hósdagur 16. juni 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016
SOSIALURIN 69
19
servativi flokkurin er í tvíningum,
og at evnið tí ongantíð hvørvur av
dagsskránni.
Leave síðan hevur einki einstakt
alment boð uppá hvussu sambandi
við ES verður skipað, um Bretland
velur at fara úr ES, tó at nakrir
møguleikar eru nevndir, ið Bretska
stjórnin longu hevur greinað. Hesir
eru Noreg modellið (EBS), Tvílanda
modellið Kanada (CITA) ella Sveis,
Albania modellið (Association
Agreement) og WTO modellið.
Meiningarkanningar
Ikki óvæntað er spenningurin
sera stórur undan fólkaatkvøðuni,
og nógvar meiningarkanningar
verða gjørdar. Fleiri Poll of Polls
yvirlit av meiningarkanningum
vísa eitt mynstur við stórum tíðar
skeiðum, har munurin hevur verið
stórur til fyrimun fyri Remain,
men at Leave í skrivandi stund (15.
juni) er farið framum.
WhatUKThinks, ið ger stjórn
málafrøðisligar kanningar og
metingar saman við NatCen og
granskarasamtakinum The UK in
a Changing Europe, metur beint
nú, at Leave eigur munin við 52%
ímóti Remain við 48%.
Dentur skal sjálvandi leggjast
á týdningin, ið endaliga talið av
ivandi, valluttakandi og aldurs
bólkum fer at hava. Hetta er fyrst
og fremst tí at talið av ivandi enn
er rættiliga høgt, men minkar iva
leyst fram til valdagin, og kann tí
lættliga flyta kjakið og úrslitið.
Eisini er týdningarmikið at hava
í huga, hvussu valið endurspeglar
seg geografiskt og demografiskt.
Nógv hevur verið frammi um, at
meiriluti er fyri Remain í London,
Skotlandi, Wales, og Norður Írlandi
– meðan ein stórur meiriluti í rest
ini av Onglandi, uttanfyri London,
ynskir Leave. Undantøk eru tó í
ídnaðartungum økjum í Norður
Onglandi hvørs búskapur er
ávirkaður av ES stuðli. Um bretar
tann 23. juni velja framhaldandi at
verða partur av ES, so kann sigast
at London íbúgvar (har o.u. 40%
av fólkunum eru fødd uttanfyri
Bretlandi), skotar, walisar og norð
ur írar hava valt at onglendingar
framhaldandi skulu verða partur
av ES. Hettar kann skapa órógv
tíðina eftir valið, um so verður.
Roknast kann harafturat ikki við,
at ES mótstøðan hvørvur um úrs
litið er tepurt til fyrimun fyri fram
haldandi ES limaskapi.
Hvat serfrøðingar siga
Serfrøðingar í Chatham House,
sum er ein av heimsins leiðandi og
mest viðurkendu tankasmiðjum
(Think Tank), og fleiri aðrir serfrøð
ingar meta, at tað verða innlendis
mál og áliti á stjórnina, sum koma
at spæla ein avgerandi leiklut
til fólkaatkvøðuna, og ikki uttan
ríkispolitikkur, sum lagt hevur
verið upp til, at henda atkvøðan
skal snúgva seg um. Leggjast skal
aftrat, at kjakið um bretska innflyt
ara politikkin hevur verið serliga
heitt í seinastuni.
Niðurstøðan hjá serfrøðingum,
ið hava tilknýti til Chatham House
er, at um bretar fara úr ES, so førir
tað við sær eina nýggja geopolitiska
valdsjavnvág. Bæði Bretland og ES,
hvør sær, gerast veikari leikarar
í altjóða høpi um Bretland ferð úr
ES. Samstundis vil Bretland, missa
sína altjóða ávirkan, serliga innan
búskaparliga- og diplomatiska
økið. Sambært Robin Niblett, stjóra
í Chatham House, so hevur Bret
land strembað eftir einum sjálv
støðugum uttanríkispolitikki við
ymisk lond við skjótt vaksandi
búskapum uttanum ES, sum eftir
øllum at døma ikki hevur eydnast.
Niblett mælir tí bretsku stjórnini
til at umskipa hesa uttanríkis
politisku kósina. Kjarnin í bretska
uttanríkispolitikkinum
noyð
ist, sambært Niblett, at raðfest
ast gjøgnum eitt tætt og týðandi
samstarv við ES. Hetta er ein kós,
sum er viðmælt av bæði ameri
kanska og kinesiska forsætis
ráðharrunum, saman við eini
ørgrynnu av øðrum forsætisráð
harrum og stórfyritøkum, ið hava
sæti í Bretlandi ella handla við
Bretland.
Óansæð úrslitið av valinum 23.
juni, verður politiska framtíðin hjá
ES væl og virðiliga vigað, bæði av
Bretlandi og øðrum ES tjóðum. Um
Bretland velur at taka sín limaskap
í ES aftur, so gevur hettar uttan iva
Føroyum nakrar avbjóðingar at
arbeiða við tey næstu
nógvu árini. Livst so
spyrst.
■ Áki Johansen,
Sendimaður í London
»Óansæð úrslitið av valinum 23. juni, verður
politiska framtíðin hjá ES væl og virðiliga vigað,
bæði av Bretlandi og øðrum ES tjóðum. Um
Bretland velur at taka sín limaskap í ES aftur, so
gevur hettar uttan iva Føroyum nakrar avbjóð
ingar at arbeiða við tey næstu nógvu árini«