hósdagur 16. juni 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016
SOSIALURIN 69
15
Boris Johnson
FIMM MINUTTIR
Bretski forsætisráðharrin framdi
eitt bragd, tá hann til síðsta parla
mentsval vann ein sannførandi
sigur. Í eini roynd at tekkjast
teimum meira ES-skeptisku
veljarunum lovaði hann tá, at ein
fólkaatkvøða skuldi haldast um
málið. Brennandi spurningurin
er nú, um stóri sigursharrin frá
valinum í fjør, er farin í eitt stríð,
ið hann ikki kann vinna.
Hóast hann sjálvur er oddamað
urin fyri einum ja til Bretland, so
kemur nakað av sterkastu mót
støðuni móti ES úr hansara egna
Konservativa flokki.
Eingin politikari er betri dámdur
millum bretskar veljarar enn ting
limurin hjá Konservativa flokk
inum Boris Johnson.
Fyrrverandi borgarstjórin í
London, ið mong meta ynskir at
yvirtaka forsætisráðharrasessin
eftir at David Cameron leggur frá
sær, er ein av mest sjónligu odda
monnunum hjá teimum, ið ynskja
Bretland úr ES.
Vísa á, at tað
er ikki ES, men
hernaðarliga verju
samgongan NATO,
ið hevur ábyrgd
ina fyri trygdina í
Bretlandi. Harum
framt verður víst á,
at størsta hóttanin
móti Bretlandi ikki
kemur úr Evropa,
men frá yvirgangs
felagsskapum sum
Islamski Staturin.
Meta tvørturímóti at áhugamálini hjá Bretland slett
ikki verða umboðaði í altjóða nevndum, sáttmálum og
aðrastaðni. Bretland hevði millum annað fingið sess sum
strandarland til fiskivinnusamráðingar.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Sum heild í kjakinum í ES, so leggur nei-síðan dent á,
at eitt Bretland uttanfyri ES, er eitt Bretland, ið kann
skipa seg sum fólkið ynskir. Tað merkir millum annað
nýskipanir á arbeiðsmarknaðinum, ið kunna føra við
sær, at bretski arbeiðarin verður meira effektivur.
Hóast tað eru fáir búskaparfrøðingar, ið stuðla
nei-síðuni, so er tað onkur teirra, ið metir at slíkar
broytingar kunnu hava við sær, at bretski búskapurin
veður fýra prosent størri um tíggju ár.
Vilja vera við, at Bretland rindar umleið 3,3 milliardir
krónur í limaskapi til ES árliga. Tað er helmingurin
av tí, ið Bretland brúkar upp á skúlaverkið. Meta
peningurin kann brúkast betri aðrastaðnis.
Meta at yvirgangsfólk og onnur hava ov lætta
atgongd til Bretland. Við at halda eftirlit við
landamørkini ber betri til at steðga møguligum
yvirgangsmonnum at sleppa inn í landið.
Ynskja at bretar fáa rættin at avgera hvør skal sleppa
til Bretlands og hvør verður noktaður atgongd. Stúra
serliga fyri bíligari arbeiðskraft úr Eysturevropa, ið
tekur arbeiðið frá bretum.
Meta at ein ov stórur partur av gerandisdegnum
hjá bretum verður avgjørdur í Brússel, har
embætisfólkini og politikarar smíða lógir, ið
ikki eru í tráð við bretsku fólkasálina. Vilja flyta
valdið úr Brússel og aftur til Bretlands.
Meta at Bretland hevði kunna samrátt seg til betri
handilsavtalur við aðrar tjóðir, um landið ikki var
partur av ES. Harumframt heldur nei-síðani fast
uppá, at tey kunnu fáa eina góða avtalu í lag um
atgongd til felagsmarknaðin, hóast evropeiskir
leiðarar hava boðað frá, at bretar ikki eru væl
komnir aftur, um tey fara úr ES.
ÍMÓTI
ÍMÓTI
ÍMÓTI
ÍMÓTI
ÍMÓTI
ÍMÓTI
ÍMÓTI
BÚSKAPURIN
LIMAGJALD
LANDAMØRK
FRIÐUR Í EVROPA
ALTJ. VIÐURSK.
INNFLYTARAR
SJÁLVSAVGERÐARRÆTT
HANDIL
ÍMÓTI
David Cameron