Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 6 Finn Ougaard, varafúti: PERSÓNSSØGA BARBARA HOLM 4. mai 2010. Ein dagur, sum skelkaði bæði her heima í Føroyum og ikki minst uttanlands. Ein frá ákærumyndugleikanum varð stungin niður av einum brots­ manni. Tað er ikki bara óvanligt í Føroyum, tað er eisini óvanligt í londunum kring okkum. Tí ferð­ aðust tíðindini skjótt út um land­ oddarnar. Í Føroyum vóru miðl­ arnir á tremur við hendingini. »Varafútin stungin uttan fyri rættin«, stóð at lesa á øllum net­ miðlunum og útvørp og sjónvarpið fylgdu hendingini bæði tann dagin og fleiri fylgjandi dagar. Nú eru seks ár síðani, at Finn Ougaard varð stungin í lærið. – Eg kann bara prísa meg lukku­ ligan, at hann ikki gav mær varandi mein, sigur Finn Ougaard, tá ið hann skal taka støðu til hendingina nú seks ár seinni. Men hendingin vardi ikki bara ta løtuna, tað tók at trýsta knívin í lærið á Finni. Hendingin vardi í minsta lagi eina viku. Og tá ið blóðugti knívurin rakti asfaltið uttan fyri Føroya rætt, runnu upplivingarnar frá vikuni frammanundan fram fyri Finn Ougaard, og hann skilti týdningin av tí, hann hevði upplivað. – Eg visti ta løtuna, at hatta var tað, hann hevði ætlað leingi, sigur Finn Ouggard. Í dag er hann ikki merktur av tí, men dagarnir áðrenn álopið vóru merktir av undran. Mest av øllum fyri, hvat tað var, sum hesin brotsmaðurin hevði ætlanir um at gera. Og um hvussu tað mundi fara at spæla av. Tað byrjaði í smáum ein mánað frammanundan. Varð tilvildarliga útvaldur Ein lítlan mánað áðrenn álopið sat Finn Ougaard á skrivstovu sín­ari. Hann hoyrdi onkran larm í gongini og fór út at vita, hvat gekk fyri seg. Tað vísti seg, at eitt av skrivstovufólkunum hjá ákæruvaldinum hevði av mis­ gávum loyvt einum manni inn í gongina, hóast tað ikki er vanlig mannagongd á staðnum. Finn valdi at taka sær av málinum og fór út at tosa við mannin. Hann var komin har, tí hann vildi melda Almannastovuna, tí hann metti seg ikki fáa ta stuðulveiting, sum hann helt seg hava rætt til. – Eg greiddi honum frá, at um so er, at man skal melda ein almennan stovn til løgregluna, so má man hava nógv prógv fyri, at okkurt beinleiðis kriminelt er farið fram, greiðir Finn Ougaard frá. Hann tók synd í manninum og royndi at hjálpa honum sum frægast við teimum upp­lýs-ing­ unum, sum Finn helt hann hava tørv á. Tá hevði løgreglan longu fleiri ferðir verið kallað til Al­ manna­stovuna, tí maðurin hevði upp­ført seg harðliga um sama mál. Finn kendist við mannin áðrenn hesa hending, tí sum ákæru­myndugleiki hevði Finn hitt mannin í rættinum fleiri ferðir áður. Maðurin var fyri hetta dømdur fleiri ferðir fyri ymiskar brots­gerðir og var tí ein, sum bæði løg­reglan og ákæruvaldið kendu alt til. Men Finn royndi at taka sær av honum hendan dagin á skriv- stovuni. – Hann hevði sæð seg illan á skipanina og vildi hava onkran at tosa við. Og eg royndi sum frægast at tosa við hann og geva honum ta ráðgeving, eg kundi, greiðir Finn Ougaard frá. Tað er munandi verri hjá offrum av veruligari tráðfylging. Eg kann illa ímynda mær, hvussu tað man vera, at vera tráðfylgdur í fleiri ár« Finn Ougaard »So tað var hetta, hann vildi«. Tað vóru tey orðini, sum Finn Ougaard hugsaði 4. mai í 2010, tá ið ein maður tók ein 10 cm langan knív fram og stakk hann í lærið uttan fyri Føroya Rætt. Tí eitt visti Finn frammanundan – maðurin hevði fylgt honum í longri tíð, og onkur orsøk var til tað – SO TAÐ VAR HETTA HANN VILDI Framhald á næstu síðu Beint uttan fyri Føroya rætt verður Finn møttur av manninum, sum hevur runnið út fyri at fangað hann og hann stillar seg beint framman fyri Finn og sigur »her er ikki nøkur hjálp at heinta« MYND: ÁLVUR HARALDSEN