Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 14 TEMA Føroyar og Brexit Vikuskiftis Sosialurin gevur tær eitt lætt og skjótt yvir­lit yvir hvat Brexit er, hvørji høvuðs­ evnir mynda valstríðið og hvørjir høvuðspersónarnir eru HALLUR AV RANA S kal Stóra Bretland fram­ haldandi vera ein limur í Evropeiska Samveldinum ella fara úr Evropeiska Sam­veldinum? At síggja til er talan um ein lætt­an spurning, ið einans krevur eitt ja ella nei. Men tá svarið til spurn­ingin ikki einans fer at ávirka framtíðina hjá teimum 64 milliónum íbúgvunum í Bretlandi, men eisini øllum Evropa, gerst spurning­urin skjótt meira tor­ skildur. Kortini er tað júst tann spurn­ingurin, ið bretar skulu svara, tá fólkaatkvøða verður í ríkinum 23. juni. Eitt svar, ið fer at avgera fram­tíðina hjá bretsku tjóðini. Á mannamáli verður kjakið nevnt fyri Brexit, men í gjár kundi BBC upplýsa, at mest setti spurn­ ingurin í Onglandi síðstu dagarnar var: »Hvat er Brexit.« So fyri ordans skuld, so kann Viku­skiftis Sosial­ urin upplýsa fyri okkara les­arum, at Brexit er ein saman­tvinnan av orð­unum Britain og Exit. Vikuskiftis Sosialurin gevur tær her eitt lætt og skjótt yvirlit yvir nøkur av høvuðsevnunum og høvuðs­persónunum, ið mynda kjak­ið, nú bretar skulu í valhølini. HALLUR@SOSIALURIN.FO BREXIT UPP Á Ikki óvæntað, so hevur búskapurin ein stóran leiklut í kjakinum um framtíðina hjá Bretlandi. George Osborne, bretski fíggjarmálaráðharrin, hevur ført fram, at eitt bretskt nei til ES kann hava ræðuligar fylgir fyri bretska búskapin og arbeiðs­ marknaðin. Ikki bara heldur hann uppá, at búskapar­ vøksturin fellir við 3,6 prosent, men metir hann eisini, at eitt nei til ES kann føra til eina búskaparliga niðurgangstíð, ið fer at føra 500.000 bretar út í arbeiðsloysi. Bretland rindar ES umleið 3.400 krónur árliga fyri hvørt húsar­hald. Sammet við tær umleið 28.250 krónurnar av ágóðum, ið Bretland fær burturúr ES-limaskapi metir ja-síðan, at valið er lætt. Halda uppá, at evropeiskt samstarv er besti mátin at steðga øllum hóttanum. Í ES samstarva fregnar­ tænastur­nar og myndugleikarnir tvørturum landamørk og deilda m.a. upplýsingar um illgrunasamar persónar. Meta at ES er høvuðsorsøkin til, at londini í Evropa ikki liggja í kríggj við hvørt annan longur. Tað er vorði ov fíggjarligt vágaligt at fara í kríggj vegna ósemjur, tí við ES og fría marknaðinum eru evropeisku búskapirnir knýttir nærri saman. David Cameron, bretski forsætisráðharrin, hevur eisini ávarað um, at kjansirnir fyri kríggj verða størri, um Bretland fer úr ES. Siga at áhugamálini hjá Bretlandi verða betri umboðaði gjøgnum ES, og eitt nei til ES vil gera, at Bretland missur ávirkan og fær nýggjar fíggindar í altjóða samfelagnum. Undir verandi ES-lóggávu kann Bretland ikki forða fyri, at ES-íbúgvar seta búgv í Bretlandi. Ja-síðan vísir á, at innflytarar rinda meira í skatti til bretska statin, enn staturin hevur av útreiðslum av teimum. Verður harumframt víst á lond, ið hóast tey ikki eru ES-lond, hava tikið móti fleiri innflytarum enn Bretland. Avsanna ikki, at Bretland hevur givið nakað av sínum sjálvs­avgerðar­ rætti til ES, men vísa á, at tað er í gjørt í býti við ávirkan innantil í ES og eini sterkari, felags rødd í altjóða viðurskiftum. Vísa eisini á, at í síðsta enda liggur veruliga valdið í bretska parla­mentinum og hjá fólkinum. Eitt vald, ið hevur verið brúkt at sagt nei til Schengen-samstarvið og evruna. Bretland fær fría atgongd til felagsmarknaðin hjá ES, ið er umleið 50 prosent av samlaða útflutninginum hjá Bretlandi. Við at vera verandi í ES sleppur Bretland undir tolli, eyka skattum og órímiligum krøvum í øðrum ES-londum, umframt at landið fær beinleiðis ávirkan á lóggávuna. Harumframt fær Bretland betri sømdir í øðrum marknaðum sum partur av ES, enn um landið skal samráðast einsamalt. BÚSKAPURIN LIMAGJALD LANDAMØRK FRIÐUR Í EVROPA ALTJÓÐA VIÐURSK. INNFLYTARAR SJÁLVSAVGERÐARRÆTT HANDIL FYRI FYRI FYRI FYRI FYRI FYRI FYRI FYRI