hósdagur 16. juni 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016
SOSIALURIN 69
5
Vága floghavn spardi tríggjar milliónir
Eystari Landsrættur lækkaði endurgjaldið, sum hagaparturin
Ytri Suðurtriðingur skal fáa frá Vága Floghavn
DANJAL AV RANA
V
ága Floghavn skal
rinda hagapartinum
Ytri Suðurtriðingur
7,8 milliónir krónur í
endurgjaldi fyri lendið, sum varð
tikið, tá flogvøllurin varð longdur.
Lendið varð ognartikið í 2009
og arbeiðið var liðugt í 2012. Upp
runaliga vildi Vinnumálaráðið
einans rinda 340.000 krónur fyri
ognartøku av lendinum, men haga
parturin valdi at fara í Føroya rætt
við málinum. Teir mettu seg hava
rætt til 20,6 milliónir krónur.
Tvær metingarnevndir hava
mett um kravið. Onnur metti, at
71 krónur fermeturin var rættur
prísur, meðan hin metti hagan
hava rætt til 27 krónur. Talan er
um góðar 193.000 fermetrar.
Dómur fall í Føroya rætti síðst
í mars í fjør. Niðurstøðan var, at
talan var um vanligan haga, og tí
fekk hagaparturin 5,2 milliónir
krónur í endurgjaldi, umframt 6,5
milliónir krónur fyri grótið. Talan
er um 1,1 millión kubikk av gróti,
sum er tikið úr haganum.
Í viðgerðini í Eystara Landsrætti
er komið fram, at talan ikki var um
væl minni nøgd av gróti, okkurt
um triðingin minni. Hetta hevur
landsrætturin eisini tikið atlit til í
niðurstøðu síni. Harumframt vísir
Eystari Landsrættur á, at lendið, ið
var handað hagapartinum aftur,
var í betri standi enn framman
undan. Tí lækkaði Eystari Lands
rættur eisini endurgjaldið, hagin
skuldi hava fyri lendi.
– Tað vóru júst hesi bæði atlitini,
sum gjørdu, at vit valdu at kæra
dómin. Avgerðin í Føroya rætti gav í
veruleikanum hagapartinum størri
endurgjald fyri tað lendi, sum varð
handað teimum aftur, enn tað, sum
varð til fulnar ognartikið, sigur Óla
Jákup Kristoffersen, sakførari hjá
Vága Floghavn.
Samlaða endurgjaldið, sum
Vinnumálaráðið nú er dømt at
gjalda, er tí 7,8 milliónir krónur.
Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága
Floghavn, er fegin um, at málið nú
er avgreitt.
– Illa ber til at siga, at vit eru
fegin um avgerðina, men hon kundi
í øllum førum verið nógv verri og
er hóast alt nakað frægari enn í
Føroya rætti, sigur hann.
Hóast tað formelt er Vinnu
málaráðið, sum skal rinda, so fellur
rokningin til Vága Floghavn. Jákup
Sverri Kass sigur, at peningur er
lagdur til síðis.
– Vit hava ført ein sera varnan
íløgupolitikk hesi seinastu árini
og verið sera varin við at halda
fíggjarætlanir, júst orsaka av hes
um málinum og ótrygga úrslit_
inum. Tað, at málið nú er avgreitt og
endurgjaldsupphæddin staðfest,
fer at geva okkum størri rásarúm
framyvir, sigur Jákup Sverri Kass.
TÍÐINDI
Bjóða til fótbóltsveitslu í Vágsbotni
Televarpið, Tórshavnar kommuna, Ljóð-tøkni, Hvonn og Miðlahúsið bjóða øllum
føroyingum til at síggja EM-fótbólt á stórskíggja við trappuna í Vágsbotni.
HALLUR AV RANA
T
að var sannur fótbólts
rómur í Vágsbotni týsk-
vøldið, tá Televarpið,
Tórshavnar kommuna,
Ljóðtøkni og Miðlahúsið bjóðaðu
føroyingum til fótbóltsdyst í trapp
uni í Vágsbotni.
Trappan var á tremur við før
oyingum, íslendingum og øðrum,
ið vóru møtt at stuðla grannunum
fyri vestan, tá teir møttu Portugal
í teirra fyrsta EM-dysti nakrantíð.
Tiltakið, ið helst var tað fyrsta
av sínum slag í Føroyum, savnaði
millum fýra- og fimmhundrað fólk
á trappuni, og lagið var av tí besta,
tá tað eydnaðist Íslandi at spæla
javnt móti Portugal.
Sjálvt tiltakið eydnaðist so
mikið væl, at fyrireikararnir, sam
an við Hvonn, hava avgjørt at
endurtaka fótbóltsveistluna. Tí
verður hildið fram við at vísa EM-
dystir á stórskíggja við trappuna
í Vágsbotni, har umstøðurnar eru
góðar hjá nógvum fólk at savnast,
umframt at fleiri handlar og
matstovur eru nærhendis.
Í gjárkvøldið varð dysturin
millum grannatjóðirnar Týskland
og Pólland vístur á stórskíggja,
og fótbóltsveistlan heldur fram í
kvøld og í morgin.
Í kvøld er er tað dysturin millum
Spania og Turkaland, ið byrjar
klokkan átta, ið verður vístur á
stórskíggja, men stóra brakið bíðar
til leygardagin, tá tveir dystir verða
vístir við trappuna.
Fyrri dysturin er klokkan 17, tá
Ísland møtir Ungarn. Um áhugin
fyri at stuðla Íslandi var eins góður
sum týskvøldið, so verður talan
helst um eina fótbóltsuppliving
av teimum heilt stóru, tá fleiri
hundraðtals føroyingar savnast
til fótbólt í Vágsbotni.
Tá tann dysturin er liðugur,
verður hin dysturin, millum Portu
gal og Eysturríki, eisini vístur. Tann
dysturin byrjar klokkan átta.
Fyrireikararnir leggja sjálvandi
dent á, at tiltøkini eru treytað av,
at veðrið er gott tá dystirnir verða
spældir. Meðan dystirnir verða
vístir, verður stongt fyri bilferðslu
í miðbýnum.
HALLUR@SOSIALURIN.FO