Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 16 TEMA Føroyar og Brexit HALLUR AV RANA Í hesi vikuni er tvey ár lið­in síðan at Jacob Vester­gaard, tá­ver­andi lands­stýrismaður í fiski­vinnu­málum, og Maria Damanaki, táverandi fiski­ málaráðharri hjá ES, undirskrivaðu eina brævaskiftis­semju, ið gjørdist endin á einum áralongum stríði millum ES og Føroyar. Talan var um eina semju, ið var kærkomin fyri báðar partar. Eftir fleiri árum við samráð­ing­ um, ið ikki bóru á mál, høvdu bæði londini sett í verk tiltøk, ið skuldu staðfesta teirra rætt. ES, har­ímillum Danmark, høvdu sett í verk handils­tiltøk móti Føroyum, meðan føroyingar høvdu reist gerðar­rættarmál móti ES í bæði WTO og eftir havrættar­sátt­mál­ anum hjá ST. Tað vóru tó ikki øll, ið vóru eins fegin um hesa semju, og seinastu tvey árini hava samanbrestir fleiri ferðir verið millum føroysk sjófólk og skotskar myndugleikar, ið hava ákært føroyingar fyri brot á sáttmálan. Hetlendskir og skotsk­ir fiskimenn hava eisini fleiri ferðir víst á teirra misnøgd við makrel­ semjuna, ið var gjørd á grækaris­ messu í 2014, ið tey meta er til stór­ an fyrimun fyri føroyingar. Nógv er tó broytt seinastu tvey árini. Hvørki Jacob Vestergaard ella Maria Damanaki hava nakran leik­lut í samráðingunum longur, og longu í næstu viku kann stóra strandar­landið ES vikna mun­andi, tá bretar fara á val og skulu taka støðu til, um tey ynskja at vera verandi í ES. Um tey velja at rýma úr ES, kann tað fáa avleið­ingar fyri makrelsemjuna og fram­tíðar sam­ ráð­ingar millum strandar­lond­ini, tá Bretland sessast við sam­ráð­ ingar­borðið. Vikuskiftis Sosialurin hevur tosað við Herluf Sigvaldsson, sam­ ráð­ingarleiðara í føroyska sam­ráð­ ingartoyminum, um hvussu eitt Brexit kann ávirka valds­javn­vág­ ina millum strandarlondini í fram­ tíðini. Bretland sessast við borðið Eitt av høvuðsevnunum til val­ stríðið í Bretlandi í hesum døgum, er kjakið um støðuna hjá Bretlandi í altjóða samráðingum. Hjá teim­ um, ið ynskja at sleppa úr ES er eing­in ivi um, at tað verður betri fyri bretsku vinnuna, um tað verða bret­ar sjálvir og ikki embætisfólk hjá ES, ið standa á odda fyri sam­ ráð­ingum við aðrar tjóðir. Herluf Sigvaldsson upplýsir, at innan strandarlandasamráðingar, so er tað greitt, at Bretland fær ein sjálvstøðugan leiklut í framtíðar samráðingum, um Bretland fer úr ES. – Hyggja vit eftir teimum form­ ligu viðurskiftunum, so verð­ur Bretland strandarland í svart­kjafti, norðhavssild og makreli, meðan ES hvørvur sum strandar­land í norð­ havs­sild, sigur samráð­ingar­leiðarin og leggur afturat. – Tað merkir, at í sam­ráð­ingar­ høpi og sáttmálahøpi, so verður eitt strandarland meira, Bretland, tá samrátt verður um svart­kjaft og makrel. Harumframt tek­ur Bretland sessin hjá ES, tá strandar­ lond­ini samráðast um norðhavs­ sild. At tað verður eitt nýtt strandar­ land við samráðingar­ borðið til makrel, norðhavssild og svartkjaft, kann føra við sær, at tað verða nakrar nýggjar avbjóðingar millum londini, tá semja skal finnast fyri stovnarnar« Tú kanst siga, at í norðhavssild er tað Hetland, ið ger at Bretland er eitt strandarland, og tað er Bretland, ið ger ES til eitt strandar­ land, sigur Herluf Sigvaldsson. Vikuskiftis Sosialurin hevur tosað við samráðingarleiðaran hjá Føroyum um hvussu eitt Brexit kann ávirka valdsjavnvágina í strandarlandasamráðingum ES VIKNAR TÁ BRETLAND SESSAST VIÐ BORÐIÐ Herluf Sigvaldsson Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari