hósdagur 16. juni 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016
SOSIALURIN 69
24
Íslendska
fyrimyndin
Tíðargrein
T
að er í sjálvum sær eitt
satt bragd, at íslendingar
eru við í EM-endaspæli
á fyrsta sinni nakrantíð.
Og javnleikurin í Saint-Étienne
ímóti einum á pappírinum nógv
betri liði vísir greitt, at Ísland
megnar tað ógjørliga, og at liðið
ætlar sær meira enn bara at vera
við.
Hvussu leikur fer komandi
vikurnar í Fraklandi, fáa vit at
síggja. Men vit kunnu longu nú
staðfesta, at íslendsku garparnir
í fyrsta dystinum vardu væl og
høvdu ein framúr stríðsvilja.
Og eg kann ikki annað enn
hugsa, at hetta er ein einastand
andi fyrimynd at hava. Tí hug-
burðurin er serstakur – bæði í
undankappingini, sum tryggjaði
Íslandi plássið í endaspælinum og
órædda spælið ímóti Portugal. Á
vøllinum díkja teir á og smæðast
ikki burtur.
Tað sama kann verða sagt um
landið uttan fyri leikvøllin.
Tá ið íslendingar tóku ræði á
egnum viðurskiftum í 1944, var
Ísland fátækasta landið í Evropa.
Men fólkið vildi evna til framtíðina
á egnari grund, og soleiðis bleiv tað.
Tað er als ikki vist, at íslendingar
høvdu verið ríkari, atkvøddu teir
ímóti sjálvstøðu. Forseti Íslands
seinastu tjúgu árini, Ólafur Ragnar
Grímsson, hevur sjálvur sagt, at
øll skapandi megi hevði avgerandi
týdning fyri sjálvstøðu Íslands.
Hon er góð at hava – eisini tá ið
fíggjarligar mótbrekkur koma. Og
í 2008 skolaði ógvislig kreppa inn
yvir landið. Svára kreppan fekk
íslendingar at hugsa nýtt og at
berjast. Ferðavinnan er vaksin við
rúkandi ferð – kanska ov skjótt –
men hon er vorðin eitt nýtt bein
hjá íslendingum at standa á. Á so
nógvum mótum hava íslendingar
grundleggjandi álit á egnum mátti
og megi. Teir koma uppundan
aftur.
Kreppa
Nógvir føroyingar hugsa áleið
soleiðis, tá ið teir eru í Íslandi:
»Hetta áttu vit at gjørt í Føroyum,
hví hava vit ikki hetta í Føroyum?
Hetta mugu vit hava í Føroyum!«.
Løgið onkursvegna, tí ert tú í
øðrum londum, kennist íblásturin
ikki so beinleiðis. Kanska er tað
bara tí, vit líkast so mikið nógv,
hóast londini eisini eru ymisk.
Íblásturin kann vera so nógvur;
smáir handlar í miðbýnum, árliga
aðalorðaskiftið um dagstovnaøkið
í Altinginum og frískar rávørur
úr egnum umhvørvi hugsaðar á
nýggjan hátt.
Men so var tað kreppan í Íslandi,
sum grammleikin í bankavinnuni
slóðaði fyri – var tað góður íblástur?
Nei, tað haldi eg ikki. Kortini
vístu sjónvarpssendingarnar um
skrædlið í Eik týðiliga, at tað ikki
var íslendska ávirkanin á føroyska
bankakervið, sum koppaði gamla
Eik, men snildir danskarar.
Jú, kreppan rakti meinari í Ís
landi enn í so nógvum øðrum
londum. Men íslendingar komu
skjótt fyri seg aftur. Á sama hátt
sum týskvøldið, tá ið 28 ára gamli
Birkir Bjarnason svaraði aftur,
eftir at Portugal hevði lagt seg á
odda í fótbóltsdystinum. Og so
leiðis dragast tey í Portugal og
øðrum londum sunnanfyri enn
við høgt arbeiðsloysi, ovurstóra
uttanlandsskuld og undirskot á
fíggjarlógini. Eingin beinleiðis
samanhangur við fótbóltin, men
tað svitast ikki, at smá lond eru
fimari og eru skjótari at reisa seg
aftur eftir eitthvørt hóttafall. Í so
máta er ein ávísur samanhangur.
Fyrimyndin
Vit reistu okkum eisini aftur eftir
kreppuna í nítiárunum og aftur
nú fyri nøkrum árum síðani. Men
kortini er ein stórur munur. Eg
havi hug at vísa til tvær myndir,
sum sýna, hvussu ymiskt seinasta
kreppan ávirkaði fólkatalið í ávika
vist Íslandi og Føroyum.
Lat tað beinanvegin verða sagt,
at kreppan í Íslandi í 2008 leyp
munandi størri skelk á landið og
var nógva ferðir verri enn alheims
fíggjarkreppan, sum eisini rakti í
Føroyum um sama mundi.
Kortini sæst ein greiður mun
ur landanna millum. Í 2010 var
ein pikkalítil afturgongd í fólka
talinum í Íslandi. Og tað var tað.
