Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 11 ARGUMENTATIÓNIN 1 Eik kunnaði Taks um byrjunarjavnan Tá skattamálið bleiv alment, segði Súni Schwartz Jacobsen í Degi & Viku, at Eik hevði kunnað Taks um, at byrjunarjavnin hjá bank­anum var ein eginpeningur, sum var hálvonnur milliard krón­ ur. Hetta er ein avmarkaður sann­ leiki. Tí Eik kunnaði bert Taks um hend­an byrjunarjavna á tann hátt, at almenni roknskapurin hjá Eik var viðheftur, tá Eik lat sjálv­ upp­gávuna fyri 2011 inn. Taks kundi tí leita í notunum á við­ hefta roknskapinum fyri at finna byrjunar­javnan. Eik kunn­aði tó ongantíð beinleiðis um, at byrj­ unar­javnin hevði ein egin­pening, sum var hálvonnur milliard krónur. 2 Støðan hjá KPMG vendi 180 stig Tá skattamálið var til við­ gerðar í Sosialinum og í Kring­varp­ inum í apríl mánaði, vístu miðlar­ nir á eitt skjal frá Eik banka, har danska grannskoðarafyritøkan KPMG á einum nevndarfundi 13. mars 2013 vísti á, at í Danmark vildu skattamyndugleikarnir ikki góð­tikið ein slíkan frádrátt. Brotið frá fundar­frásagnini er soljóðandi: Henrik Barner bemærkede, at det danske skattevæsen ikke accepterer, at det skattmæssige tab optages i primobalancen i en lignende situation. Súni Schwartz Jacobsen sendi 19. apríl eina rættleiðing til miðlar­nar, har hann segði, at rest­ in av brotinum frá somu fundar­ frágreiðing høvdu vent boð­skap­ inum frá KPMG 180 stig. Brotið, sum Súni Schwartz vísir á, er soljóðandi: (Henrik Barner) var enig i, at banken i den færøske ind­komst­ opgørelse havde foretaget et fra­ drag for udgifterne i forbindelse med selvangivelsen for 2011. Tað gekk tó ikki meira enn 24 tímar, áðrenn Eik mátti taka rætt­ leiðingina aftur av heima­síðuni. Sosialurin skilur, at orsøkin er, at nevndi grann­skoð­arin, Henrik Barner, ikki vildi leggjast undir, at hava mælt til skattafrádráttin. Tað er eisini ilt at síggja, hvussu omanfyristandandi brot kann skiljast sum, at Henrik Barner tekur undir við frádráttin. At síggja til stendur har bert ein staðfesting av, at Eik hevði drigið frádráttin frá – og ikki at tað var í lagið. 3 Grannskoðararnir søgdu ikki frá fyrr enn í 2016 Súni Schwartz Jacobsen segði við Kring­varpið herfyri, at tá ið tað gjørdist greitt, at uttanhýsis grann­skoðarar­nir í Spekt og KPMG greiddu bankanum frá, at tey ikki mettu tað rætt at draga tapið frá, ja so vendi Eik sær til Taks við teimum upplýsingunum. Men sambært skjølunum, sum Sosial­ urin hevur fingið innlit í, so var tað longur í 2013, at Spekt boðaði frá sínari støðu í málinum. Tá skriv­ aði Spekt, at tey mettu neyvan, at Eik hevði rætt til hvørki frá­drátt í einum høggi ella yvir 10 ár. Kortini var støðan hjá grann­skoð­arunum ikki fráboðað skatta­mydug­leik­unum fyrr enn í januar 2016. Súni Schwartz Jacobsen hev­ur eisini ført fram, at grann­skoð­arar­ nir ikki gjørdu vart við sína støðu fyrr enn um ársskiftið 2015/2016, hóast fundarfrásagnir frá 2013 og 2014 siga nakað annað. 4 Deloitte ráðgivið síðani 2010 Síðani skattamálið av álvara kom í sjóneykuna hjá Sosial­ inum og Kringvarpinum, hev­ur leiðslan í Eik víst á eitt skjal frá grann­skoðarafyritøkuni Deloitte, sum tey siga seg hava nýtt sum útgangsstøðið fyri skatta­frá­ dráttin. Miðlarnir hava tó ikki fingið skrivið, men undir­ritaða hevur sæð skjalið, sum nevndar­ for­mað­urin í Eik fyrstu ferð nevndi í lesarabrævið í apríl í ár – tað skjalið er dagfest í ár. Men í Dagur&Viku fríggjakvøldið segði Arni Brattaberg, nevndarformaður í TF Holding, at Eik og TF hava nýtt Deloitte sum ráðgevarar í hesum máli frá tí tíðini TF keypti Eik í 2011. Men Jørn Astrup Hansen, sum var nevndarlimur í Eik frá 2011 til jan­ uar 2016 sigur, at hann ongantíð hevur hoyrt ella sæð nakað til eitt Deloitte skriv, sum kann rætt­vís­ gera skattafrádráttin. Hvussu er og ikki, so er í øllum førum greitt, at al­ menn­ingurin sleppur ikki at síggja tað skjalið, sum TF Holding og Eik siga liggur sum grundarlag fyri, hví tað varð mett rætt at ogna sær ein skattafrádrátt á 90 milliónir krón­ ur. Og tað er eisini ivasamt, um Deloitte hevur luttikið í viðgerðini av skatta­frádráttinum áðrenn fyrr nevnda skjalið varð gjørt fyrr í ár. BARBARA@SOSIALURIN.FO Í SAMSKIFTINUM VIÐ ALMENNINGIN VILLLEIÐANDI ÓSATT ÓSATT IVASAMT