hósdagur 16. juni 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016
SOSIALURIN 69
8
Tíðina eftir hesa vitjanina
ringdi maðurin nakrar ferðir til
Finn Ougaard at spyrja um hjálp og
ráð í sama málið. Men Finn greiddi
manninum frá, at tað var ikki
reiðiliga hansara borð, og tí kundi
hann ikki gera meira við málið.
Eina viku áðrenn álopið
versnaði støðan av álvara.
Fór heim til Finn
Mikudagin fyri álopið bankaði á
dyrnar hjá Finni Ougaard. Heima
á privata bústaðnum hjá Finni
og familjuni stóð maðurin, sum
løgreglan og ákærumyndugleikin
hevur havt samband við í fleiri
umførum. Finn tosaði við mannin,
sum enn varð áhugaður í sama
máli viðvíkjandi útgjaldingum frá
Almannastovuni.
Finn greiddi enn einaferð frá, at
hann ikki kundi hjálpa manninum.
Tá Finn lat dyrnar aftur í húsinum,
setti maðurin seg á trappusteinin
hjá familjuni Ougaard, roykti eina
sigarett og tømdi eina øl. Hann tók
sær góðar stundir, áðrenn hann fór
víðari.
– Tá ringdi eg til løgregluna
og boðaði frá, at maðurin hevði
verið heima hjá mær og mínari
familju. Eg helt tað var passandi at
greiða frá støðuni, so at løgreglan
kundi meta um, hvørt eyga skuldi
haldast við manninum, sigur Finn
Ougaard.
Dagin eftir var maðurin aftur at
síggja heima hjá Finn og teimum.
Tá Finn, konan og dótturin fara í
bilin ávegis í Norðurlandahúsið
til eina framførslu, var maðurin at
síggja í innkoyringini. Finn rópti
út gjøgnum rútin, at hann hevur
ikki stundir at tosa, tí tey skulu
skunda sær.
– Dóttir mín koyrdi bilin, og eg
tók telefonina fram, beint sum
vit fóru frá húsum, og ringdi til
løgregluna. Eg greiddi teimum frá
tí, sum var hent, sigur Finn Ou
gaard.
Seinni hevur Finn frætt, at
maðurin eisini var í Norðurlanda
húsinum og leitaði eftir Finni, men
tað veit hann ikki við vissu, tí tað
sá hann ikki sjálvur.
Sama dag hevði hesin maðurin
verið uttan fyri hjá varðhaldinum,
har hann vildi hava eitt lítið net
inn har, við millum annað einari
tannbust í. Hann spurdi, um hann
ikki skuldi inn at sita í nærmastu
framtíð, tí tað var orsaka av hesum,
at hann vildi hava tannbustina og
annað har beinanvegin.
Meðan tey í varðhaldinum fara
afturum at leita í skjølnum eftir,
nær hesin maðurin skuldi inn at
sita, koyrir hann víðari og letur
netið við tannbustini liggja eftir.
Og tað vísir seg, at maðurin tá ikki
hevði nakran dóm sum kravdi, at
hann skuldi inn at sita.
Í varðhaldinum skiltu tey einki
av støðuni.
– Tað sigur mær so mikið, at
longu tá var hann greiðir yvir, hvat
hann ætlaði at gera, greiðir Finn
Ougaard frá.
Og sæð í bakspegilin vóru tað
eisini tekin um ætlanirnar hjá
manninum áðrenn sjálvt álopið.
Tí dagin fyri álopið kom mað
urin á parkeringsøkið hjá ákæru
valdinum, har Finn tosaði við hann
í minst 10 minuttir.
– Tá stóð hann og finglaðist við
onkrum, sum hann hevði í lumm-
anum. Nakrir løgreglumenn hava
síðani sagt mær, at teir tá royndu
at halda eyga við, um har hendi
nakað, sigur Finn Ouggard.
Náddi akkurát ikki avstað
Týsdagurin 4. mai 2010 kemur.
Hendan morgunin hava tey í
ákæruvaldinum og varðhaldinum
vikuliga fund teirra, har tey taka
samanum støðuna og viðgera
tað, sum hevur týdning. Á hesum
sama fundi verður greitt frá um
tannbustina hjá hesum manni,
sum varð løgd eftir í varðhaldinum.
– Vit áttu tá at hava vitað, at
hann ætlaði sær okkurt. Men tað
hugsaðu vit ikki, sigur Finn Ou
gaard.
Orsøkin til, at søgan um netið við
tannbustini varð fortald hendan
dagin var, at hesin maðurin javnan
var til viðgerar á hesum vikuligu
fundunum. Hetta tí, at hesin
gamli kenningurin hjá løgregluni
var tá ein teirra, sum javnan var í
trupulleikum av onkrum slag.
Í døgurðasteðginum stutt
áðrenn álopið fortelur Finn Ou
gaard hesa søguna aftur um
hesa tannbustina, tí tað undraði
bæði hann og onnur, at gamli
kenningurin hjá løgregluni skuldi
kenna tað neyðugt at leggja eina
tannbust í varðhaldið.
Teir skúgva tankan til viks, og
Finn leitar sær niðan í Føroya Rætt,
har hann skal møta klokkan 13.00.
Eftir rættarfundin, klokkan
áleið 13.30, tá Finn kemur fram við
móttøkuni, sigur maðurin handan
diskin, at »her er ein maður, sum
hevur spurt eftir tær. Eg haldi tú
skalt skunda tær út«.
Finn fær eyga á ein mann innast
inni í gongini, uttan beinan vegin
at varnast, hvør hann er og sleppur
sær á dyr aftur. Beint uttan fyri
Føroya Rætt verður møtir Finn
manninum, sum hevur runnið út
fyri at fanga hann – og stillar seg
beint framman fyri Finn og sigur:
»Her er ikki nøkur hjálp at
heinta«.
Alt í einum hevur hann hann
tikið knívin fram og stungið
varafútan í vinstra lær. Finn kendi
onga pínu og tók tann blóðuga
knívin upp av vegnum – hann lá
beint framman fyri honum – og
føldi nú, at beinið fór at hitna og
verða vátt, tí blóðið rann oman
frá lærinum. Finn gekk inn aftur
til móttøkuna, legði blóðuga knívin
á diskin og bað tey ringja 112.
– Eg hugsaði »nå tað er tað hann
ætlaði«, tá ið eg sá knívin liggja á
asfaltinum, sigur Finn Ougaard.
Finn minnist, at tankarnir fóru
víða um hesa løtuna, og hann hugs
aði, at hetta var ógvuliga óveruligt.
– Eg minnist, at eg hugsaði, at
hetta var ein óverulig dramasøga
við mær sum høvuðspersóni.
Kundi tað veruliga passa, greiðir
Finn Ougaard frá.
Á skrivstovuni var Finn biðin
um at leggja seg á gólvið, buksurnar
vórðu skræddar upp, og tey royndu
at binda fyri bløðingina.
Sum vera man kom ein stórur
blóðhylur á teppið, sum seinni
mátti beinast burtur.
Løtan gekk skjótt, og bert fáar
minuttir seinni vóru sjúkrabilar á
staðnum, og Finn varð koyrdur á
sjúkrahúsið og lagdur undir lækna
hond.
Tá Finn lá á børuni uttan fyri
Føroya rætt ávegis inn í sjúkrabilin
fóru tankarnir at leita til tey har
heima.
– Eg fekk tikið telefonina úr
buksulummanum, áðrenn eg fór
í sjúkrabilin, tí eg vildi ringja til
Sunnivu (konuna, red) og greiða
henni frá, at eg var álopin, men at
eg ikki var í lívsvanda, sigur Finn
Ougaard.
Men álopsmaðurin var ikki
stórvegis ávirkaður av støðuni.
– Eg minnist, at hann spákaði
stillisliga frá staðnum ímóti Ríkis
umboðnum. Eg havi fingið fortalt
seinni, at hann fór á løgreglustøðina
í Jónas Bronksgøtu, har hann vildi
melda seg sjálvan, greiðir Finn
Ougaard frá.
Tað vísti seg, at hetta var orsøkin
til, at maðurin hevði lagt tann
bustina í varðhaldið og orsøkin til,
at hann hevði fylgt Finni í tíðini
frammaundan.
Lat seg ikki ávirka
At blíva álopin soleiðis uttan ávar
ing og at verða stungin so meint við
knívi er nakað, sum flest okkara
ikki kunnu ímynda okkum.