Tað vóru serliga polakkar og onnur,
sum fluttu aftur til heimlandið eftir
arbeiðsørindi í Íslandi. Sjálvandi
fluttu íslendingar eisini av land
inum. Men bera vit so støðuna
saman við hana í Føroyum, so sæst,
at fólkatalið minkaði í Føroyum
fýra ár á rað. Og tað er av sonnum
undrunarvert.
Tá ið arbeiðsloysið var upp
á tað mesta í Føroyum um árs
skiftið 2010/2011, leitaðu góð sjey
prosent eftir arbeiði. Í Íslandi var
arbeiðsloysið javnt oman fyri sjey
prosent í nærum trý samfull ár.
Kreppan í Føroyum var ikki
ógvislig, men bilasølan minkaði, og
tað gjørdi eftirspurningurin eftir
handverkarum og arbeiðsmegi
annars eisini. Í Íslandi steðgaði
alt upp. Handverkararnir sleptu
amboðunum frá degi til dags,
og tey fluttu í 2010 fleiri bilar av
landinum enn til landið. Og her
er altso talan um land, sum ikki
framleiðir so mikið sum ein bil. Tað
sigur ikki lítið um kreppuna har.
Hví hesin munurin er so sjón
ligur, ja, tann spurningurin er
ikki einfaldur at svara. Men vit
kunnu læra av íslendska vinn
aralyndinum, sum vit eisini sóu
á leikvøllinum í Saint-Étienne
týskvøldið. Og so er Ísland annars
eitt sjálvstøðugt land. Tað lívgar
sjálvsálitið. Enn eru vit ikki komin
í fasta legu sum tjóð. Men tá ið
hetta skjótt hendir, fer tað at troka
burtur afturhaldið og stimbra
nógva skapandi megi. Tað eri eg
sannførdur um. Heldur enn at flyta
í onnur lond eftir møguleikum,
verða fólk boðin til Føroya at taka
lut. Í roynd og veru einastandandi
spennandi at búgva í einum landi,
sum enn hevur hetta eftir at avrika,
nú vit eru komin væl inn í ein og
tjúgundu øld.
Vit verða 50.000 fólk
í greinini Føroyskt sjálvstøði frá
1927 endurgevur Jørgen Frantz
Jacobsen ein íslending, sum hann
hevur tosað við. »Tit eru í Føroy
um 25.000 menniskju, sum búgva
púra avbyrgd, sjógvurin setir
mark um tykkum. Hevði tað ikki
givið fólkinum eina ómetaliga
ábyrgdarkenslu og stimbrað í
stórum til at gera eitt megnartak
framá, um tað visti, at tað skuldi
vera sjálvbjargið?« Tað er hesa
hugsan, vit skulu mýkja inn í okk
ara tilvitan. Jørgen Frantz Jacob
sen visti, at sjálvbjargni førir við
sær framburð og menning, og at
sjálvbjargni birtir hugin hjá fólki
at hugsa sjálv. Vantandi sjálvstøða
ber hinvegin við sær, at fólksins
ábyrgdarkensla viknar.
Nú eru so nærum 90 ár liðin. Og
komandi ár verða vit á fyrsta sinni
50.000 fólk í Føroyum. Høvdu vit
fylgt ráðunum hjá íslendinginum
longu tá, høvdu vit verið meira enn
tvífalt so nógv í tali í dag. Fólkatalið
í Íslandi er sama tíðarskeið trí
faldað. Latið okkum nú siga sum
íslendingurin, at framtíðin ikki
bara er nakað, sum hendir har úti
og ikki viðkemur okkum, men at
framtíðina kunnu vit sjálv evna til.
Í Føroyum skulu vit leggja okk
um eina við, at ein nýggj tíð tekur
til at koma. Vit mugu siga við fólk,
hvørji vit eru. Tað er hetta, sum
trýstir okkum fram, og tað er hetta,
sum ger Føroyar dragandi og fær
framsíggin og opin fólk at velja
Føroyar.
Áfram
Vit skulu víðari á sama hátt, sum
íslendingar á fótbóltsvøllinum
týskvøldið. Teir kastaðu ikki frá
sær, men komu aftur inn í dystin.
Ein spennandi tíð stendur okkum
fyri framman. Vit kunnu skapa
eina sjáldsama løtu, sum sjáldan
kemur fyri í søguni. Eina løtu, tá
ið vit traðka úr tí gamla og inn í tað
nýggja. Tá ið eitt tíðarskeið endar
og eitt nýtt byrjar.
Í viðførinum við á hesi ferðini
eigur Ísland at vera fyrimynd
okkara – sum fótbóltslandslið
teirra var tað í Fraklandi týskvøldið.
Løtan á trappuni í Vágsbotni í góðveðrinum týskvøldið, tá ið íslendska landsliðið
í fótbólti megnaði javnleik ímóti Portugal, var serlig. Eini 500 føroyingar og nógvir
útlendingar eisini stóðu saman um Ísland og fagnaðu stórliga bæði málinum og endaliga
úrslitinum. Eg ivist onga løtu í, at onnur hava gjørt tað sama heima í stovunum