Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 12 HALLUR AV RANA U m Stóra Bretland velur at fara úr Evropeiska Sam­veldinum, so fer tað at føra til nakað av órógvi og spurningum. Tað er Marita Rasmussen, stjóri í Vinnu­ hús­inum, ikki eina løtu í iva um. – Eg veit ikki, um tað er møguligt at nevna nakrar beinleiðis fyri­ munir ella vansar fyri føroyskt vinnu­lív, um Bretland fer úr ES. Men tað verður nakað av órógvi í vinnu­lívinum, tí tað skapar eina rúgvu av ivamálum, ið greiða má fáast á, sigur Marita Rasmussen. Bara tað, at hóast tað einans er ein vika til fólkaatkvøðuna, so er enn ikki greitt hvørja støða Bretland hevur í Evropa eftir eitt møgu­ligt Brexit, metir Marita Rasmussen, er eitt tekin um, at tað er trupult hjá vinnulívinum at fyri­halda seg framtíðina. – Fer Bretland heilt úr, varðveita teir okkurt slag av samband við ES ella verður talan um eina langa skiftistíð? Eingin veit við vissu, hvussu man skal fyrihalda seg til eitt Bretland uttanfyri ES, sigur stjórin í Vinnuhúsinum. Søguligt gott samstarv Um so er, at Bretland meldar seg úr ES, so væntar Marita Rasmussen, at bretar fara hava úr at gera við at skipa seg sjálvar av nýggjum, um­framt at tað eru ein rúgva av altjóða handilsavtalum, ið mugu endurnýggjast. – Man skal minnast til, at Føroyar og Bretland søguliga hava havt eitt gott handilssamstarv, so tað er einki, ið talar fyri, at tað ikki ber til at gera eina góða handils­ sátt­mála við Bretland, ið kanska um­fatar fleiri vørur enn hon, ið er við ES, sigur Marita Rasmussen og heldur fram. – Men bretar fara at hava nógv at gera, og tað er neyvan sannlíkt, at vit sleppa fyrst framat, tí tað eru nógvir aðrir marknaðir, ið bretar hava størri tørv á. Áheitanin má vera klár Oddakvinnan fyri føroyska vinnulívið leggur dent á, at hóast handilssambondini hava verið góð millum Bretland og Føroyar, so er tað neyðugt, at politikararnir og uttan­ríkistænastan gera sín part, nú støðan við okkara grannaland kann broytast. Atkvøðan verður fyrsta dagin og í Føroyum má man fyrireika seg á diplomatiskum støði. Tað vil siga at hava samband við tey røttu fólkini á teimum røttu støðunum« Marita Rasmussen TEMA Føroyar og Brexit Valið í Bretlandi nærkast og veljarakanningarnar vísa, at tað er ein lítil meiriluti fyri at fara úr ES. Tað er tó tor­ført at meta um endaliga úrs­litið, sambært bretskum val­ serfrøð­ingum, tí tann tigandi meiri­lutin fer at helst at avgera lagnuvalið í Bretlandi hósdagin. Í temasíðunum hesa­ferð varpa vit ljós á uttannríkis­ politisku støðuna hjá grann­ um okkara og hvørja ávirkan tað kann hava á viðurskiftini millum Bretland og Føroyar. Og tað er ikki smávegis, sum valið kann ávirka okkum og restina av heiminum, um valið hósdagin vísir, at bretar vilja úr ES. Regin á Bakka, stjóri í Bakkafrost metir, at tað verður ein alheims­ búskapar­lig niðurgongd, um bretar fara úr ES. At tað er eitt lagnuval er Marita Rasmussen, stjóri í Vinnu­ húsinum eisini samd í. Hon vísir á, at fara bretar úr ES, so merkir tað, at allir handils­ sáttmálar føroyingar hava við bretsku tjóðina, mugu gerast av nýggjum og tað elvir til eina stóra óvissu í føroyska handilslívinum. Ein maður, sum hevur serligt innlit í stranda­ landa­samráðingar er Herluf Sigvaldsson. Hann sigur í tema­síðunum í dag, at ES viknar og Bretland verður sterkari um bretar frávelja evropeiska felagsskapin. Temasíðurnar hesaferð snúgva seg um lagnuvalið hjá bretum, sum verður hildið hósdagin og sum kann ávirka okkum og restin av heiminum í ólukku­mát. Viðkemur tað okk­um? Ja, tað er lítið at ivast í, at hósdagurin er ein lagnu­ dagur fyri okkum øll. Góðan lesihug »Hvat onnur gera kemur ikki tær við«. Ein setningur, sum ivaleyst nógv hava lært, er ein góður skikkur. Lat onnur gera sum tey vilja, uttan at blanda teg uppí. Tað kemur ikki tær við. Men valið í Bret­landi 23.juni er avgjørt nakað, sum viðkemur okkum føroyingum Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum Marita Rasmussen ES, Bretland og Føroyar LANDS- STÝRIÐ MÁ GERA SKJÓTT AV – Man skal minnast til, at Føroyar og Bretland søguliga hava havt eitt gott handilssamstarv, so tað er einki, ið talar fyri, at tað ikki ber til at gera ein handilssáttmála. Men bretar fara at hava nógv at gera, og tað er neyvan sannlíkt, at vit sleppa fyrst framat, tí tað eru nógvir aðrir marknaðir, ið bretar hava størri tørv á. Tað svarar Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, tá hon verður spurd um hvussu eitt Brexit kann ávirka føroyska vinnulívið