hósdagur 16. juni 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016
SOSIALURIN 69
20
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
»Seriøst Tjóðhild? Eina grein
afturat um ís?« JA, minst eina aft
urat um ís. Tí hvør elskar ikki ís?
Og nú tað hevur verið sól nærum
uttan steðg í alt summar, so mugu
vit minnast til at eta nógvan ís
(ok, kanska hevur tað ‘bert’ verið
sól í tríggjar vikur, men tað kennist
sum at eg longu havi upplivað
eitt heilt summar hesar seinastu
vikurnar. Einki er sum føroysk
summarsól).
Eg havi ongantíð skilt hví fólk
fara at ferðast um summarið. Før
oyska summarið, blíða føroyska
summarið, er nakað av tí besta,
eg veit. Hagatúrar við troyggjuni
bundnari runt um miðjuna. Berar
tær í grøna grasinum. Langar ljósar
nætur. Børn sum súkkla uttanfyri
vindeyga seint, seint um kvøldið.
Fult av vælkendum ljóðum. Ljóð,
sum vetrarmyrkrið næstan hevði
sent í gloymskuna, men sum við
øllum várspírunum spretta saman
við góðum minnum. Ljóðið av
mýrisnýpum sum hvøkka við, tá ið
vit ganga framvið. Ljóð av æðum,
sum gleðast um breyðrestirnar.
Gleðisýl frá børnunum sum vassa
í áum og í fjørðuni. Ja, enntá
ljóðini av likkunum vekja góð
minni – mest frá teirri tíðini tá
ið eg búði í miðbýnum í Havn, og
tær vaktu meg kl 5 leygarmorgun,
tá ið tær savnaðust rundan um
pitsarestirnar, ið lóðu sløddar um
býin, áðrenn sópingarbilurin hjá
kommununi kom framvið og
gjørdi klárt til næstu longu
summarnáttina.
… Og so allir ísarnir.
Hómast sólin millum
skýggini, so ber ikki
til hjá føroyskum
foreldrum at siga
nei, tá ið barnið bið
ur um ein ís. Tað vita
børnini. Tað visti eg
í øllum førum. Sól
merkir ísur – óansæð
um tú ert heima í Føroyum
ella í fjarskotnum londum.
Sama sólin, sami vani. Sól = ísur.
Og tað er fínt. Haldi eg. Vónandi
vera nógvir, nógvir, nógvir góðir
ísdagar/sóldagar afturat í ár.
Millum allar teir mjúku, góðu
rómaísarnar (sum eg gav tykk
um uppskrift uppá í seinastu
viku), er gott við einum saftísi
av og á. Saftísar eru so ótrúliga
ómakaleysir at gera. Tú blandar
sterka saft, stoytir saftina í
formar, setir ein pinn í, frystir og
etir. Skjótt, lætt og bíligt. Vit sum
hava (les:høvdu) nógvar rabarbur
(vit hava gjørt so nógvan ís og so
nógvar vaflur við rabarbusúltutoyi
á Kunningarstovuni í Nólsoy, at
nú eru skjótt ikki fleiri rabarbur
eftir á oynni - vit mugu fara at
gera rabarbugarðin størri) eru so
heppin, at vit kunnu gera rabarbu
ís. Á Kunningarstovuni gera vit
oftast rabarbuís burturúr rabarbu
siroppi og vatni. Hetta er lættari
hjá okkum, tí vit gera so nógvan ís.
Men um eg skal gera hann heima,
so geri eg hann soleiðis:
Rabarbusaftísur
– á leið 6 ísar
250-500 gram av rabarbum
(alt eftir hvussu nógvan
rabarbusmakk tú vilt hava)
• 0.5 L av vatni
• 1 dl av sukuri
• 1 nips av salti
• 1 nips av vaniljupulvuri
• Møguliga eina anisstjørnu
(hetta gevur ein mildan
lakress-smakk)
Koyr alt tilfarið í eina grýtu. Lat
tað koma uppá kók, og kóka síðani
í umleið 10 minuttir. Síla síðani
rabarburnar frá (kunnu brúkast
sum kompott – mær dámar tær
væl afturvið fiski). Stoyt saftina í
ísformar, koyr ein íspinn í og síðani
í frystiboksina. Lat standa yvir
nátt. Liðugt.
Prei
Ísurin verður eyka vakur um
tú brúkar reyðvínsrabarbur
– sovorðnar ið eru reyðligar
heldur enn grønar innaní.
SAFTÍSUR