Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 22 KONGSHÚSIÐ Royalistur BIRGITH LASSEN M en hvat er tað, ið fær borg­arar í einum d e m o ­k ra t ­i s ku m sam­felag at góðtaka, at ein ávís familja fær pengar og vald av onga aðrari orsøk, enn at tey eru úr ávísari ætt? Henda spurn­ing­in seta vit Hera Signar Nolsøe, sum er søgufrøðingurin og sjálv­ur er ein ektaður royalistur. Heldur monarki vera gott fyri eitt land – Eg eri ikki uppdrigin til at vera til­ hangari av kongshúsinum, men eg eri tað av áhuga fyri tí søgu­liga og av virðing fyri sjálvum kongs­døm­ inum, sigur Heri Signar Nolsøe, sum klárar at svara bæði skjótt og brátt, tá hann verður spurdir, um hann minn­ist nøvnini á kongs­ familj­uni í Danmark. – Fulla navnið hjá drotningini er Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid, svarar hann. Heri Signar Nolsøe søgu­frøð­ ingur og hevur kanska betri minni enn tey flestu, men áhugin fyri kongs­húsinum er veruligur. Tá drotn­ingin vitjar í Aarhus, tekur hann trúfastur í móti henni, og tá drotningin í fjør fylti 75 ár lat Heri Signar Nolsøe seg í fínasta stás fyri seinni at hátíðarhalda føðingardag henn­ara hátigns. Sambært Sprotanum er ein roya­list eitt fólk, ið tekur undir við kongs­dømi sum stýrislag. – Tú kanst gott kalla meg royalist, sigur Heri Signar Nolsøe. Men hann er ikki týpan, ið ger hond­gjørdar gávur til drotningina og keypur Billedbladet hvørja viku. Hann hevur hugsað væl og virðiliga um ting­ini, og síðan hevur hann tikið støðu til monarkiið: Monarki er tað rætta fyri okkara samfelag, heldur hann. – Tí Kongshúsið er ein av teimum fáu stovnunum, ið savna okkum saman í Ríkisfelagsskapinum. Kongs­húsið er heldur Føroyar, Dan­mark og Grønland saman, og er við til at geva okkum eina kenslu av søgu­ligari framgongd, tí tað hev­ur verið ein partur av okkara og okk­ara forfedranna samleika, sigur Heri Signar Nolsøe. – Uttan Kongshúsið hevði Ríkis­ felagsskapurin ikki givið mein­ing, leggur hann afturat og viður­ kennur, at spurningurin er tengd­ ur at, hvørt man er til­hang­ari ella mót­stand­ari av Ríkisfelags­skap­ inum. Eiga at takka Kongsfamiljuni VikuskiftisSosialurin hevur sett fleiri tilvildarligum fólkum spurn­ ingin: Stuðlar tú ella stuðlar tú ikki Kongshúsinum? Nógv tey flestu søgdu seg stuðla Kongshúsinum, meðan fleiri søgdu seg ikki hava tikið støðu til tað. Bert tvey fólk søgdu seg vera mótstandarar av Kongshúsið heldur Føroyar, Danmark og Grønland saman, og er við til at geva okkum eina kenslu av søgu­ ligari framgongd, tí tað hevur verið ein partur av okkara og okkara for­fedranna samleika« Okkum dámar heilt væl drotningina og kongshús hennara. Tað siga í øllum førum 5 út av 7 føroy­ ingar, sum VikuskiftisSosialurin hevur hitt á gøtuni í einum sera óvísindaligum spurnarumfari VIT EIGA AT TAKKA KONGS­- HÚSINUM PRIVATMYND