Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 10 Skattamálið Er tað óskaðiligt ósamsvar, er tað ósatt ella er tað villleiðandi? HER HALTAR BARBARA HOLM T að er væl tað, sum Taks skal taka støðu til, og sum kjakið hevur snúð seg um seinastu mánaðirnar. Eitt er tó greitt – ósamsvarini í skattamálinum hópa seg upp. Tað fyrsta er frá fyrsta brævinum til Taks aftur í 2013 og síðani eru fleiri ósamsvar komin fram í ljósið. Skattamálið hjá Eik er enn ikki avgreitt og sum skilst kemur Taks ikki við einari niðurstøðu fyrr enn eftir summarfrítíðina, hóast Taks áður hevur brúkt heili tvey ár at viðgera sama skattafrádrátt. Fyrr í ár segði Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks við Kringvarpið, at viðgerðin tekur tíð, tí fleiri nýggir upplýsingar eru komnir fram í miðlunum sum elva til, at Taks má spyrja Eik eftir fleiri upplýsingum. Vit hava her á síðuni eitt yvirlit yvir tey ósamsvar, sum hava verið í hesum skattamálinum, síðani tað av álvara byrjaði í 2013, tá ið Eik fyrstu ferð vendi sær til Taks. BARBARA@SOSIALURIN.FO 1 Brævið til Taks 11. juni í 2013 vendi Eik sær fyrstu ferð til Taks. Hetta var tó eftir, at leiðslan í Eik hevði drigið tapið á 500 milliónir frá í sjálvuppgávuni fyri 2010-2011. Tað var í 2012, at nevndarlimir í Eik banka gjørdist varugur við, at ein skattafrádráttur svarandi 90 milliónir tí var førdur inn í sjálv­upp­gávuna. Nevndarlimir førdu fram, at teir mett ikki hetta vera rætt, tí tapið stavar frá tíðini áðrenn nýggi bankin var stovnaður – also frá áðrenn 14.oktober 2010, og tí ikki kundi førast í rokniskapin hjá nýggja bankanum. Samstundis varð ført fram, at grannskoðararnir hjá Fíggjar­ligum Støðufesti høvdu gjørt eitt skjal, har staðfest varð, at einki tap frá kollsilgda bank­ anum kundi roknast sum skatta­ frá­dráttur hjá nýstovnaða bank­ anum. Avrátt varð tí í 2013 at spyrja skatta­myndug­leikarnar eftir. Men í brævinum til Taks vóru hesir upp­ lýs­ingar ikki lagdir við ella nevndir við einum orði. Spurt var heldur um, hvussu man kundi draga tapið frá – um tað skuldi vera í einum høggi ella yvir 10 ár. 2 Byrjunarjavnvágin og stovningar- dagurin til Taks Í sama skrivið, sum varð dagfest tann 11. juni 2013, vóru beinleiðis órættir spurningar sendir til Taks. Tað eina er hesin setningurin: Yvirtøkan av gamla Eik Banka tók støði í einum yvirtøkujavna, sum varð gjørdur upp pr. 30. september 2010. Sambært Jørn Astrup Hansen, Fíggjar­ligum Støðufesti, Odd Bjellvåg, nevndarformanni í Eik tá, og enntá rokniskapinum hjá nýggja Eik banka, er tann rætta dagfestingin ikki 30. September, men 14. Oktober. Tað var í pr. 30. September ikki gjørdir nakar bindandi yvirtøkujavni, tí tað var ikki fyrr enn 14. Oktober, at tað hendi. Tað hevur týdning, tí tað merkir, at tapið á 500 milliónir hoyrir gamla bankanum og harvið Fíggjarligum Støðufesti til. Fíggjarligt Støðufesti hevur handlað út frá, at tað er soleiðis tað hongur saman í og við, at Fíggjarligt Støðufesti hevur sent rokningina fyri hasar 500 milliónirnar til hinar bankanar í bankapakka 1 og tí, at tær 500 milliónirnar eru partur av rættarmálinum móti fyrrverandi leiðslunu í Eik. Samstundis skrivar Eik leiðslan í sama skrivið til Taks: Nýggja parta­felagið varð stovnað við ein­ um kontantum innskoti á 2 mia. kr. Tað er villleiðandi, tí hóast kon­ tant kapitalinnskot varð sett inn á 2 mia.kr., so var eginognin stovn­ ingar­dagin 1.485 mia.kr, also góðar 500 milliónir minni. Í rokniskapinum hjá Eik fyri 2011 soleiðis: Nettoogn yvirtikin: - 514.079 mió Kontant kapitalinnskot: 2 milliardir Eginogn hin 12. Oktober 2010: 1.485 milliónir Útreiðslur í samband við yvir­ tøkuna hevur Fíggjarligt Støðu­ festi A/S goldið, og tær hava tí onga ávirkan á rokniskapin hjá bankanum. 3 Tapini staðfest fram til februar 2011 Í teldupostinum, sum Súni Schwartz sendi til TAKS, skrivar Súni Schwartz Jacobsen: »Í tíðarskeiðnum frá 1. Oktober 2010 og fram til februar 2011 framdi nýggi Eik Banki fleiri broyt­ingar, sum við tilvísing til IFRS vóru framdar umvegis egin­ogn­ina. Broytingarnar komu í høvuðs­ heitunum av, at ognir vóru frá­ seldar við tapi samstundis sum eitt nú útlán vóru mett verri enn upp­runa­liga virði«. Orðingin hjá Súna Schwartz Jacobsen fær tað at ljóða sum, at tapini hoyra til roknskaparliga tíðar­skeiðið hjá nýggja bankanum. Men talan er um, at táverandi stjór­ in í Eik, Jørn Astrup Hansen, fram til februar 2011 gekk gjøgnum bøkur­nar hjá gamla Eik fyri at finna fram til, hvussu stór tapini hjá Fíggjar­ligum Støðufesti uppá gamla Eik vóru. Súni Schwartz Jacobsen blandar millum vanligt gerandis­mál og roknskaparligt mál. Tí rokn­skapar­liga hoyrdu tapini til tíðar­skeiðið hjá gamla Eik, hóast ein á gerandismálið kann siga, at tap­ini vórðu staðfest fram til februar 2011. Men tá ein bankastjóri sam­skiftir við skatta­ myndug­leikan um sjálv­upp­ gávuna – sum er sjálv­ur skatta­rokn­skap­urin – tekur ein vanliga fyri givið, at hann sam­skiftir á rokn­skaparmálið. Í SAMSKIFTINUM VIÐ MYNDUGLEIKARNAR VILLLEIÐANDI VILLLEIÐANDI SKEIVT