarhaldinum ber til at
skriva eina samkenslukvøðu í eina bók,
sum síðani verður handað amerikansku
sendistovuni í Keypmannahavn, og sam
stundis verður høvi at tendra eitt kertu
ljós at minnast tey deyðu.
Um kvøldið fara eisini Mike og
Jóhanna Norðberg Niclasen at syngja,
og umboð fyri LGBT og Amnesty fara at
siga nøkur orð.
Og restina av kvøldinum verður
høvið at heiðra minnið eftir offrunnum
í Orlando, og minnið eftir allar aðrar
LGBTarar, ið hava latið lív vegna sína
kynsliga samleika, við at dansa og gleðast
um lívið.
– Við hesum vil LGBT í Føroyum
vísa, at vit standa saman við Orlando,
og at bardagin fyri okkara lívi og okkara
kærleika heldur fram. Vit eru her, og fara
altíð at verða her, siga tey í eini fráboðan
um tiltakið.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
2-7 m/s
2-7 m/s
8-13 m/s
15 m/s
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul
av norðri, 2 til 7 m/s, sum snarar í
ein vestan. Turt og sólglottar og hitin
millum 10 og 13 stig, um náttina
millum 5 og 8 stig
Sunnudagin øtlar hann vindin
í andøvsgul upp í ein strúk av
landsynningi, 8 til 13 m/s, um
náttina í støðum upp í hvassan vind,
um 15 m/s. Samdrigið og stundum
reg, um kvøldið klárar í, men út á
náttina varandi regn av útsynningi.
Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Leygardagin verður lot til
andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, sum
snarar í ein sunnan og landsynning.
Turt og sólglottar, men um náttina
skýggjað og regn av útsynningi.
Hitin um dagin millum 10 og 15
stig, um náttina um 8 stig.
0-5 m/s
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Margretha dugur líka
væl at lesa føroyskt, sum
løgmaður dugur at tosa
danskt.
Sæð á Facebook:
Í dag er gott
drotningaveður og
Føroyar eru ein dag nærri
republikkini.
Um orðið sigur Sprotin
(riddarakrossurk11
serstakt heiðursmerki frá danska kongshúsinum
Drotningin hevur vitjað í Føroyum hesa vikuna
og í tí sambandi hevur hon handað fleiri
føroyingum Riddarakrossar
EM byrjaði síðsta
fríggjadag
Ísland skrivaði
fótbóltssøgu, tá ið
tey fingu javnleik
ímóti favorittunum
úr Portugal
500 fólk savnaðust
týsdagin á trappuni
í Vágsbotni til fót
bóltsdystin millum
Ísland og Portugal
Drotningin vitjar
kring landið
Kvinnan, sum
leitað varð eftir
á Støðlafjalli,
varð funnin deyð
týsmorgunin
Glastorgið við
Reinsaríið stóð
endaliga liðugt
í vikuni
»Riddarkrossur«
Føroyingar minnast
hópdrápið í Orlando
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
krónur komu inn, tá Blái Krossur
fyri einum góðum mánaði síðani
hevði sína árligu landsinnsavning
til virksemi hjá felagsskapinum.
630.000
MANGT OG HVAT
Visti tú?
Sambært Drotningini
kemur Krúnprinsaparið
til Føroya skjótt
Fleiri
hendur