Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 27 mynd í 100 ár. Hann gjørdist virk­in missi- óns­maður og var ein av odda­monn­unum at byggja sjómansheim í Havn. 3. Poul Andreas (1877-1929) var m.a. við til at byrja Havnar Hornorkestur í 1903 saman við beiggjanum Johan. Poul byrjaði at handla við Landavegin í 1920, seinni á horninum Gr. Kambansgøta/ Sigmundargøta. 4. Helga (1883-1926). Hon var samb. William »den mest spirituelle af Søskendene. Hun havde en vis farlig Iagttagelsesevne og hendes Humor kunde være ret bidende«. Hon hevði verið í Keypmannahavn í sín­ um ungu døgum og hevði »tilegnet sig et bymæssigt utvunget Væsen, bragte altid et vist Vejr med sig, da hun kom paa Besøg«. Helga giftist við Nyholm Debes, sum var rørsmiður umframt at vera yrkjari og løgtingsmaður. 5. Johan Vilhelm Restorff (1889-1925). Sum onnur í ættini var hann ein framúr tón­ leikari. Johan var ein serligur vinur hjá Petur Alberg, sum gjørdi lagið til okkara tjóð­ sang. Tá ið tjóðsangurin fyrstu ferð varð framførdur alment í Sloans Sali 2. jóla­ kvøld 1907, var 19 ára gamli Johan diri­ gentur. Hann fór sum so mangur annar føroyingur til Canada, men hann var skjótur aftur . Hann doyði í 1927, 37 ára gamal. 6. Caroline (1873-1947) Hon giftist við Zaka­ rias Heinesen (1874-1847), sum eis­ini gjørd­ist ein kendur handils- og vinnulívs- maður í Havn. Hon var mamma William Heinesen. Hon hevur skrivað eina drúgva og áhugaverda frásøgn um Havnina og havnarfólk í hennara tíð. 7. Fanny (1878-1956) giftist til Vágs við Johan Jacobsen (1879-1916). Men hann doyði ungur, og Fanny flutti við børnunum til Havnar. Ein sonur hennara var Andreas í Vágsbotni, sum legði navn til handilin við sama navnið. Hann er tað seinasta, sum er eftir av tí handilsvirksemi, sum gamli Restorff byrjaði í 1856. 8. Ragnhild (1885-1960) giftist fyrst við Hans Egholm og tá ið hann doyði við Martin Dahl í Oyndarfirði. 9. Helga var ógift og búði í Keypmannahavn. Helene Bergh (1852-1904) William Heinesen skrivar: »Hun skal have nydt en lignende almindelig Yndest, som den hendes ældre Broder (Andreas William) var Genstand for.« Hon fór 16 ára gomul til Danmarkar og giftist longu 17 ára gomul. Maðurin var nógv eldri, og hann doyði longu fýra ár seinni. Helene kom tá aftur til Føroya við børnunum Hjalmar og Thora. Hon hevði ein lítlan privatskúla heima hjá páp­anum við Áarvegin. Seinni giftist hon við heil­sølu­ manninum Carl Bergh. Ommudóttir Helenu, Maria, giftist við tí kenda arkitektinum Arne Jacoben. Ein onnur dóttir, Estrid, seinni gift Bannister, sigst Jørgen Frantz Jacobsen at hava nýtt sum ímynd av Barbaru . Frants August Wilhelm Restorff (1848-1917) Frants, sonur gamla Restorff, tók eftir pápan sum leiðari í teirri stóru Restorff fyritøkuni. Hann var pápabeiggi bakaran við sama navni. Verður umrøddur í komandi parti. Henriette Lützen (1854-1922) M.C. Restorffs yngste Datter Henriette var lille og rund med høj Pande og en tro­ skyldig naiv Mund. Hun bar Briller og var noger Vindøjet ... Jacob Lützen var en høj, statelig Mand af fast, vindskibelig Karak­ ter. Hans klare Omdømme og gode indsigt i lokale Forhold gjorede ham til en slags Raadgiver for danske Embedsmænd, som han omgikkes hyppigt og gerne. Moder skildrer ham som en elskværdig og spøge­ fuld Mand af en snart strikst koket, snart noget vranten Optræden. »Tante Jette« var hans tro og føjelige Følgesvend. Forholdet mellem Ægtefællerne har ikke været uligt det mellem gl. Restorf og hans Kone. Tey bæði fingu 12 børn, fimm synir og sjey døtur. Jacob førdi handilsvirkið hjá pápanum víðari, og eftir hann tók sonurin Valdemar Lützen við. Hetta virksemið er enn í fullum blóma niðri á Skálatrøð. Tey flestu av børnunum hjá Henriette og Jacob giftust í Danmark. Ein dóttir, Kirsten giftist við viceadmiral Aage Vedel, sum gjørdist hetja í Danmark, tá hann undir týsku hersetingini gav boð um at søkkja danska herflotan, so hann ikki skuldi falla í hendurnar á týskarum. Umframt mong onnur álitisstørv var hann limur í býastýrinum í Havn frá 1874- 1895 Johan Martin Restorff (1853-1916) William Heinesen skrivar soleiðis um yngsta sonin hjá Restorff: Medens A.W. Restorff og tildels ogsaa Frants (synir gamla Restorff) åbenbart har haft frie Hænder til at gå deres egne Veje i Spørgs­ målet om Livsstilling, synes Johan at have været genstand for et ret ubilligt Tyranni fra sin Faders Side. Skønt Johans Hu afgjort ikke stod til Sølivet, han vilde være Bager, tvang gamle Restorff igennem, at han skulde være Sø­ mand. Efter at have stået sin Læretid igennem, og efter sigende især som Skibs­ dreng i 15-16 års alderen at have døjet meget ondt under brutale Befalingsmænds Hænder, tog han i København Styrmandseksamen og blev sat til at føre Frederiksvaag. (Farma­ skip hjá Restorff.) Hann sigldi í mong ár millum Havnina og Keypmannahavn og bar orð fyri at ein samvitskufullur maður. Tað var ikki, fyrr enn pápin var deyður, at Johan legðist upp á land. Tá gifti hann seg við tí 25 ár yngri Jóhannu í Dali. Har Hotel Hafnia er nú, bygdi hann eini stór hús, har hann kundi hava vitjandi. Í kjallaranum hevði hann bakarí. Í 1916 var hann millum teir, sum tóku stig til at stovna Skipafelagið Føroyar. Men sama ár varð hann smittaður av meslingum og doyði av eftirsjúku einans 63 ára gamal. Eftir sat einkjan Johanna við 7 ára gamla soninum Christian, sum gjørdist kendur frá Hotel Hafnia. Hetta er sum so bara ein samandráttur av Restorff ættini. Tað hevur verið ein mun­ andi meira útgreinað lýsing í røðini Hend­ ur ið Sleptu, sum lýsti søguna hjá øllum gravsteinunum í gamla kirkjugarði á Svína- ryggi. Komandi partur Í komandi verður parti verður greitt frá systursynum hjá M.C. Restorff og frá seinasta handlinum hjá ættini. Húsini hjá M.C.Restorff við Áarvegin, sum vóru tikin niður í 1904 Vágsbotnshandilin sum M.C.Restorff, saman við øðrum keypti í 1856 Børnini hjá M.C.Restorff og Elsu Jacobinu Jacobsen: Standandi v.f. Andreas William , Frants August, Martin Johan. Sitandi døturnar Helena Maria og Carolina