hósdagur 16. juni 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016
SOSIALURIN 69
17
62 stig ger munin
Orsøkin til, at ES missur sín sess
við samráðingarborðið um norð
havssild, er tí at stovnurin aldrin
ferðast inn í ES-sjógv. Tey rættindi,
ið ES hevur at fiskað norðhavssild
eru nevniliga øll bygd á teirra av
gerðarrætt yvir bretskar havleiðir.
– Norðhavssild heldur til norð
anfyri 62 stig, og tá tú hyggur eftir
hvønn rætt ES hevur í dag, so er
tað í tí hetlendska tríhyrninginum.
Tað vil siga tríkanturin norðanfyri
Hetland, ið røkkur norðurum 62
stig, har norðhavssildin ferðast. Tú
kanst siga, at tað er Hetland, ið ger
at Bretland er eitt strandarland,
og tað er Bretland, ið ger ES til eitt
strandarland, greiðir føroyski sam
ráðingarleiðarin frá.
Herluf Sigvaldsson leggur tó
dent á, at støðan er ein heilt onn
ur, tá hugt verður eftir makreli og
svartkjafti. Teir stovnarnir ferðast
so langt suður gjøgnum Atlants
havið, at tað eru eini 4-6 ES-lima
lond, umframt Bretland, ið eru at
rokna sum strandarlond.
Avbjóðing fyri Føroyar
Sjálvt um føroyski samráðingar
leiðarin leggur dent á, at tað ikki er
ein partur av føroysku strategiini,
so er tað ikki óhugsandi, at talan
verður um eitt bakkast fyri ES, nú
tey ikki longur kunnu brúka norð
havssildina sum samráðingarkort
fyri at styrkja um sína egnu støðu.
Tað kann m.a. merkjast við, at ES
framyvir ikki kann geva meira av
kvotuni fyri norðhavssild í býti
fyri størri svartkjaftakvotu ella
makrelkvotu.
Føroyski samráðingarleiðarin
metir sum heild, at nýggja støðan
fer at hava nýggjar avbjóðingar
við sær, hóast tað enn er torført
at spáa um hvørjar tær vera.
– Tað verður sjálvandi ein avbjóð
ing, at samansetingin av strandar
londum verður annarleiðis. At
tað verður eitt nýtt strandarland
við samráðingarborðið til makrel,
norðhavssild og svartkjaft, kann
føra við sær, at tað verða nakrar
nýggjar avbjóðingar millum
londini, tá semja skal finnast fyri
stovnarnar. ES verður framvegis
eitt stórt strandarland í bæði
svartkjafti og makreli, men tað
verður Bretland eisini, sigur Herluf
Sigvaldsson.
Herluf Sigvaldsson ber tó ikki
ótta fyri, at tann illviljin, ið tykist
at hava verið mótvegis føroyingum
frá skotskum fiskimonnum og
myndugleikum, fer at síggjast
aftur til samráðingarnar.
– Tað er trupult at siga í dag
hvussu tað verður, tí vit kenna
ikki til eina framtíðar støðu hjá
Bretlandi. Men eg haldi sjálvur, at
vit altíð hava havt góð viðurskiftir
við umboðini hjá bretsku stjórn
ini í sendinevndini hjá ES, tá sam
ráðingar hava verið, sigur Herluf
Sigvaldsson.
Herluf Sigvaldsson er tó varin
við at siga ov nógv um, hvussu
hann metir at samráðingarnar
vera, um Bretland fer úr ES, men
hann dylur ikki fyri, at tað verður
ikki lætt hjá Føroyum at styrkja
um sína støðu.
– Fer Bretland úr ES, so verður
tað ein avbjóðing hjá Føroyum
at telva seg til eina støðu, har vit
standa sterkari í samráðingunum,
sigur Herluf Sigvaldsson.
