hósdagur 16. juni 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016
SOSIALURIN 69
9
Lættari at sleppa
undan forfylging
Nú fáa vit eina lóg, sum fer at gera tað munandi lættari at verja fólk,
sum verða tráfylgd, sum er føroyska orðið fyri tað enska, stalking.
BARBARA HOLM
Á undanfarnu síðum kanst tú lesa
um Finn Ougaard, fyrrverandi
varafúta, sum í 2010 upplivdi ein
heldur øðrvísi form fyri tráfylging.
Tað var afturi í 2010, at ein maður
sá seg illan á skipanina, og tí vildi
fremja eina ógvusliga hending og
soleiðis royna at fáa hjálp. Tað
elvdi tó til, at Finn Ougaard upp
livdi fleiri óhugnaligar hendingar
áðrenn sjálvt álopið 4. Mai. Eitt
nú uppsøkti maðurin Finn og
familjuna heima á privata bústað
num, tí hann vildi tosa við Finn um
sína støðu. Í fleiri umførum kunn
aði Finn løgregluna um støðuna.
Finn Ougaard ger tó greitt, at
hesin formur fyri tráfylging er
einki í mun til tað, sum aðrir før
oyingar uppliva. Hann vísir eitt nú
á, at hann als ikki kann seta seg
inní, hvussu tað man kennast, at
verða tráfylgdur gjøgnum fleiri ár.
Kritikkur hevur í fleiri ár verið
av, at tað er sera trupult at basa
tráfylging, tí tað er sum so einki
løgreglan kann gera, um fólk velja
at elta ein annan. Men nú skal tað
broytast.
Ein lóg er smíðað, og hon er
nú send avvarðandi pørtum til
hoyringar, og endamálið er, at hon
skal koma í gildi á nýggjárinum
Í hesum sambandi skal heim
ildin víðkast at geva fólki tilhald,
ella forboð fyri at seta seg í sam
band við ávís fólk, eisini munnligt
og skrivligt, og somuleiðis eisini
í telefon, sms, teldubrævi og á
Facebook, ella øðrum, talgildum
miðlum.
Tilhald kann verða givið, har
grundaður illgruni er um, at ein
persónur hevur volt øðrum persóni
ónáðir við at forfylgja ella órógva
viðkomandi, ella um mett verður,
at hann fer at volda viðkomandi
ónáðir.
Tað skal eisini bera til at geva
einum persóni forboð fyri at uppi
halda sær, ella ferðast á einum
ávísum øki, sum er við bústað,
arbeiðspláss, útbúgvingarstað,
ella tilhaldsstað, hjá einum øðrum
persóni ella har har ein annar
persónur ofta ferðast.
Og at enda skal tað bera til
at geva einum persóni yvir 18 ár
beinleiðis forboð fyri at uppihalda
sær í sínum egna heimi í fýra vikur,
tá ið hann er ger seg grovliga inn á
hini húsfólkini, ella tá ið vandi er
fyri, at hann fer at gera seg inn á
húsfólkið.
Løgreglan hevur upplýst, at hesi
seinastu fimm árini frá 2011 til 2015,
hevur løgreglan annars fingið 49
umbønir um tilhald, og í hesum
sama tíðarskeiði eru treytirnar um
tilhald brotnar 33 ferðir.
Tilhald vanligast í málum, har
trupulleikar eru millum hjúna
felagar ella sambúgvar í samband
við hjúnaskilnað, og har partarnir
sita illa um sátt aftaná.
BARBARA@SOSIALURIN.FO