hósdagur 16. juni 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016
SOSIALURIN 69
29
ÁRNI GREGERSEN
H
avstovan søkti herfyri
eftir einum nótaskipið,
sum kann gera roynd
arveiðu eftir upp
sjóvarfiski fyri Havstovuna.
Fleiri bjóðaðu seg fram at gera
kanningarnar og besta boðið hevði
reiðarríð Northwest Pelagic, sum
eigur Norðhavið.
Norðhavið er gamla Atlants
farið.
Havstovan var nøgd við tilboðið
og boðaði frá, at hon er sinnað at
gera avtalu um royndarveiðu.
Havstovan gjørdi ein sáttmála,
sum var sendur til Fiskimálaráðið
til góðkenningar.
Men so kom kuril á.
Í fiskimálaráðnum kundu tey
staðfesta, at Norðhavið ikki hevur
nakað føroyskt veiðuloyvi.
Hetta var nóg mikið til, at
Havstovan fekka t vita, at und-ir
hesum treytum, so kundi Norð
havið ikki leigast til at gera kann-
ingar fyri Havstovuna.
Fleiri orsøkir gera seg galdandi.
Fyrst og fremst er tað veiðu-
loyvið.
Tað er soleiðis, at tá ið Hav-stov
an leigar skip til slíkar kanningar,
sum mangan er gjørt fyrr, so er
gjaldið fyri leiguna ein aprtur av
uppsjóvarkvotuni.
Í hesum føri hevði tað havt við
sær, at Norðhavið ikki hevði finið
nakað gjald, tí skipið ikki hevði
havt rætt til at fiska kvotuna, sum
hevði vrið betalingin fyri roynd
irnar.
Eitt annað mál, sum ger seg
galdandi er, at fiskimálaráðið og
stovnar undir ráðnum í løtuni
gera kanningar, sum skulu vísa
um Norðfarið er undir føroyskum
ræðisrætti.
Hesar kanninganar eru ikki
lidnar enn.
Átaka sær risiko
Northwest Pelagic í Kollafirði
hevur annars sagt, at teir eru til
reiðar at átaka sær ta risiko, at teir
ikki sleppa at veiða egna kvotu.
Jógvan Martin Ferjá, stjóri,
segði við Sosialin fyrr í vikuni, at
bæði skip og reiðarí eru føroysk.
Hann segði seg eisini vera sann
førdan um, at ein kanning av við
urskiftunum fór at vísa, at alt er
sum tað skal vera í felagnum.
– Tí eru vit sinnaðir at taka eia
risiko. Vit vita, at alt er í lagi, sigur
hann.
Havstovan hevur fingið skriv
frá fiskimálaráðnum har sagt
verður, at Norðhavið ikki kann gera
royndirnar eftir uppsjóvarfiski.
Formliga grundgevingin er, at
skipið ikki fær gjald fyri roynd
irnar, tí tað ikki hevur veiðuloyvi
at fara eftir egnum kvotum.
Havstovan fer fyrst í komandi
døgum at hava samráðignar við
eigararnar av skipinum, sum
hevði næstbesta tilboðið at gera
royndirnar eftir uppsjóvarfiski.
NORÐHAVIÐ
SLEPPUR IKKI
Á ROYNDARVEIÐU
Hóast Norðhavið hevði lægsta tilboðið, so manglar skipinum veiðuloyvi
Fiskimálaráðið forðar fyri, at Norðhavið
sleppur at gera royndir fyri Havstovuna