Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 18 TEMA Føroyar og Brexit TÍÐARGREIN B retski forsætisráðharrin David Cameron og for­ maður í konservativa flokk­inum, hevur sein­ astu tíðina verið undir stórum innan­hýsis trýsti í sínum egna flokki, og ikki minst undir trýsti frá United Kingdom Independence Party (UKIP). Í stuttum greiða ymiskir politikarar sendistovuni frá, at orsøkin til trýsti er, at bretar ikki síðani 1970´unum hava havt møguleikan at greiða frá teirra sjónar­miðum viðvíkjandi ES. Eins og flótta­fólka­kreppan í Evropa, hernaðar­ligu atsóknirnar í Sýria, búskapar­kreppan í Grikkaland og áhaldandi bretska ivingarsemi um ES, hava verið avgerandi fak­ torar til at trýst hevur verið lagt á Cameron. Stjórnin í tvíningum Velja bretar Remain, halda teir fast við verandi limaskap, við broyt­ingum, ið spurdust burturúr ES-sam­ráð­ingunum hjá David Cameron tann 22. Februar 2016 – tó at hesar ikki gjørdust so víð­fevnd­ ar, sum Cameron hevði ætlað. Velja Bretar Leave, og úrs­litið verður tikið til eftirtektar, fer bretska stjórnin undir loysingar til­gongd­ ina sambært Article 50 í Treaty of European Union, ið inniber eina um­skiftistíð við fjøltáttaðum sam­ ráð­ingum millum Bretland og ES. Sjálvt valstríðið hevur ment seg í trimum stigum. Serliga um­vegis ávís politisk-, vinnu- og búskapar­ frøðilig umboð, hava ymisku bólk­ arnir ført fram eina røð av argu­ mentum, og síðani stigvíst økt um virk­semið og um óljóðið – tó við somu argumentum. Eins og í Konservativa flokk­ inum, gongur konservativa stjórnin í tvíningum. Og hóast stjórnin við einum meiriluta í stjórnarráðnum (Cabinet) atkvøddi fyri at stuðla Remain, stuðlar ein týðandi minni­ luti tó Leave. Hetta hevur, sam­bært høgtstandandi keldum í Foreign and Commonwelt Office, ið er bretska Uttanríkisráðið, merkt stev­ið í stjórnini. Serliga sum ákær­ ur­nar millum báðar partarnar eru herdar. Labour flokkurin sýnist at vera meira samdur innanhýsis um at stuðla Remain, hóast nakrir ting­ limir fyri Labour og fleiri av teirra velj­arum eru ørkymlaði av, at teirra leiðari Jeremy Corbyn ikki setti ferð á teirra valstríð fyrrenn gott og væl eina viku áðrenn valið verður. Valstríðið Fram til 5. mai, skipaðu ymisku bólk­arnir seg, og kappaðust um til­ nevningina sum almennu Remain/ Leave bólkarnir. 6. - 27. mai, fóru teir tveir alment tilnevndu bólkarnir (Britain Stronger IN Europe og Vote Leave) undir sítt virksemi. 28. mai – 23. juni, er síðsta stigið und­ an sjálvari fólkaatkvøðuni, nevnt Purdah, tá stjórnin tekur seg úr kjak­inum, og teir tveir bólkarnir við lokal­um stuðulsfólkum fáa høvuðs­leik­lutin. Høvuðs argumentini hjá Britain Stronger IN Europe eru fyrst og fremst: Búskaparlig viðvíkjandi sam­ handli við onnur ES lond, og skapan av alt fleiri størvum í Bretlandi. Sterkari við tað, at sita við borð­ ið har avgerðirnar í ES verða tiknar er ein fyrimunur. Samanborið verð­ur við bretsku avgerðar leik­ lut­ir­nar í altjóða trygdar- og verju­ sam­størvum so sum NATO, har tað at verða við til at taka týðandi av­ gerðir er ein styrki fyri Bretland. Tryggari tí at Bretland er við í politiska- og trygdar samstarvinum í ES, sum ger at Bretland betur fær vart seg ímóti m.a. terror álop­um uttaní­frá. Meðan høvuðs argu­ ment­ini hjá Vote Leave eru: Búskaparlig tí at Bretland slepp­ur undan nógvu ES reguler­ ing­unum, sum viðhvørt kunnu forða innovatión og íverksetan. Har­um­framt fær Bretland sjálvt gjørt altjóða handilssáttmálar eftir egn­um tørvi. Innflytara politikkur, sum merk­ir at Bretland fær avmarkað talið av innflytarum úr ES, um ES verður valt frá. Yvirræði (sovereignty) soleiðis at Bretska tjóðartingið aftur fær møgu­leikan at hava evstu avgerð í Bretlandi. Úr Europe Directorate í Foreign & Commonwealth Office, verður við­merkt at bretar hava lindi til at mis­lesa og misskilja ES menningina sein­astu tíðina. Eitt nú framleiðir nú­ver­andi ES kommissiónin 80% færri reguleringar enn áður. Tá Bretland tekur við for­mans­skap­ inum í Council of the EU í juli 2017, verður fokus ætlandi sett á at fækka enn meir um ES reguler­ ingar­nar. Eisini verður víst á, at umleið ein triðingur av bretum (30%) altíð eru ímóti ES limaskapi. Hetta er serliga vegna neiliga um­ talu av ES reguleringum, økta tal­ ið av innflytarum og versnaða ES búskap­inum – umframt, at kon­ Sjálvt valstríðið hevur ment seg í trimum stigum. Serliga umvegis ávís politisk-, vinnu- og búskapar­ frøðilig umboð, hava ymisku bólkarnir ført fram eina røð av argu­mentum, og síðani stigvíst økt um virksemið og um óljóðið – tó við somu argumentum« 23. juni 2016 verður fólkaatkvøða í Bretlandi um bretskan ES limaskap. Bretar skulu antin velja ES frá (Leave) ella til (Remain). Bretland hevur leingi verið mett sum eitt av meiri evroskeptisku ES limalondunum, serliga síðani mitt í áttati­ árunum tá Margaret Thatcher sat við valdið FÓLKAATKVØÐAN Í BRETLANDI UM ES LIMASKAP Sendimaður í London