Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 23 Stuðla vit monarkiinum? BIRGITH LASSEN Helena Hjelm 25 ár, lesur námsfrøði – Eg stuðli meir, enn eg eri í móti. Kongahúsið og alt, sum hevur við tað at gera, er øgiliga pent, men eg dugi ikki at síggja tað fornuftiga í at hava monarki. Dánjal Petur Nielsen 79 ár, pensiónist – Eg stuðli monarkiinum, og eg havi einki í móti okkara kongs­húsi. Man sær eisini, at londini sum hava monarki, generelt klára seg betur enn republikansk lond Kim Børgkvist 39 ár, Heilsufrøðiliga Starvsstovan – Eg stuðli! Eg haldi, at serliga í eini tíð, har tingini ganga skjótt fyri seg, er tað týdningarmikið at halda fast í traditiónum, sum kunnu samla okkum sum land. Eg haldi eisini, at tey flestu í Føroyum eru positiv yvirfyri monarkiinum. Leif Mortensen 59 ár, starvast í Snarliðnum – Eg elski drotningina og monar­kiið. Eg haldi, at drotn­ ing­in megnar alt so væl, og hon er ein góð fyrimynd fyri okkum. Una Nielsdóttir Galán 20 ár, nýklakt pisa – Eg eri avgjørt í móti. Eg ynski, at man avtekur kongahúsið, tí tað er fullkomiliga óneyðugt – og eg lati meg ikki ávirka av tí romantisku myndina av kongs­ húsinum. Erla Maria Skovlund 31 ár, Sjálvstøðug vinnurekandi – Eg stuðli kongahúsinum, tí eg haldi tað er ordiliga gott, at man varðveitur eina tradition. Margrethe er ein góð fyrimynd – eisini fyri okkum føroyingar. Faktiskt haldi eg, tað hevði verið forferdiligt, um man avtók monarkiið. Jónfríð Gaard 39 ár, leiðari í Eta – Eg stuðli ikki monarkiinum! Eg dugi slett ikki at finna nakra fornuftiga orsøk til, hví vit hava eitt kongahús í dag. Og sum føroyingur seti eg spurnar­tekin við, um monarkiið yvir­høvur hevur eina funktión. Margrethe er ótrúliga klók og væl­formu­ lerað, men avtak gjarna konga­ húsið fyri mína skuld! Voxpop monarki­inum. Men hvussu ber tað til, at vit í einum demokratiskum sam­felag kunnu góðtaka, at ein ávís familja fær so stóran fíggjar­ ligan stuðul og so stórt vald, uttan at gera annað enn at vera av eini ávísari ætt? Setur tú tann spurningin, fellur tankin um eitt Kongshús til jarðar, heldur ein av teimum tilvildarligu á gøtuni, sum VikuskiftisSosialurin hevur tosað við. Og Heri Signar Nolsøe skilir væl tey, ið ikki duga at síggja mein­ing­ ina við kongsdøminum, men hann heldur at vit skulu minnast, hvat Kongshúsið hevur gjørt fyri okk­ um gjøgnum tíðirnar og ansa eftir, ikki at útskifta alt, ið ikki hóskar til okkara tíð. – Vit kunnu byrja at takka Kongs­húsinum fyri Grundlógina og fyri at hava gjørt eitt stórt ar­ beiði fyri at mynda okkara sam­ felag heilt fram til 1849, sigur ein álvar­samur Heri Signar Nolsøe. BIRGITH@SOSIALURIN.FO Heri Signar Nolsøe á 75-ára føðingardegnum hjá Margretu Drotning