ES og Bretland
mugu semjast
Um úrslitið av fólkaatkvøðuni í
næstu viku verður, at bretar takka
fyri seg í ES, so er tað ikki vist, at
Bretland alt fyri eitt fer undir sam
ráðingar við onnur lond um fiska
stovnarnar. Fyrst er nevniliga
neyðugt hjá bretsku stjórnini at
taka støðu til, um hon er samd við
gamla býtinum av fiskastovnum
við hini limalondini innanhýsis í
ES, greiðir Herluf Sigvaldsson frá.
– Spurningurin er, um bretar
góðtaka tað býtið ella um teir
krevja eitt nýtt. Við tí fyrivarni,
at meg minnist rætt, so byggir
býtið av fiskastovnum millum
ES-limalondini fyri stóran part á
søguliga fiskiskapin, ið fór fram á
havleiðunum hjá teimum ymisku
londunum, áðrenn fiskimarkið
varð flutt út á 200 fjórðingar, greiðir
føroyski samráðingarleiðarin frá.
Herluf Sigvaldsson vísir á, at
tað sum hendir við einum Brexit
er, at bretar fáa sjálvsavgerðarrætt
yvir eitt sjóøki, ið teir aldrin hava
havt áður. Tí er spurningurin, um
teir ikki meta, at støðan er so mik
ið nógv broytt, at neyðugt er at
endurskoða býtið av felags fiska
stovnum við ES.
– Tað kann hava ávirkan á allar
stovnar, tí í gomlum døgum fisk
aðu bretar fyri ein stóran part í
føroyskum og íslendskum sjóøki,
meðan aðrar tjóðir fiskaðu í bretsk
um sjóøki. Tað søguliga lutfallið, ið
var tá, er í stóran mun varðveitt í
býtinum, ið er galdandi í ES í dag,
sigur samráðingarleiðarin og legg
ur afturat.
– Í dag vera havleiðirnar hjá
limalondunum roknaðar sum
ES-sjógvur, og er tað ES, ið hev
ur avgerðarrættin har. Sostatt
er tað ES, sum tekur avgerðir í
fiskivinnumálum hjá limalond
unum. Tá bretar so brádliga fáa
sama vald yvir egnum havleið
um, ið føroyingar hava yvir sín
um, er spurningurin, um teir virða
gomlu semjuna við hini londini um
innanhýsis býtið av felags fiska
stovnum. Tað er ein spurningur, ið
vit í verandi løtu ikki kenna nakað
svar til, sigur samráðingarleiðarin.
Dynamikkurin
verður broyttur
Tá bretar hava fingið eina greiðu á
hvussu nýggja býtið skal síggja út,
so er næsta stigið, at samráðingar
verða tiknar upp við Føroyar og
hini strandarlondini.
– Verður avgerð tikin hósdagin
í næstu viku, so skal ES-limaskap
urin riggast av. Tíðarlinjan fyri tað
kenna vit einki til, men er tað ein
avgerð millum London og Brússel.
Í fyrstu atløgu halda teir sáttmálar
og semjur, ið Føroyar hava við
ES, fram, men um Bretland fer
úr ES, so fevna teir sjálvandi ikki
um Bretland longur, sigur Herluf
Sigvaldsson.
Hóast tað sostatt enn eru nógv
ar óvissar um hvussu eitt bretskt
farvæl til ES fer at ávirka fram
tíðar samráðingarnar millum
strandarlondini, so er tað eitt, ið
samráðingarleiðarin fyri føroyska
samráðingartoymið als ikki ivast í,
tá samrøðan er komin at enda.
– Ein bretsk avgerð um at fara
úr ES fer grundleggjandi at broyta
dynamikkin í samráðingunum,
sigur Herluf Sigvaldsson.
Boris Johnson skoðar
her ein fisk á eini vitjan
í bretska havnarbýnum
Lowestoft, har hann roynir
at sannføra íbúgvarnar
um, at nei til ES er tað besta
fyri ensku fiskavinnuna
MYND: POLFOTO
Ein skotskur makreltrolari á ánni Thames, ið rennur gjøgnum
London. Trolarin luttók í einum tiltaki hjá nei-síðuni.