Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 13 – Vit mugu fyrireika okkum og hugsa um næsta leik. At­kvøð­an verður fyrsta dagin og í Før­oy­um má man fyrireika seg á diplo­mat­ isk­um støði. Tað vil siga at hava sam­band við tey røttu fólkini á teimum røttu støðunum, og tað vænti eg, at sendistovan í London hevur, sigur Marita Rasmussen, ið leggur afturat. – Eg kundi eisini hugsa mær, at landsstýrið ger skjótt av og hevur eina áheitan klára til bretskar myndugleikar so skjótt úrslitið er greitt. Tað er týdningarmikið, at vit ikki lena okkum afturá og enda aftast í eini bíðirøð. Tí tann bíði­røðin verður væntandi long við londum, ið ynskja at samráðast, sigur Marita Rasmussen at enda. Útflutningurin nógv minkaður Hóast føroyingar og bretar søgu­ liga sæð hava havt sterk handils­ sam­bond, so hevur handilin millum londini verður minkandi síðstu ár­ ini. Innflutningurin stendur sum so í stað, meðan útflutningurin er minkaður við 40 prosentum síðstu árini, upplýsir Marita Rasmussen. – Út frá teimum hagtølum, ið vit hava, so hevur innflutningurin frá Bretlandi verið um 150-200 milliónir krónur um árið, og tað hevur hann verið síðani 2006. Meðan innflutningurin hevur verið stabilur seinastu nógvu árini, so er talan um eina heilt aðra søgu, tá hugt verður eftir tølunum fyri út­flutninginum. – Síðan 2006 til 2015 er út­flutn­ ing­urin minkaður úr umleið 1 milliard krónur til 630 milliónir krón­ur. So virðið á útflutninginum er nærum minkað í helvt, sigur Marita Rasmussen. Hóast útflutningurin av laksi sum heild hevur verið vaksandi sein­astu árini, so er tað serliga út­ flutn­ingurin av botnfiskinum, ið er orsøkin til stóru minkingina. Í 2006 útfluttu føroyingar fyri 695 milliónir krónur av botnfiski, men út­fluttu einans fyri 366 milliónir krónur av botnfiski í 2015. HALLUR@SOSIALURIN.FO – Síðan 2006 til 2015 er útflutningurin minkaður úr umleið 1 milliard krónur til 630 milliónir krónur. So virðið á útflutninginum er nærum minkað í helvt, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum Regin Jacobsen Stúrir fyri heims­ búskapinum Framtíðar støða Bretlands í Evropeiska Samveldinum verður avgjørd í næstu viku, tá bretar fara á fólkaatkvøðu. Hvønn týdning fær tað fyri Føroyar, um nærmasta grannalandið fer úr ES? HALLUR AV RANA S einastu árini er Bakka­ frost vaksin frá at vera ein stór føroysk fyri­ tøka til at gerast ein av fremstu fyritøkunum inn­an ali­ vinn­una í heiminum. Tað merkir millum annað, at fyritøkan hev­ ur íleggjarar kring allan heim, um­framt at hon sjálvsagt útflytir laks til teir stóru marknaðirnir kring heimin. Harímillum eru Evropeiska Samveldið og Bretland ein týðandi partur. Tí verður tað í høvuðs­skriv­ stovuni á Bakka í Glyvrum eisini fylgt við úrslitinum av bretsku fólka­atkvøðuni. Vikuskiftis Sosial­urin hevur tosað við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, ið greiðir frá hvørjar avleiðingar tað kann hava fyri føroysku fyri­tøk­ una, um bretar atkvøða fyri at fara úr Evropeiska Samveldinum. Negativan spiral Regin Jacobsen greiðir frá, at hóast Bakkafrost útflytur nógva vøru til Bretlands, so er tað ikki so nógv stongd mørk, men heldur ein viknaður heimsbúskapur, ið kann hava negativar fylgir fyri før­oyska alirisan. – Vit hava ikki gjørt nakrar út­ rokningar, um hvørja ávirkan eitt nei til ES fær fyri Bakkafrost, men skuldi tað hent, at Bretland tekur seg úr Evropeiska Samveldinum, so fer tað at hava negativar av­ leið­ingar á heimsbúskapin, tað fer at hava negativar avleiðingar á kapitalmarknaðin og tað fer at skapa eitt órógv í eina tíð, sigur Regin Jacobsen. Hóast stjórin í einum av Føroya størstu fyritøkum harvið tykist at stúra eitt sindur fyri, at bretar atkvøða nei til 23. juni, so leggur hann dent á, at neiligu av­leið­ingarnar helst ikki raka føroyskar fyritøkur harðari enn aðrar. – Vit kunnu ugga okkum við, at teir, ið vit kappast vit, virka undir somu fortreytum sum vit. Eg vænti ikki, at tað verður verri fyri føroyskan útflutning enn fyri útflutningin hjá Kili og Norra. Tað er tað, ið hevur størsta týdning fyri okkum, sigur Regin Jacobsen og greiðir víðari frá. – Tað týdningarmesta er kapp­ingarførið millum londini. Um tað gongur niður at bakka hjá øllum, og vit relativt sæð ikki verða verri stillað, so missa vit ikki kappingarførið í mun til hini londini. Onga ávirkan á marknaðaratgongd Regin Jacobsen vísir á, at við ver­ andi sáttmála við ES, so hevur før­oysk­ur laksur frá Bakkafrost, eins og hjá øðrum føroyskum ali­ fyri­tøkum, fría atgongd til innan­ hýsis felagsmarknaðin hjá ES, og harvið eisini til bretska marknað­ in. Tað er somu treytir, ið nærm­ astu kappingarneytarnir, Norra og Kili, virka undir. Hóast eitt nei til ES hevur við sær, at Bretland verður eitt egið land, og verandi handilssáttmáli, ið er treytaður av, at Bretland er í ES, harvið ikki kann brúkast at sleppa inn á bretska marknaðin, so væntar stjórin í Bakkafrost ikki, at tað fer at hava nakra sum helst ávirkan. – So leingi eingin serligur toll­ur er álagdur innflutningi av fiska­vørum, so má man ganga út frá, at tað verður frí atgongd fyri føroyskan laks til bretska markn­aðin. Men sjálvandi verður tað ein heilt nýggj støða, ið tekur seg upp, um Bretland fer úr Evropeiska Samveldinum, sigur Regin Jacobsen. Bretland ein vaksandi marknaður At bretski marknaðurin hevur týdning fyri Bakkafrost, sæst eis­ini aftur í sølutølunum hjá før­ oysku alifyritøkuni, har Bretland er eitt av teimum londunum, ið Bakka­frost selur mest fisk til. – Bretland er ein týðandi markn­aður fyri laksin hjá okk­ um, og er útflutningurin til Bretlands vaksin síðstu árini. Í løt­uni er hann umleið tíggju til fimtan prosent, sigur Regin Jacobsen, og heldur fram. – ES-marknaðurin er enn størsti marknaðurin hjá Bakka­ frost, og er umleið 40 prosent av út­flutninginum hjá Bakkafrost, harav bretski parturin er umleið 15 prosent. Síðani útflyta vit um­ leið 25 prosent til USA og eini 20- 25 prosent til Fjareystur, sigur stjórin í Bakkafrost at enda. HALLUR@SOSIALURIN.FO – Skuldi tað hent, at Bretland tekur seg úr Evropeiska Samveldinum, so fer tað at hava negativar avleiðingar á heimsbúskapin, tað fer at hava negativar avleiðingar á kapitalmarknaðin og tað fer at skapa eitt órógv í eina tíð. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, um hvørji útlitini eru fyri Bakkafrost, um Bretland tekur seg úr Evropeiska Samveldinum Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost MYND: ÁLVUR HARALDSEN SAVNSMYND