hósdagur 16. juni 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016
SOSIALURIN 69
28
ÁRNI GREGERSEN
R
óðrarsamband Føroya
stendur
við
einum
svartaper, sum ongantíð
fyrr eftir gølukappingina
í Hvalvík seiansta mikudag.
Róðurin og tilrættaleggingin
fór heilt av sporinum og barna
róðrarnir vóru avlýstir.
Manglandi fyrireikingar og
tilrættalegging gjørdi, at róðurin
hjá teimum vaksnu var fleiri tímar
seinkaður.
Millum fólk, sum rógva og ann
ars fylgja við kappróðri, verða
hendingarnar í Hvalvík nevndar
sum størsta afturstig fyri kapp
róðurin í mong ár.
Somu fólkini harmast um at
hetta hendi, sjálvt um tað lættliga
við eitt sindur betri eftirlitið og
betri samskifti, kundi verði ein
róður sum gekk væl.
Róðrarsamband Føroya hev
ur evstu ábyrgdina av, at alt
rundan um róðurin virkar, sum
tað skal, men tað eru lokal kapp
róðrarfeløg, sum standa fyri sjálv
ari fyrireikingini
Tí er tað í seinasta enda
Róðrarsamband Føroya, sum
hevur ábyrgdina av tí sum hendi,
segði Karlot Hergeirson, kapp
ingarleiðari í KvF eftir stefnuna í
Hvalvík
Seriøs ítróttarfólk
Nógv gekk ikki sum tað skuldi á
stevnuni í Hvalvík. Hví og hvat
venda við aftur til seinni.
Fyri kappróðrarfólki fekk
hettar ómetaligar óhepnar fylgjur.
Barnamanningarnar sluppu als
ikki at rógva, men vóru sendar
heim eftir at tær høvdu róð afftur
og fram á víkini í drúgva tíð.
Tey vaksnu sluppu at rógva,
men seinkingarnar gjørdu, at
allar fyrireikingar vóru gjørdar til
fánýtis.
Kappróður er í dag ein ítróttar
grein, har sum fólk á sama støði
sum svimjarar, fótbóltsspælarar
og onnur, fyrireika seg við at eta
rætt, hvíla og sova.
Í hesum førum var tað serliga
spurningurin um at eta og halda
kroppin til reiðar til kappingina,
sum fór av lagi.
– Hetta kemur ómetaliga illa við.
Fyrst tí vit iki vita, nær vit skulu
rógva, og tí heldur ikki vita nær vit
skulu eta, men eisini í aðrar mátar.
Vit eru vaksin fólk, sum hava lagt
dagin til rættis eftir nær vit skulu
rógva, segði Beinta Klakkstein,
meðan hon gekk og bíðaði.
Fundirnir vóru hildnir
Ein endalig eftirmeting hevur ikki
veirð av sjálvari stevnuni enn, men
nógv stendur greitt í dag kortini.
Róðrasambandið var miku
kvøldið í seianstu viku í Hvalvík
og gjørdu lokalu fyrreikarunum
greitt, hvat skuldi gerast til
leygardagin.
Fleiri ferðir hevur kappingar
leiðarin sagt, at alt var gjøgnum
gingið og ongin ivaðist í, hvat
skuldi gerasst.
Umboð fyri RSF vóru eisini á
staðnum fyrrapartin klokkan 10 tá
ið róðurin skuldi vera seinnapartin,
vóru umboð aftur á staðnum.
Men sjálvt um hetta var so,
so varnaðust umboðini fyri RSF
ikki, at fyrireikingarnar ikki vóru
gjørdar lidnar. Alt gekk stillisliga
fyri seg tá og ongin panikkur var
at síggja nakrastaðni.
Løtu seinni kom fram,a t ongins
tartur var lagdur á 500 metra mál
inum, har barnaróðrarnir skuldu
byrja. Tað vil siga, at startur var
lagdur, men hann var ikki gjørdur
á ein slíkna hátt, at hann kundi
brúkast.
Fyrst var so valt at útseta
róðurin, men tað tók ómetaliga
drúgva tíð at finna fram til eina
loysn, so eftir at børnini høvdu
hildið seg heit umborð á bátunum,
endaði tað við, at barnaróðurin
heilt var avlýstur.
Nú var so farið unir at flyta
startin av 500 metrum og út á 1000
metrar.
Hetta er nakað, sum tekur
drúgva tíð. Vaksnu manningarnar
gingu og bíðaðu og tað var so
tætt við, at allur kappróðurinv ar
avlýstur.
– Eg hevði tikið telefonina tila
t avlýsa alt, tá ið dómararnir, sum
hjálptu til at flyta startin, boðaðu
frá, at nú var klárt og at bátarnir
skuldu koma út, sigur formaðurin
í RSF, Tóki Hartmann Niclassen.
Tað var altso við hjálp frá góðum
fólki at tað yvirhøvur bleiv nakar
kappróður seiansta leygardag.
Fyrireikingarnar vóru ikki í lagi,
hóast fundir høvdu verið og øll
høvdu savgt, at alt var klárt.
– Kappróður er ikki fyri ama
tørar í dag. Alt er nógv meira pro
fessionaliserað enn vit halda, sigur
ein av kappróðrarmonnunum við
Sosialin.
Stevnan í Hvalvík seinasta vikuskiftið hevur hevur skatt kappróðurin í fleiri ár
KAPPRÓÐURIN FINGIÐ
BAKKAST SUM SETIR
RÓÐURIN ÁR AFTUR
TÍÐINDI
Alt gekk galið seinasta
leygdardag í Hvalvík
MYND: SIGMAR MØRKØRE
Tóki Hartmann Niclassen
er nývaldur formaður í
Róðrarsambandinum