Ein hevur lyndi til at halda, at
slík hending spøkir í langa tíð eftir.
Men Finn lærdi seg beinan vegin at
sleppa hendingini og ikki lata tað
seta spor í annað enn lærið.
– Eg segði við Kringvarpið tá,
at eg helt ikki, at fólk skuldi fara
í panik av hesum. Tað er mangan
so, at tá ið okkurt álvarsligt hendir,
so ávirkar tað fólk, sigur Finn
Ougaard.
Finn kom heimaftur hósdagin –
bert tveir dagar eftir hendingina.
Hann var heppin, tað veit hann.
– Eg eri takksamur fyri, at einki
meira álvarsligt hendi. Tað kundi
jú skatt meg meira, enn tað gjørdi,
sigur Finn Ougaard.
Stutt eftir heimkomuna kom
kreppusálarfrøðingurin hjá løg
regluni heim til Finn og familjuna,
men hann fann skjótt útav, at
Finn var ikki stórvegis merktur av
hendingini, og at tað tí mátti fara
at laga seg.
– Eg var sjúkrameldaður í 14
dagar, har eg hevði beinlás og gekk
við høkjum og tað var sjálvandi ein
løgin tíð. Men eg royndi at hugna
mær sum frægast og ganga smærri
túrar, sigur Finn Ougaard.
Hann minnist eisini við takk
semi á øll tey fólkini, sum stuðlaðu
honum hesa tíðina. Blómur í
hópatali komu á sjúkrahússtovuna
hjá Finni og sama skil heima við
hús. Og hann minnist aftur á, at
starvsfólkini í fútaskrivsstovuni
vóru tey, sum helst vórðu mest
skelkað av hendingini.
Verri við veruligum
stalkarum
Herfyri gjørdist greitt, at lands
stýrið arbeiðir við einari lóg, sum
skal gera tað lættari at verja tey,
sum vera stalkað ella »tráfylgd«,
sum tað eitur á føroyskum.
Finn Ougaard er helst ein av
teimum føroyingunum, sum hava
merkt ta størstu avleiðingina av
at verða tráfylgdur. Men tað er
sjálvandi ikki ein vanlig støða við
tráfylging, sum vit tosa um her.
Vanliga eru tað fólk, sum vera
tráfylgd í mánaðir ella ár, og sum
eru undir konstantum hóttanum,
sum hava tørv á hjálp.
Tá Finn skal minnast aftur á
dagarnar áðrenn álopið viðgongur
hann, at tað var ein strævin tíð, tí
hann visti ikki, hvat maðurin vildi,
og hvat hann kundi finna uppá.
– Men tað er munandi verri hjá
offrum av veruligari tráfylging. Eg
kann illa ímynda mær, hvussu tað
man vera, at vera tráfylgdur í fleiri
ár, sigur Finn Ougaard.
Besta boð hansara til tey, sum
uppliva slíkt er altíð venda sær til
løgregluna. Tí kennir tú teg hóttan,
so er best, at løgreglan veit um mál
ið.
Í dag er Finn Ougaard komin
væl víðari frá hendingini. Maðurin,
sum stakk Finn í beinið tann 4.
mai 2010, varð sendur í fongsul.
Og síðani hevur Finn ikki sæð ella
tosað við mannin.
Men eitt er hann fegin um, nú
nøkur ár eru farin.
– Eg skilji á lagnum, at hesin
maðurin, sum hevur eina krimi
nella fortíð, hevur fingið stýr upp
á lív sítt síðani hendingina. Mær
vitandi hevur hann fingið tað
munandi betur, og tað eri eg ótrú
liga glaður fyri.
– Tað er jú endamálið við rættar
samfelagnum, at fólk skulu koma
fyri seg aftur, tá ið tey koma út
aftur í samfelagið eftir at hava sitið
inni, sigur Finn Ougaard.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSSØGA
»Eg minnist eg hugsaði, at hetta var ein óverulig
dramasøga við mær sum høvuðspersóni. Kundi tað
veruliga passa, hugsaði eg«
Finn Ougaard
Á skrivstovuni var Finn biðin um at leggja seg á gólvið, buksurnar vórðu skræddar upp og tey royndu at
binda fyri bløðingini. Sum vera man kom ein stórur blóðhylur á teppið, sum seinni mátti beinast burtur.